Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 232 - 3. desember 2009 Í gjár varð skipað fyri móttøku í Miðlahúsinum í sambandi við, at William Smith gevur út sína fyrstu krimiskaldsøgu, Gagnligt lív BÓKAÚTGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað tók Williami Smith góð 16 ár at fullføra sína fyrstu krimiskaldsøgu, so tað var einki at siga til, at tað fyri hann var ein spennandi og eisini eitt sindur løgin løta, tá hann vísti lidna verkið fram í Miðlahúsinum seinnapartin í gjár. Bókin er skrivað á donskum, tí tað fall honum lættari – eins og tað gjørdi hjá minst líka kenda navna hansara William Heinesen. - Eg kendi meg ikki vera nóg stinnan í føroyska málinum, segði William Smith undir móttøkuni. Hann viðgekk, at tað hevði verið eitt tógvið stríð at koma á mál við bókini, og samstundis greiddi út- gevarin, John Dalsgarð frá, at teir at enda vóru komnir unsir tíðartrýst át fáa bókina útgivna í so frægari tíð undan jólum. Hetta sama tíðartrýst gjørdi, at bókin meiri ella minni mátti týðast til føroyskt samstundis – og tað hevði víst seg ikki at vera rætta leiðin at ganga. Søgugongdin fór upp- runaliga fram í Danmark, men høvundurin kendi seg noyddan at flyta hana yvir á føroysk viðurskifti. - Tað var orsøkin til, at hvalastøðin við Áir varð upbygd til eitt privatsjúkra- hús. Upprunaliga ætlanin var eitt sindur meiri ambiti- øs, nevniliga Louisiana Listasavnið í Humlebæk, segði William Smith. Hinvegin hevur gamla hvalastøðin assosiatiónir til høvuðsboðskapin í bókini. Har vórðu hvalir flensað- ir, og tað er í botn og grund ikki so ógvuliga langt frá tí at taka gøgn úr fólki, sum í veruleikanum er rættiliga makaburt, segði William Smith. Hugskotið til bókina fekk hann frá undarligu trongdini hjá menniskjanum at liva eitt so langt lív sum tilber. - Tað er rættiliga løgið, tí tá tú fær eitt nýtt gøgn, skal tú ans eftir tí og støðugt medisinera teg, heldur enn at liva æl tað tíðina, tú livir, segði William Smith. - So hvørt fólk liva longri og serliga í takt við at færri doyggja í ferðsluni, eru færri gøgn tøk, og tí verður skapt ein vinna at selja gøgn, serliga í asia, har eitt nýra til dømis kann fíggja ein flat- skíggja, sum ger eitt mein- ingsleyst lív eitt lítið sindur betri, segði høvundurin. Høvundurin nýtti høvi at takka øllum, sum høvdu verið við til at framleiða bókina so ella so – ikki minst bróðurinum, Sonna, sum hevur týtt bókina til føroyskt. Tað tók honum munandi stytti tíð enn hjá Williami at skriva hana, einar fimm mánaðir. Gagnligt lív 16 ár á veg Væl av fólki vóru komin oman í Vágsbotn til móttøkuna í Miðlahúsinum William Smith handaði fyrsta eintaki til unnustuna, Jónu Sigmundardóttir – sjálvandi burtursæð eintakinum, hann seldi Áka Bertholdsen - og fekk ein stóra koss afturfyri William við einum donskum eintaki av bókini, Sonne við einum føroyskum Okkara egni Áki Bertholdsen keypti allarfyrsta eintaki av krimiskaldsøguni. Her signerar høvundurin Gagnligt lív, sum Áki keypti í føroysku útgávuni Mynd: Leo Poulsen Blaðstjóri í fongsul Í Iran hevur dómsvaldið dømt blaðstjóran Saeid Laylaz níggju ára fongsul fyri lut hansara í ófriðinum aftan á forsetavalið í summar. Tíðindastovan Fars skrivar, at Saeid Layluz, sum er blaðstjóri á búskaparblaðnum Sarmayeh, varð funnin sekur í at hava verið uppi í mótmælistiltøkunum í Teheran. Verji hansara, Mahmoud Alizadeh, hevur skotið dómin inn fyri hægri rætt. Umleið 90 fólk hava fingið fongsulsrevsing fyri at hava verið uppi í mótmælunum í summar. Fleiri eru dømd til deyða, men allir deyðadómarnir eru skotnir inn fyri hægri rætt og eru ikki viðgjørdir har enn. Kanska enn fleiri hermenn Hóast Barack Obama, forseti, hevur sagt, at USA fer at senda 30.000 hermenn afturat til Afghanistan, er tað ikki óhugsandi, at talið verður uppaftur størri. Tí hann hevur eisini givið Robert Gates, verjumálaráðharra tilsøgn um at økja talið 10 prosent, og tí kann verjumálaráðharrin senda 3.000 hermenn afturat til Afghanistan, um hann heldur tað vera neyðugt. Washington Post skrivar, at Robert Gates nýtist ikki at spyrja forsetan, áðrenn hann sendir hermenninar avstað, og honum nýtist heldur ikki at almannakunngera avgerð sína.