mikudagur 2. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 231 - 2. desember 2009
Leiðarar í Suðuroy
hava tikið seg saman
í eitt net, sum kann
vera ein felags rødd
úteftir og har teir
kunnu vera saman
um mennandi tiltøk
Leiðaranet
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leiðarar kunnu hava nógv
ymisk áhugamál. Men teir
hava sanniliga nógv felags
áhugamál.
Tað
hava
leiðarar
í
Suðuroy ásannað.
Nakað síðani fór tankin
at spírast um, at leiðarar í
Suðuroy skuldi taka seg
saman í eitt leiðaranet.
Og nú hava Finn Johanne
sen á Vilt og Bent Albinus,
økisleiðari hjá Føroya Banka
í Suðuroy, tikið stig til at
kalla allar leiðarar á privata
og almenna arbeiðsmarknað
inum í Suðuroy við minst 15
starvsfólkum, saman á fund
at tosa um støðuna.
Einir 25 leiðarar vóru
bjóðaðir á fundin, sum var
á skúladeplinum í Suðuroy
og av teimum møttu einir
15 almennir og privatir
leiðarar á fundinum.
Finn Johannesen sigur
eftir fundin, at eitt tað
fyrsta, tey samdust um, var,
at markið fyri, at leiðarar
skuldu
hava
minst
15
starvsfólk undir sær, skuldi
bara bera vegleiðandi.
Hittast skjótt aftur
Áhugaðir leiðarar fyri
færri fólkum skulu eisini
vera vælkomnir, sigur hann.
Stigtakarin
sigur,
at
endamálið er at skipa ein
formligan ella óformligan
felagsskap fyri leiðarar í
Suðuroy, har teir kunnu tosa
um mál av felags áhuga.
Fundurin í gjár var bara at
vita um áhugi er fyri einum
slíkum leiðaraneti í Suðuroy,
sigur Finn Johannesen.
Og hann staðfestir eftir
fundin, at áhugin er til stað
ar og nú verður so arbeitt
víðari.
Sostatt
verður
aftur
skipað fyri einum fundi í
januar mánaði, har málið
verður tikið upp aftur og
viðgjørd víðari.
Tað verða Bent Albinus,
Finn Johannesen, Guðrun
Petersen á dagstovninum,
Mýrifípuni á Tvøroyri og
Jórun Petersen, leiðari á
heilsuskúlanum, sum standa
fyri næsta fundinum.
Leita eftir
endamálinum
Stigtakarin sigur, at enn er
ikki greitt, hvat endamálið
við
leiðaranetinum
skal
vera og tí verður fyrsta
takið at netið finnur síni
egnu bein at standa á.
Eitt endamál kann vera at
skipa fyri mennandi til
tøkum í felag, har serfrøð
ingar av ymsum slagi verða
fingnir til oynna at halda
fyrilestur.
Talan kann eisini vera
um, at leiðarar kunnu oysa
av sínum royndum til aðrar
leiðarar um, hvussu teir
takkla
ymsar
støður
á
arbeiðsplássinum. Her kann
talan vera kveikjandi átøk
fyri starvsfólki, men talan
kann eisini vera happing
ella rúsdrekkamisnýtsla.
Hinvegin er tað rættiliga
stórur munur á arbeiðs
plássum og sostatt eisini á
áhugamálum. Tí kann talan
eisini vera um at skipa
undirbólkar av leiðarum,
sum hava felags seráhuga
mál. Her kann talan vera
um, at leiðarar í fiskivinnuni
taka seg saman í ein bólk at
viðgera flutningsmøguleik
ar til og úr Suðuroy ella
onnur mál.
Men eitt slíkt leiðaranet
kann eisini verða ein felags
rødd úr Suðuroynni, har
privatir og almennir leiðarar
gera vart við síni sjónarmið
á ymsum økjum. Talan kann
vera um at leiðarar í Suðuroy
gera greitt, hvat teir halda
um at skerja túratalið hjá
Smyrli og hvat teir halda um
at leggja kommunurnar í
oynni saman, ella, hvat tað
kann
vera,
sigur
Finn
Johannesen.
Leiðarar í Suðuroy
taka seg saman í net
USA byrjar afturtøku
í 2011
Barack Obama, forseti, kunngjørdi í einari røðu í nátt, at
USA sendir 30.000 hermenn afturat til Afghanistan. Eftir
ætlanini verða allir hermenninir sendir avstað í 2010. Sam
stundis boðaði Obama frá, at USA fer undir at taka sínart
hermenn úr Afghanistan, og at málið er, at teir fyrstu skulu
fara haðani í juli í 2011. Danski verjumálaráðharrin, Søren
Gade, sum júst hevur verið í Afghanistan, sigur, at røðan
hjá Obama var djørv. Hann leggur afturat, at Danmark fer
ikki at senda fleiri hermenn til Afghanistan.
HM-lutakast verður
fríggjadagin
Fríggjadagin verður lutakast til teir 8 HMbólkarnir. Ongland,
Argentina, Týskland, Holland, Spania, Brasil, heimsmeistar
nir, Italia, og vertslandið SuðurAfrika vera seedaði ovast í
teimum 8 HMbólkunum. Lutakastið fer fram í Cape Town,
og byrja verður klokkan 16.45. Heldur óvæntað eru Frakland
og Portugal ikki millum tey ovast seedaðu londini, men FIFA
sigur, at orsøkin til tað er, at bæði londini ikki høvdu eina so
góða undankapping, har bæði londini máttu gjøgnum Play
Off dystir, áðrenn tey rukku HMendaspælinum.
Finn Johannesen á Vilt, vinstrumegin og Bent Albinus,
økisleiðari hjá Føroya Banka í Suðuroy hava tikið stig til at
stovna eitt leiðaranet í Suðuroy. Eftir at teir hava staðfest, at
áhugi er fyri tí, er avgjørt at arbeiða víðari við málinum
Niels Hammer tikið myndina
Á miðdegi mátti
løgtingsformaðurin
niðurleggja tingfund
in, tí so fáir politikar
møttu
tingfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið løgtingsfundur varð
settur
í
morgun,
vóru
munnligir fyrispurningar á
skránni. Tað merkir, at
løgtingslimir hava høvi at
seta landsstýrisfólkum og
nevndarformonnum spurn
ingar, sum skulu svarast
uppá standandi fót.
Vanliga er hugurin at
spyrja rættiliga stórur og
tingfundir, sum hesir, plaga
at vara ein heilan dag.
Eisini í dag vóru nógvir
spurningar á skránni.
Men tá ið bara tveir
spurningar vóru svaraðir,
mátti
løgtingsformaðurin
leggja fundin niður, tí hann
staðfesti, at hvørki lands
stýrisfólk, sum skuldi svara
spurningum, vóru ikki møtt
og heldur ikki tingfólk, ið
høvdu boðað frá spurning
um, vóru møtt á fundi.
Hergeir Nielsen, løgtings
formaður, átalaði, at tað
skuldi verða neyðugt at
leggja løgtingið stilt, tí polit
ikarar møta ov illa upp.
Hann segði, at hann kundi
gjørt av at enda fundin, so
at ongir fleiri spurningar
vórðu bornir fram.
Men hann gjørdi kortini
av at niðurleggja fundin
fyri at geva tinglimum, sum
skuldu spyrja, høvi til at
møta upp og somuleiðis
teimum landsstýrisfólkum,
ið skuldu svara.
Og tá ið tingfundurin
hevði verið niðurlagdur ein
hálvan tíma, var so frægt av
politikarum
møttir,
at
Løgtingið
kundi
taka
arbeiðið uppaftur.
Mátti slíta tingfundin fyri vánaliga uppmøting
Hergeir átalaði, at
tað var neyðugt at
leggja Løgtingið stilt,
tí at tinglimir og
landsstýrisfólk møttu
ikki til arbeiðis