Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2009 27 vinnungur Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í 1960-unum var tað ikki vanligt at burturluta bilar, heldur ikki stórar og flottar bilar. Tá kirkjan í Kirkjubø skuldi umvælast miðskeiðis í 60-unum var ein svartur Ford Taunus 17 m burtur- lut aður, og tað sjaldsama hen di, at tað var ein familja í Mykinehólmi, sum vann bilin í 1966. Tað vóru hjúnini Erika og Leon Heinesen, sum tá høvdu búðu í Mykineshólmi í tvey ár, sum vunnu bilin. Tey keyptu ein lutaseðil fyri tíggju krónur og vunnu bilin. Leon var vita-assist- en tur og bleiv um hesa tíð- ina settur sum vitameistari í Mykinehólmi. Bilurin kom sjálvsagt ongantíð út í hólm an, men stóð í garagu- ni í húsum teirra í Sørvági. Tey koyrdu við bilinum, tá tey vóru í Sørvági. Í 1970 flutti familjan til vitan í Akrabyrgi, har Leon varð settur sum vitameistari. Har fingu tey bilin til húsini og brúktu hann dagliga. Familja í Mykineshólmi vann bilin Leon Heinesen uttan fyri hús síni í Fútalág. Húsini eru tey somu, sum hann búði í úti í Mykineshólmi. Tey vóru tikin niður og flutt til Havnar í 1970 Mynd: Jens Kristian Wang Bilurin sum familjan Heinesen í Myki nes hólmi vann í 1966, ein Ford Taunus 17m. Sum tað sæst á skeltinum, er myndin tikin seinasta søludag av lutaseðlum fyri Kirkjubøar kirkju. Lutaseðilin kostaði 10 krónur. Maðurin við bilin er Hjal grim Hentze, táverandi stjórin hjá Ford um boð num í Føroyum, P/F Wenzel Petersen. Mannin uttast til høgru á myndini halda vit vera Kim Lützen. Mynd: P/F Wenzel Húsini í Mykinsehólmi, tá Leon við familju búði har. Húsini hjá Leon í Fútalág eru sett saman av báðum assisitent-húsunum. Teimum báðum húsunum sum eru heilt eins og standa næst sjónum Í Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.15 er samrøða við Leon Heinesen