Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 4 VIKUSKIFTI Átrúnaður Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Er morgunsangurin í føroyska fólka­ skúl anum í stríð við ásetingarnar um trúar frælsið í evropeiska manna rætt­ indasáttmálanum? Tá evropeiski mannarættindadómstólurin í Stras­ bourg hevur forbjóðað kristnum krossum at hanga í italskum skúla­ stov um, eru kross arnir í Sankta Frants skúla í Havn so ikki eisini í stríð við sáttmálan? Um onkur kærdi Føroyar fyri brot á trúar frælsið í føroyska skúlaverkinum, eins og ein treisk kvinna hevur gjørt í Italia, høvdu Føroyar so eisini verið funnar sekar? Hesir spurningar eru við kom andi, eftir at evropeiski mannarættinda­ dóm stólurin í Strasbourg fyrst í november gav einum italskum borgara viðhald í, at Jesus­krossar í italskum skúlastovum, tey sonevndu krusifiksini, er í stríð við ásetingarnar um trúarfrælsið og skulu tí beinast burtur. Uttanveltaður skúli Teir eyðkendu Jesus­krossarnir hava sein astu 150 árini verið fast inn­ búgv í almenna fólkaskúlanum í tí katólska Italia, eisini eftir at stat ur og kirkja vórðu skild sundur í 1985. Men sambært evropeiska mannarættinda­ dóm stól inum er nú liðugt við gomlu sið venjuni. Sam bært dóminum er kross urin eitt katólskt symbol, sum ikki hoyrir heima í einum al mennum fólkaskúla, tí almenna undir vís ingar­ verkið skal stremba eftir neutralari og objektivari frá læru og skal ikki missionera og promo vera ein ávísan átrúnað. Hetta fyri at tryggja rættin hjá øll um næmingum til sjálvar at velja sín átrúnað ella til als ikki at trúgva (grein 9 í evropeiska manna rætt­ inda sátt málanum). Og hetta fyri at tryggja rættin hjá foreldrum til at uppala teirra børn í tráð við egnar átrúnaðarligar og filosofiskar sannføringar (grein 2 í fyrstu pro­ to koll). Soleiðis verða javn rættindi tryggja millum meiriluta og minni ­ luta. Og soleiðis verður ein sam­ felags lig pluralisma tryggjað, vil dóm urin vera við. Álop á kristindómin – Dómurin er eitt deyðiligt álop á evro­ peiska søgu og evropeisk rættindi, segði italski uttanríkisráðharrin Franco Fratt ini, sum hevur lovað at appellera dómin til ta sonevnda stór­ kamarið í Stras bourg. Og katólska kirkjan í Vatikan inum hevur tulkað dómin í Stras bourg sum enn eina atsókn á tann kristna siðaarvin og mælir myndug leik unum til heilt ein­ falt at ignorera dómin. – Skammiliga avgerðin er enn eitt dømi um intoleranta og anti­kristi­ liga sekularismu, sigur ein talsmaður hjá Vati kanum. Upprunin til rættarmálið er ein treisk móðir av finskum uppruna, Soile Lautsi, sum ikki vildi finna seg í, at hennara børn ikki kundu ganga í ein um almennum fólkaskúla uttan at blíva ávirkað av átrúnaðarligum inni haldi, m.a. katólskum symbolum í hvørji ein astu skúlastovu. Áðrenn um stríddu av gerð ina í Strasbourg hevði Soile Lautsi ikki fingið viðhald frá natio nalu italsku dómstólunum, sum hildu, at krossurin í skúla stov­ uni er eitt symbol uppá italska søgu, mentan og samleika og er tí ein natúr ligur partur av italska skúla­ verk inum. Men teir átta dómararnir í Stras­ bourg vendu sær einmælt ímóti hesi avgerð. Dómurin áleggur italsku stjórn ini til at rapportera til Evro pa­ ráðið og neyvt greiða frá, hvat verður gjørt fyri at gjøgnumføra avgerðina hjá dóm stól inum í Strasbourg. Men við hørðu politisku mótstøðuni í Italia bendir absolutt einki á, at italsku myndug leikarnir fara at akta manna rættinda dómstólin. Politikarar undrast Síðani dómurin varð feldur tann 3. november hava okkara grannalond og restin av Evropa kjakast dúgliga um, hvat ein slíkur dómur inniber fyri øll tey londini, sum hava undir­ skriv að tann evro peiska manna rætt­ inda sáttmálan. Her heima hevur Halgir Winther Poulsen, advokatur, ført fram í út­ varp inum, at dómurin einans er eitt mál millum teir innblandaðu part ar ­ nar, tað vil siga millum manna rætt­ inda dóm stólin og Italia. Tí hevur hann sum so ongan beinleiðis týdn­ ing fyri Føroyar. Men sambært fleiri útlendsk um ser frøðingum reisir dóm urin spurn ingin, í hvønn mun evropeisku lond ini eru á bylgju­ longd við evro peiska manna rætt­ inda dómstólin í spurn ing inum um trúar frælsið og mørkum tess. Morgunsangurin við sálmasangi og bøn hevur í mong ár verið føst siðvenja í almenna føroyska fólkaskúlanum, sum sambært fólkaskúlalógini skal geva næmingunum eina »kristna og siðalagsliga uppaling«. Í Sankta Frants skúla í Havn hanga krossar kring all an skúlan, og tað sama er galdandi í summum fólkaskúlum í Danmark, Noregi og í minni mun í Svør íki. EVropa Kríggjast Um Krossarnar MannaræTTIndadóMSTólurIn í STraSbourg hevur Forbjóðað KrISTnuM krossUm í ITalSKuM SKúlaSTovuM. PolITISKa MóTSTøðan er STór, Men SerFrøðIngar halda, aT dóMurIn er vIðKoMandI FyrI øll londInI, SuM hava undIrSKrIvað evroPeISKa mannarættindasÁttmÁlan – eISInI Føroyar. Trúarfrælsi er eins nógv rætturin til at sleppa undan átrúnaði sum rætturin til at geva sín átrúnað til kennar