Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 5 VIKUSKIFTI Danskir politikarar bæði í stjórnini og í andstøðuni undrast á dómin. Frá SF til Dansk Folkeparti verður spurt, í hvønn mun ein meinaleysur kross ur ger seg inn á trúarfrælsið hjá næm­ ingum og foreldrum. Hann hong ur jú bara har! Og somu støðu hev ur okkara egni uttan ríkis­ ráðharri, Jørgen Niclasen, giv ið til kennar í les ara brævi. Dómurin er viðkomandi Bæði danskir og aðrir út lendsk ir løg­ frøðiligir serfrøðingar eru á einum máli um, at dómurin var vænt andi og er eitt natúr ligt fram hald av eini kendari linju hjá mannarættinda­ dómstólinum í Stras bourg. Ein linja, sum sigur, at átrún aður ikki hoyrir heima í almenna undir vís­ ingarverkinum, og at statir skulu tryggja eina uttanveltaða al menna skúlaskipan utt an missionerandi tiltøk. Trúarfrælsi er við øðrum orðum eins nógv rætturin til at sleppa undan átrún aði sum rætt urin til at geva sín átrúnað til kennar, tí trúarfrælsi umfatar eisini ikki­ religiøsar borgarar. – Dómstólurin hevur leingi verið eyðkendur av teirri fatan, at trúar ­ fræls ið best verður tryggjað, um undir vís ingarverkið og aðrir al­ mennir stovnar virða meginregluna um átrúnaðarligan neutralitet. Hetta merkir ikki bara eitt forboð ímóti átrúnaðarligum symbolum, men eis­ ini ímóti átrúnaðarligum halgi siðum og prædikan, sigur Jens Elo Rytter, professari í religiónsrætti á Køben­ havns Universitet. – Eg hevði verið sjokkeraður, um dómstólurin ikki hevði tikið hesa støð una, tí dómstólurin hevur áður bannað muslimskum turrikløðum í skúl um bæði í Sveits og í Turkalandi, sigur Jens Elo Rytter. Professarin í religiónsrætti er ikki í iva um, at dómurin er viðkomandi fyri Danmark. Tí hóast Danmark hevur eina offisiella statsreligión mót vegis Italia, so er dómurin orð­ aður í generellum vendingum og tykist tí vera galdandi fyri øll londini, sum hava undirskrivað evropeiska manna rættindasáttmálan. – Hóast Danmark hevur eina al ­ menna statskirkju og gevur kristin­ dóminum sersømdir í grundlógini, so bendir einki á, at dómstólurin skuldi komið til annað úrslit, um danski staturin stóð á ákærubeinkinum, held ur danski pro fess arin. Tað eru nevn iliga mørk fyri, hvussu aktivt stat urin kann agera til frama fyri eina ávísa religión, eisini statir við eini statsreligión. Ein annar professari, sum hevur bland að seg í almenna kjakið um dóm in, er Henrik Palmer Olsen. Hann heldur, at Danmark eins væl og øll hini limalondini eiga at taka dómin til eftirtektar og seta spurn­ ingin, um tey politiskt eru samd við mannarættindadómstólin í Stras­ bourg. – Dómurin strammar kravið um átrún aðarligan neutralitet í almenn­ um fólka skúlum og ger greitt, at skúlin skal hava eina fakliga distansu til alt átrún aðar ligt innihald, skrivar Henrik Palmer Olsen í eini kronikk í Kristeligt Dagblad. Spurningurin er so, um átrún­ aðar ligu siðirnir í føroyska fólka skúlanum sam pakka við støð una hjá evropeiska manna­ rættindadómstólinum. Tað kann ein sak millum Italia og Strasbourg ikki stað festa. Men politiska mót­ støðan ímóti dóminum er kortini ein ábending um eina grundleggjandi ósemju mill um evropeisku londini um, hvussu trúar frælsið í roynd og veru skal tulkast og umsitast. Dómurin strammar kravið um átrúnaðar- ligan neutralitet í almennum fólkaskúlum og ger greitt, at skúlin skal hava eina fakliga distansu til alt átrúnaðar- ligt innihald Trúarfrælsi. Skal krossurin av Kristusi sleppa at hanga í almennum fólkaskúlum? Nei, sigur evropeiski mannarættindadómstólurin í Strasbourg, tí missionerandi tiltøk hoyra ikki heima í almenna undirvísingarverkinum. mynd: ISTocK