Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 229 - 30. november 2009 Ikki forseti aftur Tjóðaertingið í Honduras hevur við stórum meiriluta felt eitt uppskot um at seta tann frákoyrda forsetan, Manuel Zelaya, aftur í embætið og at lata hann røkja tað, til hansara forseta­ skeið endar tann 27. januar. Manuel Zelaya bleiv koyrdur frá tann 28. juni og sendur av landinum. Herfyri var forsetaval, og tá misti Zelaya embætið. Fleiri lond, teirra millum Brasil og Venesuela, hava mælt nýggja stýrinum í Honduras til at lata Manuel Zelaya sita forsetaskeiðið út, men tað vil tjóðar­ tingið ikki. Úrslitið er kanska løgið, tá havt verður í huga, at flokkurin hjá Zelaya hevur meiriluta í tinginum. Men hans­ ara vinir eru helst ikki vinir hansara longur. Týskarar keypa bil Týsk hagtøl vísa, at í síðsta mánað keyptu týskarar 279.740 nýggjar bilar, og tað er heili 20 prosent fleiri enn í november í fjør. Umframt heimamarknaðin vórðu 372.400 bilar seldir av landinum, og tað er 13 prosent fleiri enn í sama mánað í 2008. Tíðindastovan AFP skrivar, at bilasølan í Týsklandi er vaksin 25 prosent teir seinastu 11 mánaðirnar samanborið við somu mánaðir í fjør. Hinvegin eru munandi færri bilar seldir av landinum í ár enn í 2008, og týsku bilverksmiðjurnar vænta, at sølan innanlands og uttanlands verður fimm prosent minni í ár enn í fjør. - Vit hava eina avtalu, sum hevur verið ómetaliga góð fyri fyri føroyingar og tað kann tað blíva aftur, sigur stjórin í AlS ALS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Spuringurin er um vit skulu hava eina avtalu ímill­ um Føroyar og Danmark um arbeiðsleys, ella ikki. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at fyri so vítt hevur føroyski sjómaðurin rætt, tá ið hann í greinini omanfyri staðfestir, at ALS missur milliónir upp á før­ oyingar, sum arbeiða uttan­ lands Men hann heldur, at tað er nakað grunt, at kalla kalla okkum fíggjarligar analfab­ etar, sum skrivstovufólkið í donsku arbeiðsloysistrygg­ ingini tekur til í hinari grein­ ini her á síðuni. ­ Støðan er ikki heilt so einføld. Sera góð fyri Føroyar Ernst Jacobsen sigur, at í 1993 gjørdu føroyingar og danir eina avtalu um arbeiðs­ loysistrygging. Hon ber í sær, at fólk skuldu vera í eini trygging í tí landinum, tey arbeiða í, men verða tey arbeiðsleys, fáa tey arbeiðsloysisstuðul úr heimlandinum. Hetta merkir, at føroyskir sjómenn undir DIS, skulu betala til eina danska arbeiðsloysistrygging, men verða teir arbeiðsleysir, fáa teir útgjald úr ALS. Hinvegin eru teir danir, sum arbeiða í Føroyum nóg leingi, limir í ALS, men verða teir arbeiðsleysir, fáa teir útgjald úr síni donsku arbeiðsloysistrygging. Men Ernst Jacobsen stað­ festir, at avtalan ímillum Føroyar og Danmark hevur havt ein heilt serligan týdn­ ing fyri føroyingar. ­ Avtalan ber nevniliga eisini í sær, at allir teir tús­ undtals føroyingarnir, ið fluttu av landinum í kjalar­ vørrinum á kreppuni í nítiár­ inunum og ikki fingu arbeiði, kundu melda seg beint inn í eina danska arbeiðsloysisskipan og fáa fult útgjaldur henni frá fyrsta degi. Gongur báðar vegir Hinvegin sigur stjórin, at tá ið ALS lógin varð broytt fyri stuttum, varð ásett, at tekur stýrið undir við tí, kann landsstýrismaðurin gera kunngerð, sum ber í sær, at føroyingar ið annars ikki hava møguleika fyri at koma undir ALS, kunnu tekna sær trygging kortini. ­ Her varð serliga hugsað um teir, ið sigla undir DIS. ­ Samstundis hevur stýrið fyri ALS biðið vinnumála­ ráðið kanna, sum avtalan millum Føroyar og Dan­ mark frá 1993, forðar fyri at teir, sum sigla undir DIS, verða tryggjaðir í ALS og samstundis betala í ALS. Ernst Jacobsen sigur, at tað er eisini ein norðurlendsk avtala á økinum, har áseting­ arnar eru áleið tær somu. ­ Tann stóri spurningurin er bara um føroyskir mynd­ ugleikar halda, at hetta er ein avtala, sum tað er vert at halda fast um, tá ið fyri­ munir og vansar verða vig­ aðir upp ímóti hvørjum øðr­ um. Men skulu vit hava avtaluna, gongur hon sjálv­ andi báðar vegir, leggur hann afturat. Ov bíligt at kalla okkum fíggjarligar analfabetar Ein ørgrynna av føroyingum, sum arbeiða uttanlands, noyðast at betala í eina danska arbeiðs- loysistrygging. Men verða teir arbeiðs- leysir, skulu teir hava útgjald úr ALS ALS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Færinger må være økonom­ iske analfabeter…… Hetta vóru orðini, ein før­ oyskur sjómaður fekk við sær út av skrivstovuni hjá eini donskari arbeiðsloysis­ trygging. Hann siglur undir DIS skipanini, ens og fleiri hundr­ að aðrir føroyingar gera. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um føroyskar og danskar yvirmenn, sum verða skúgvaðir í land til fyri­ munar fyri bíligar sjómenn úr eysturlondum. Tað fekk okkara sjómann at hugsa um framtíðina og um, hvussu hann skuldi tryggja seg og sína familju, skuldi tað eisini hent, at eisini hann fekk eitt vink um at fara í land. Tí vendi hann sær til ALS at spyrja um hann kundi melda seg inn í ALS, sam­ stundis sum at hann sigldi undir DIS. Men úr ALS vóru boðini púra greið: Tað kundi hann ikki. Hann mátti melda seg inn í eina danska arbeiðsloysis­ trygging. ALS fær útreiðslurnar Men nú kemur so tað merki­ liga, sum fekk skrivstovu­ fólki á donsku arbeiðsloysi­ stryggingini at taka so dýr­ an til um fíggjarliga sansin hjá føroyingum. Verður sjómaðurin arbeiðsleysur, fær hann ikki útgjald úr donsku arbeiðslo ysistryggingini, men av tí, at hann býr í Føroyum, verð­ ur hann fluttur í ALS, hiðani hann fær útgjald, sum øll onnur. ­ Tað merkir, at eg betali næstan 500 krónur um mán­ aðin í eina danska arbeiðs­ loysistrygging, men verði eg arbeiðsleysur, skal hon ikki betala mær eitt oyra, tí so verðið eg fluttur yvir í ALS í Føroyum, hiðani eg fái fult útgjald. Altso: Danska arbeiðs­ loysistryggingin fær inntøk­ urnar, men ALS skal hanga upp á útreiðslurnar. Ein hópur av føroyingum Talan er um næstan 1000 føroyingar, sum sigla uttan­ lands og helvtin av teimum er undir DIS. ­ Á donsku arbeiðsloysis­ tryggingini fekk eg at vita, at ein hópur av føroyingum hevur meldað seg inn sein­ astu tíðina í kjalarvørrinum á fráboðanunum um, at danskir reiðarar vildu sleppa av við dýrar føroyingar og útlend­ ingar og fáa bíligar eystur­ lendingar umborð ístaðin. Tað merkir, at bara frá teimum, sum sigla undir DIS, kundi ALS fingið eina inntøku uppá 2,5 til tríggjar milliónir um árið. Og tað heldur sjómaður okkara, skuldi verið vert at tikið við, serliga tá ið ALS kortini hevur skyldu til at betala sjómonnunum útgjald, verða teir arbeiðsleysir. Als sigur nei takk til fleiri milliónir um árið Als fær onga inntøku, men hevur allar útreiðslurnar av teimum mongu, sum sigla undir DIS. Men Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, heldur at tað er nakað grunt at kalla okkum fíggjarligar analfabetar