hósdagur 3. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 232 - 3. desember 2009
Norsku myndug
leikarnir hava gjørt av
at loyva alistøðunum
at koyra meiri laks í
ringarnar næsta ár,
samstundis sum fleiri
nýggj aliloyvi eru
latin. Tað er skeivt,
siga serfrøðingarnir,
sum mæla myndug
leikunum til at skerja
alivinnuna
Aling
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tey, sum hava tilknýti til
norsku laksaalingini, skulu
í hesum døgum svara, hvat
tey halda um eina ætlan hjá
myndugleikunum at loyva
alarum at økja laksatalið í
verandi aliringum fimm
prosent næsta ár. Í Direk
toratet for Naturforvaltning
(DN) er eingin ivi um, hvat
svar Lisbeth BergHansen,
fiskimálaráðharri, skal fáa.
Har mæla tey ráðharranum
til at skerja laksatalið, áðr
enn tað fer at vára aftur.
Tey standa ikki einsamøll.
Í Norsk Institutt for Natur
forskning (NINA) hava tey
ta áskoðan, at norska ali
vinnan hevur langt síðani
sprongt markið fyri, at
vinnan kann vera burðar
dygg. Sagt verður, at í dag
eru 350 milliónir alilaksar í
ringum fram við norsku
strondini, og soleiðis sum
støðan er nú, merkir tað, at
millum 300 og 350 milliónir
kynsbúnar laksalýs eru í
øki num.
Norsku myndugleikarnir
hava latið 65 nýggj laksa
aliloyvi í ár. Næsta ár verður
einki nýtt loyvi latið, men
harafturímóti er skotið upp
at loyva alistøðunum at
hava fimm prosenr fleiri
laksar í hvørjum ringi. Hes
in spurningurin er til hoyr
ingar nú, og fleiri vast í,
hvussu skilagott tað er at
koyra meiri laks í ringarnar.
Tey, sum ivast, vísa á, at tey
fimm prosentini svara til 40
nýggj aliloyvi, og nú alingin
hevur
trupulleikar
við
laksa lús, er tað ivasamt,
hvussu skilagott tað er at
koyra meiri laks í ringarnar,
siga tey.
Torbjørn
Forseth,
ið
arbeiðir sum granskari hjá
NINA, er millum teirra,
sum ivast. Hann sigur við
tíðindastovuna
NTB,
at
hugskotið at økja laksatalið
er ikki sambæriligt við mál
ið hjá myndugleikunum at
varðveita laksastovnarnar.
Eiga at kanna
umhvørvið
Norunn S. Myklebust, sum
er stjóri í NINA, sigur við
NTB, at norðmenn eiga at
steðga á og at kanna ávirk
anina,
sum
laksalingin
hevur á umhvørvið, og at
loysa teir trupulleikarnar,
áðrenn talan kann verða um
at økja alingina.
NINA
hevur
svarað
hoyringarskrivinum
frá
fiski mannaráðnum og mæl
ir ráðnum til at taka upp
skotið um fimm prosent
øk ing aftur. Tað sama skriv
ar Direktoratet for Natur
forvaltning í sínum svar
skrivi og mælir harumframt
tí politiska myndugleikan
um til skerja talið á ali
støðum fram við strondini.
DNstjórin, Janne Sollie,
sigur, at tað er neyðugt at
skerja alingina munandi og
serliga í økinum millum
Rogaland og Nordland.
Men Lisbeth BergHan
sen, fiskimálaráðharri, fer
neyv an at lurta eftir ráð
unum frá DN og NINA.
Hon sigur, at spurningurin
um at skerja alingina hevur
ikki verið og er ikki til við
gerðar. Sjálv heldur hon, at
tann einstaki alarin hevur
tann besta førleikan til at
meta um, hvussu nógvan
laks hann vil hava í ring
unum. Ráðharrin sigur seg
heldur ikki hava ætlanir um
at steðga teimum 65 ali
loyvunum, sum eru latin í
ár, tí tað er ov seint.
Hinvegin er hon sinnað at
endurskoða uppskotið um
at koyra meiri laks í ring
arnar næsta ár, tá øll hoyr
ingarsvarini eru komin.
Grønland skerjir 5 prosent
Grønlendska landsstýrið kunnaði í gjárkvøldið danska
veðurlagsmálaráðharran, Lykke Friis, um, at frá 2013 til 2020 fer
Grønland at skerja sítt CO2útlát fimm prosent samanborið við
landsins útlát í 2007. Frammanundan hevur Grønland sett sær fyri
at skerja útlátið átta prosent hetta til 2012 samanborið við útlátið í
1997. Grønlendingar ætla at røkka málinum við eitt nú at
útbyggja vatnorkuna, bøta um bústaðarviðurskiftini og at avmarka
orkunýtsluna í fiskivinnuni. Heimsnáttúrugrunnurin WWF er ikki
hugtikin av grønlendsku ætlanini, men heldur fimm prosent vera
alt ov lítið, skrivar DR.
Taliban lovar mótstøðu
Taliban letur seg ikki ræða av boðunum frá Barack Obama,
forseta um, at USA fer at senda 30.000 hermenn afturat til
Afghanistan. Tvørturímóti lovar rørslan teimum
amerikonsku hermonnunum enn harðari mótstøðu enn
higartil, og at uppaftur fleiri amerikanarar fara at koma
heim aftur í kistu. Talibantalsmaðurin Qari Yousuf Ahamdi
segði í gjár, at avgerðin hjá Obama at senda enn fleiri
hermenn til Afghanistan styrkir stríðshugin hjá Taliban og
fer tí eisini at elva til harðari mótstøðu.
Neyðugt at skerja norsku alivinnuna
Tað er púra burturvið at koyra meiri laks í ringarnar. Tvørturímóti eiga myndugleikarnir at skerja alingina, siga Direktoratet for Naturforvaltning og Norsk Institutt for Naturforskning
Mynd: Sunnmørsposten
Lisbeth Berg-Hansen, fiski- og alimálaráðharri, vil ikki skerja
alingina
Mynd: NRK