fríggjadagur 4. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
6
VIKUSKIFTI
tips
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos VILT OG RETRO
Heimalist
Bíliga list á veggin. Keyp tær eitt ella fleiri lørift
og nýt málingarestir, sum tú eigur inni.
At brúka
Fýra lørift
Málingarestir ella
akrylmáling frá ítrivshandli
tallerkar, grýtur ella annað
í ymiskum støddum
Blýant
tape
Mannagongd
set tey fýra løriftini væl saman
við tape. Brúka tallerkar
og annað til skabilónir, og
legg tað, sum tú heldur,
at tað riggar. tekna rundanum við blýanti. Vel ein høvuðslit til
størsta rundingin. Mála síðani teir smærri rundingarnir við ljósari
og myrkari litum. Lat torna, tak løriftini sundur og hong upp!
Vevað plast á gólvinum
Við vælumtókta svenska
merkinum pappelina, er tað aftur
vorið modernað við vovnum
plastteppum og løbarum á
gólvinum. Rúmið verður sum
nýtt við vøkru litunum og
stuttligu mynstrunum.
tað var svenska Lina
Rickardsson, sum fekk
hugskotið til vovnu plastteppini,
ein dagin hon vitjaði eina
gamla vevstovu, har litrík
plastpetti lógu á gólvinum.
Hon fór síðani undir at veva,
og til endans hevði hon
endurnýggjað gamla siðin
við plasteppum á gólvinum.
Nú eru teppini hjá Linu at
finna kring allan heim.
til ber at bíleggja teppini
frá danska nethandlinum
www.a-living.dk, sum
eisini sendir til Føroyar.
Nýtt frá Marimekko
Finska merkið Marimekko er mest kent
fyri 60-ara og 70-ara mynstur. Nú er eitt
nýtt mynstur komið frá Marimekko,
sum eitur "Hyvässa seurassa" (í
góðum selskapi). Mynstrið
hevur íblástur frá 1960-
unum, men er spildurnýtt og
fæst á koppum, kannum og
skálum, og nøkur av teimum
eru eisini prentað á serviettar.
Hang grasplenuna upp
Lampan "Rya" frá LampGustaf
er frísk og øðrvísi. Fæst í
litunum brúnt, beige, hvítt
og grønt. Lampan er til sølu
hjá Eik møblum og fæst bæði
sum hangi- og standilampa.
Tað nýTisT ikki aT vera so
TorførT aT endurnýggja
heimið. eiTT sindur av
gamlari máling ella ein
ToyresT kunnu gera undur.
um Tú ikki er Til handverk,
ber alTíð Til aT keypa sær
heimið reTro-ræTT!
List í metrum
Klæð eina plátu við tínum yndistoyi, og tú hevur eitt fínt
listarverk á vegginum. spenn toyið fast við einari heftimaskinu,
til dømis á eina plátu, tundur ella á eina rammu.
Marimekko riggar væl til toylistaverk.
Eisini vakurt, um púturnar
hóska til toyið á vegginum