Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Heimsins sterkasta øl Alkoholstyrkin í skotska Tactical Nuclear Penguin er ikki minni enn 32 volumuprosent. Við hesum er ølin frá Brewdog-bryggjarínum nú ovast á listanum yvir sterkastu ølirnar í heiminum. Gamla metið hevði týska merkið, Schorschbraer, sum hevði eina styrki upp á 31 volumuprosent. - Hetta snýr seg um at flyta mørkini innan ølbrygging, og tað snýr seg um at fáa innovatión í øl-ídnaðin, sigur James Watt, stjóri á Brewdog við BBC. Hann mælir sjálvur til, at ølin verður drukkin í sera smáum nøgdum, tí endamálið er at njóta smakkin heldur enn at drekka seg fullan, sigur hann. Og er tað fyri alkoholnøgdina, at ølið skal keypast, so er helst bíligari at keypa onnur og meira vanlig merki. Prísurin fyri eina fløsku av Tactiacal Nuclear Penguein liggur nevnliga um tær 250 krónurnar. Fleiri lemmatrolarar fiska í løtuni upsa í Norðsjónum og landa veiðina í Hanstholm. Upsafiskiskapurin undir Føroyum er slakur í løtuni, og tí kemur lítil upsi til virkingar á føroysku fiskavirkjunum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin landaðu ísfiska- trolararnir Hamranes og Breiðanes. Teir høvdu umleið 150.000 pund av upsa, sum fiskavirkið TG Seafood í Hvalba keypti til virkingar. Veiðan hjá ísfiskatrolar- unum hevur sum heild verið smálig í heyst. Skip hava havt onkrar einstakar góðar túrar, men sum heild hevur fiskiskapurin verið slakur. Á TG Seafood vænta tey ikki fleiri landingar hesa vikuna, men virkið hevur keypt nakað av upsa úr Salt- angará. Ein bilur við eini dags- framleiðslu á virkinum í Hvalba kom soleiðis suður við Smyrli í morgun. Í Norðsjónum Fleiri av lemmatrolarunum hava seinastu tíðina roynt eftir upsa í Norðsjónum og hava landað veiðina í Hanst- holm. Sum skilst, hava Steintór, Sjagaklettur, Beinisvørð og Vesturleiki fiskað av før- oyskari upsakvotu í Norð- sjónum í heyst. Hvalbingar hava keypt fisk norðanfjørðs til virkingar á flakavirk­ inum. Fleiri av lemma­ trolarunum fiska í Norð­ sjónum í løtuni og landa veiðina í Hanstholm. Mill­ um hesar er Sjagaklettur Mynd: Vilmund Jacobsen Hvalbingar keypa fisk úr Saltangará Eftir øllum sólar­ merkjum at døma, fer einki at spyrjast burtur úr fiskiveiði­ samráðingunum millum Føroyar og Rusland, sum hava verið á Gjáargarði síðan mánadagin Í dag fer russiska samráðingarnevndin avstað aftur samráðingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast hetta er triði samráð- ingardagurin, har Føroyar og Rusland sita saman á Gjáargarði, er ikki líkt til, at nøkur nýggj fiskiveiðiav- tala millum londini verður undirskrivað í dag. Viberg Sørensen, formað- ur í Reiðarafelagnum, sum er við í hesum samráðingum, segði í morgun, at russiska samráðingarnevndin, sum telir 17 fólk, fer avstað aftur seinnapartin í dag. - Soleiðis, sum út sær í løtuni, kemur neyvan nøkur nýggj avtala í hús í dag, sig- ur reiðarafelagsformaðurin. Spurdur, hvørji stríðsmál- ini eru, sigur Viberg Søren- sen seg ikki kunna útgreina nøkur einstøk mál, men leggur aftrat, at tað ikki er nakað óvanligt, at partarnir ikki kunnu semjast við fyrsta samráðingarumfar. Hann dugir kortini ikki at siga, nær partarnir hittast aftur til fundar, um eingin semja fæst millum londini í dag. Stórir skuggar Seinnapartin í gjár segði Viberg Sørensen, at Skála- berg-málið hevur lagt ein stóran skugga yvir samráð- ingarnar við russar hesa- ferð. - Málið um, at Skálaberg nú hevur verið afturhildin í Murmansk í skjótt 14 dagar, er sjálvandi ikki partur av hesum samráðingum, men tað skerst ikki burtur, at henda træta hevur lagt stór- ar skuggar yvir samráðing- arnar, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum. Samráðingarnar millum Føroyar og Rusland byrjaðu mánadagin, og í morgun klokkan 8 sessaðust part- arnir aftur við Gjógv. Soleiðis, sum støðan var fyrrapartin, var ikki líkt til, at nøkur avtala verður undir- skrivað í dag. ­ Skálaberg­málið hevur lagt stórar skuggar yvir hesar samráðing­ arnar, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag Mynd: Vilmund Jacobsen Einki røkist fyri semju Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyska upsaveiðan hev- ur verið rættiliga góð í nógv ár – ja, næstan heilt síðan fiskifrøðingar í end- anum av nítiárunum komu við ávarðingum um upsa- stovnin, sum skuldi vera so illa fyri, at øll veiðan helst skuldi steðgast. Síðan tann dag hava skip, sum fiska upsa, næst- an siglt full undir lúkur- nar. Nøkur ár herfyri var ups- in rættiliga smáur, men seinnu árini hevur støddin verið betri. Í vár høvdu skipini góða upsaveiði, men í heyst eins og í fjør heyst hevur veiðan verið í lakara lagi. Upsafiskiskapur kann vera skiftandi, og fyrr í heyst gjørdu partrolarar góðar túrar, men sum heild hevur veiðan ikki vignast seinasu tíðina. Fyrr í heyst gjørdu vest- mannatrolararnir, Fram og Vestmenningur, roktúr, har teir høvdu fleiri enn 500.000 pund. Verður hugt at landingar- tølum hjá partrolarum seinastu tíðina, hevur veið- an ikki verið nakað at reypa av, men menn hava vónir um, at góða veiðan fer at taka seg uppaftur. Nú toskafiskiskapurin er við at taka seg uppaftur, er hugsandi, at upsaveiðan generelt kanska fer at vera heldur lakari, enn hon hevur verið. Hampiliga stórar nøgdir verða í løtuni veiddar av toski 3 og 4. Hetta er held- ur smáur fiskur, men um vakstrarlíkindini vera góð í komnandi tíðum, verður hesin fiskurin betri til støddar um eitt til tvey ár. Upsi og toskur