Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 • 2. desember 2009 MIÐvIkaN 31 Alfred Petersen var mammu­ beiggi Gerdu. Hann er kendur sum trúboðari. Tey seinastu nógvu árini var hann formaður fyri Kirkjuliga Missións­ felagnum, sum sendi Elsu Jacobsen sum trúboðara til Etiopia í 1960, sum greitt frá bók hennara ”Mítt Etiopia,” sum er útkomin í hesum døgum. Tað kann sigast, at Alfred hevði eitt serligt hjarta fyri sjófólki, og tað er hetta hendan greinin snýr seg um Alfred var føddur 1892 í Punta­ byrgi á Trongisvági. Fyrsta virksemi fyri sjómannin, har hann var við, var við bygging­ ina av sjómansheiminum í Havn. Fyrsta stig varð tikið 6.oktober 1920 heima hjá Frants Restorff, bakarameistara í Havn. Næsti fundur varð hildin 18. oktober. Tá varð samtykt at byrja innsavnan til heimið, og fólk av bygd komu í nevndina. Ein teirra gjørdist Alfred. Men tað var serliga í Íslandi og Grønlandi, at fiskimenn minnast Alfred. Í 1922 var ein nevnd við fýra monnum og eini kvinnu komin við uppskoti um at senda ein trúboðara at virka millum sjó­ og fiskimenn í Íslandi. Ætlanin var at senda Johan Hans Simonsen, trúboðara úr Sandavági, til Íslands, men tað lá ikki fyri hjá honum. Hetta endaði við, at Alfred Petersen fór til Íslands á vári 1923. Danska Indre Mission lat 1.000 kr til endamálið, og tað sum restaði í, varð savnað inn í Føroyum. Tað var ikki nakar trupulleiki. Kassameistarin Valdemar Lützen var ein berandi megi í sjómansmissiónini. Annars hevði Absalon Joensen prestur verið á Eysturlandinum í 1922 og nøkur ár afturat. Tað var ikki so løgið, at hugsað varð um sjómansmissión. Hesa tíðina vóru um 150 skip við um 2.500 fiskimonnum undir Íslandi summarhálvuna. Heimafturkomin í 1923 greiðir Alfred Petersen frá fyrstu roynd­ unum. Ein av hansara fremstu stuðlum í Reykjavík var tann í Føroyum væl kendi prestur Fríðrik Fríðrikson, ið var leiðari fyri KFUM í Íslandi. Hann lat Alfred Petersen høli til at hava møtir í, og hann lat eisini føroyskum fiskimonnum hava atgongd til lesistovuna hjá KFUM. Teir báðar mánaðirnar Alfred Petersen var har uppi, komu 70 skip inn á Reykjavík, so her var nóg mikið at gera, eisini við at vitja føroyingar á sjúkrahúsinum í býnum. Hetta árið var Alfred eisini í Vestmannaoyggjum og fylgdi Jógvan Kallsoy av Eiði, sum doyði av vanlukku umborð á Ingrid, og sum bleiv grivin í oyggjunum. Í hesum sambandi var Alfred eisini inni á sjúkrahúsinum í Vest­ mannaoyggjunum, og har lógu ikki færri enn átta føroyingar. Á heysti 1923 varð sjómans­ stova sett á stovn í Reykjavík,og varð hon í mong ár grundarlagið undir hesum arbeiði. Hon lá í Vesturgøtu 4. Men seinni verður hon flutt, men tó í sama bygningi, har skipshandlari O. Ellingsen helt til. Í dag er hetta Hafnastræti. Ein sum Alfred serliga tekur til er Jóhannes Sigurdsson, sum gjørdist leiðari á sjómansstovuni í 11 ár. Hann var ein framúr føroyavinur til sín doyggjandi dag. Ógvusligar hendingar Alfred kom út fyri ógvisligum hendingum í síni tíð í Reykjavík. Tann fyrsta var longu í 1924, táið toftasluppin Anna forlisti við Grindavík, og teir 17 menninir doyðu. Tey flestu líkini komu aftur og vórðu grivin í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Her mátti Alfred vera við til at eyðmerkja líkini og annars at hjálpa til við jarðarferðini. Í 1928 hendi tann ræðuliga vanlukkan við einum karbiddunki umborð á Acorn, tá ið sjey mans brendu í hel. Tá mátti Alfred aftur taka ímóti, tá skipið kom inn á Reykjavík. Tað skuldi takast hond um illa støddu manningina, og skipast skuldi fyri jarðarferðini. Í 1930 vóru aftur boð eftir Alfred Petersen, tá ið Ernestine fórst á Suðurlandinum og níggju mans umkomust. Bæði livandi og deyðir komu til Reykjavíkar, har Alfred mátti hava umsorgan fyri hesi illa fyrikomnu manning. Hesa hending koma vit at gera meira burturúr í Miðvikuni, tá tað til várs verða 80 ár liðin, síðan vanlukkuna. Leitaði eftir slóðini hjá Alfred Í 2006 var eg (ÓJ) í Íslandi og royndi at finna fram til støðini, har Alfred hevði virkað. Tað fyrsta var KFUM í Amtmansstíg. Eisini varð roynt at fáa meira at vita um Jóhannes Sigurdsson, sum var við í hesum slóðaraarbeiðinum, og sum annars var kendur sum Føroyavinur. Hann og Alfred vóru eisini serliga góðir vinir. Tað upprunaliga KFUM er nú studentaskúli. Men útsjóndin á húsinum er ikki nógv broytt. Tískil sást væl, hvar okkara fyrsta sjómansmissión uttanlands hevði hildið til. Síðani fóru vit út til tað nýggja KFUM at vita, hvat vit kundu finna fram til. Her hittu vit fyrst Ragnar Gunnarsson. Tað vísti seg, at hann var abbasonur Jóhannes Sigurdsson. Á KFUM er eitt serligt savn, sum er vígt Fríðrik Fríðriksson, tí kenda prestinum, sum var høvuðsmaðurin aftanfyri KFUM. Hansara forsøga er, at hann sum ungur maður var so tunglyntur, at hann hevði bestan hugin at beina fyri sær. Hann fór við ferðamanna­ skipi úr Íslandi til Føroya og ætlaði at leypa fyri borð á leiðini millum londini. Mótið sveik, og í Havn fer hann á møti hjá Gamla Sloan við Tinghúsvegin, og hetta broytti hansara ætlanir og lívsleið. Brævið frá Alfred Her var eitt skjalasavn, sum m.a. taldi meira enn 100 kasettir av brævaskifti. Hetta merkti, at vit kundu fáa hendur á tí allar fyrsta brævaskiftinum í søguni hjá føroysku sjómansmissióni í Reykjavík. Hetta er nevniliga eitt bræv, sum er skrivað av Alfred Petersen til Fríðrikson. Tá hetta bræv er so søguligt, fara vit at endurgeva tað í síni heild. Tað ljóðar soleiðis: Klaksvig den 12/1 1923. Kære Pastor Fridriksson! Da det er saa godt som bestemt Alfred Petersen, mammubeiggi Gerdu, var ein sannur sjómannavinur Fyrsta sjómansstovan í Reykjavík var her Alfred Petersen: Hevði hjarta fyri sjófólki Upprunaliga sjómansheimið í Føroyingahavnina Her í KFUM í Reykjavík byrjaði Alfred Petersen sjómansmissión í 1923 ➘