Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 234 - 4. desember 2001 Nr. 234 - 4. desember 2001 29 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Telefon nr: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin, fyri einans 400,- kr. ársfjóðringin og sparið 380,- í mun til leysasøluprísin. Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn Skrivstovufólk Søkt verður eftir skrivstovufólki 3/4 tíð til Fugla- fjarðar skúla til setan 15. januar 2002 ella skjótast eftir hetta. Starvsøkið fevnir um at taka sær av øllum vanlig- um skrivstovuarbeiði, telefonavgreiðslu v.m. Umsøkjari við royndum frá almennari fyrisiting ella øðrum skrivstovuarbeiði hevur fyrimun. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgev- arafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á telefon 444087. Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skulu vera Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. desember 2001 kl. 15.00. Fuglafjørður,tann 29.november 2001 Fuglafjarðar býráð Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2868, P/F Kall, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 24.11.2001 Nýtt hjánavn: P/F Tele F (P/F Kall) Adressa: Óðinshædd 2, 100 Tórshavn Kapitalur: Hækking: Kr. 492.600,00 til kr. 1.492.600,00 í samband við fusiónina. Nevnd: Farin úr nevndini: Jens Kári Vilhelm, Gróthúsvegur 19, 188 Hoyvík (formaður), Meinhard Jacobsen, Traðarbrekka 4, 100 Tórshavn og Petur Even Djurhuus, N. Mohrsgøta 7, 188 Hoyvík. Innkomin í nevndina: Óli Hansen, Millum Gilja, 188 Hoyvík (formaður), Oskar Magnusson, Smárafløt 49, 210 Gardabær, Ísland og Billy G. D. Hansen, 470 Eiði. Felagið er samanlagt við skrásetingar-nr. P/F 3076, P/F Tele F sum samstundis verður strikað. Skráseting Føroya tann 30. november 2001 Kristin Balle ____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3076, P/F Tele F, 100 Tórshavn. Navn: P/F Tele F Adressa: 100 Tórshavn Felagið er strikað eftir samanlegging við skrásetingar-nr. P/F 2868, P/F Kall. Skráseting Føroya tann 30. november 2001 Kristin Balle _____________________ Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Uppstillingarfundur Annar uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður mikukvøldið 5. desember kl. 20.00 í hølunum á Áarvegnum ________________________________________ Nevndin Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins Útnorðurráðið stovnsetti í 1999 eina virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir. Ætlanin við virðislønini er at stuðla bókmentum í útnorði og at eggja og hugkveikja rithøvundar,sum skriva barna- og ungdómsbókmentir. Útnorðurráð- ið ynskir eisini við hesum at gera vart við, at londini í útnorði hoyra saman sum eitt øki.Virðislønin fer at gera sambandið millum londini sjónligari. Harumframt er ætlanin, at virðislønin skal gagna londunum í útnorði, við tað at børn og ung hiðani læra um bókmentir og mentan í londunum í útnorði. Virðislønin ber við sær, at bøkurnar verða umsettar, og vinnandi bókin verður eisini umsett til danskt, so hini norðurlondini eisini kunnu kunna seg um barna- og ungdómsbókmentir í londunum í útnorði. Vinnandi bókin fer at eiga sítt nattúrliga pláss í norður- og útnorðurlendskum undirvísing- arhøpi. Kappingin Kappingin verður annaðhvørt ár. Við barna- og ungdómsbókmentir meinast bók- mentir, sum eru skrivaðar og ætlaðar børnum ella ungum. Ein nevnd í hvørjum av londunum skal tilnevna eina bók, sum er útgivin á móðurmálinum. Bókin skal vera útkomin fyrstu ferð innanfyri seinastu 3 árini, t.e. 3. desember 1998. Tilnevndu bøkurnar verða síðani umsettar til hini útnorðurlendsku málini. Ein útnorðurlendsk dóms- nevnd velur vinnaran. Virðislønin er DKK 60.000,-. Dómsnevndirnar úr hvørjum landi sær gera sítt til- mæli í seinasta lagi 15. mai, síðani velur útnorður- lendska dómsnevndin vinnaran millum tey til- nevndu verkini. Virðislønin verður handað á ársfundi Útnorðurráðs- ins í Íslandi í august 2002. Vestnordisk Råd Útnorðurráðið Austurstræti 14, 5 Føroyska sendinevndin 150 Reykjavík Erling Jallsgøta 6 Ísland 100 Tórshavn Tlf.: +354 563 0732 Tlf.: +298 31 10 00 Fax: +354 563 0735 Fax: +298 31 06 86 Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Avloysari til móttøkuna Í móttøkuni í Almanna- og heilsumálastýrinum er eitt avloysara starv leyst til setan skjótast gjørligt og fram til 31. mai 2002. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum: – at passa vekslara og móttøku – at umsita bókasavn – journal – hava postin um hendi – innkeyp av vørum – og annars nakað av vanligum skrivstovuarbeiði Vit hugsa okkum at tú hevur: – útbúgving ella royndir innan skrivstovuarbeiði – góðan førleika at samskifta – góð samstarvsevni – kunnleika til EDV á brúkarastøði – kunnleika til almanna- og heilsumálastýrið Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið umfatar Almanna- og heilsumálastýrið og stovnar undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aibritt á Plógv, aðalstjóra á tlf 30 40 27 Umsókn: Umsókn við av av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 18. december 2001 kl. 12.00 C M Y K 29 28