fríggjadagur 4. desember 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
7
VIKUSKIFTI
Hvat saknar tú í
yvirskriftunum í bløðunum?
Orginalitet og ikki hetta evindaliga,
at miðlarnir ikki tora at ganga egnar
leiðir, men elta hvønn annan.
Hvat elskar tú við Føroyum?
Veðrið, ið altíð er ein avbjóðing. Livdi
nøkur ár í Singapore, har skein sólin hvønn
dag, um tú annars legði merki til hana.
Hvat hatar tú við Føroyum?
Andaligt trongdskygni og at føroyingar
sum heild ikki hava fingið eygað á tað
týdningarmesta í kristindóminum, júst
hetta, at tú er nakað og ikki bara ein
elendigur syndari. Og serliga hetta, at fá
hava fingið eygað á, at Himmiríkið er innan
í okkum í hesum lívinum, og vit skulu livað
hetta lívið fult út og ikki bara bíða hendur
í favn eftir ævigu sæluni hinumegin.
Hvør er mest inspirerandi
persónur, tú hevur hitt?
Teir eru óteljandi, og tey mest inspirerandi
eru tey, sum eg eri mest ósamdur við.
Tað eru tey, sum læra meg nakað.
Hvat angrar tú mest í tínum lívi?
Eg angri absolutt einki. Alt, sum er hent í
lívinum, hevur gjørt meg til ta menniskju
eg eri í dag, og eg eri fegin um úrslitið.
Hvat ert tú glaðast
fyri at hava upplivað?
Tá ið sonurin Fríi varð føddur, og tá
ið eg fann útav, at tað bar til at
liva sum edrúur alkoholikari.
Hvørji eru tíni bestu ráð til løgmann?
Snakka minni og vera trúgvur móti sær
sjálvum undir øllum umstøðum.
Hvat er eitt gott lív?
Eitt gott lív er eitt lív leyst av fortíð og
framtíð, og har hvønn einasta dag verður
hugsað og eftirlivað Jesu orð um ikki at
stúra fyri nøkrum sum helst. Og hvørki eg
ella tú kann hava ein trupulleika beint nú,
og trupulleikar eru altíð bundnir at fortíð,
sum er farin og framtíð, sum ikki er komin.
Hvat heldur tú um jólini?
Jólini eru barnanna fest, her eiga tey
vaksnu at gloyma seg sjálvan fyri einaferð
skyld. Eini miseydnað jól hjá einum
barni vil fylgja tí restina av lívinum.
Hvønn dreym ætlar tú at
realisera í nærmastu framtíð?
Kanska trekkja meg burtur frá stórbýnum í
nøkur ár og livað í pakt við løtuna nú. Og ikki
minst vóni eg at koma at skriva skaldskap.
Hvat hevur lívið lært teg?
Lívið hevur lært meg, at eg skal liva tað
fult út, og at eg undir ongum umstøðum
má møta skaparanum hinsides óbrúktur.
Hvat óttast tú?
Óttist eg, tá eri eg har, eg ikki eigi at
vera. Tá eri eg í framtíð ella fortíð, og
har havi eg einki at gera. Í løtuni nú havi
eg absolutt ongar trupulleikar. Tá ið eg
doyggi, tá verður løtan eisini eitt nú, og
heldur ikki hon er ræðandi, livað í løtuni.
Hvat heldur tú um Jesus?
Jesus er tað størsta, sum nakrantíð er hent
menniskjuni, og tað er, hvussu hann lærir
meg at liva lívið, ið eg eri mest bergtikin av.
Hvørja løn eg eigi hinumegin er upp til hann.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vart ósjónligur í ein dag?
Eg veit ikki
Hvør hending í tínum lívi hevur
havt serliga stóran týdning fyri teg?
Tað er dagurin, tá ið eg fann fram til, at
allur mín ótti og stúran er eitt tankaspæl,
og at eg ikki kann hava trupulleikar,
um eg eri nærverandi og tilvitaður
um løtuna nú, sum er ævinleikin.
Hvat er størsti brølarin,
sum er gjørdur í Føroyum?
At tað verður potað niður í børn og tey ungu,
at tey einki eru. Sum menniskju eru vit ein
fantastiskur skapningur, so fantastiskur,
at Guð offraði sín son fyri okkara bjarging.
Gud offrar ikki sítt kærasta fyri nakað
virðisleyst, og okkara virði er ikki minni í
hesum lívinum enn hinumegin. Blindur er
hann sum heldur, at lívið er ein troyttandi
staður, uttanmun til hvussu tað gongur.
Hvat ger teg illan?
Tá ið ung verða leidd inn í trongdskygni, og tá
ið tey verða uppald við arvaðum meiningum
Hvat ger teg glaðan?
Eitt smíl - líkamikið hvussu lítið tað er
Hevur tú eitt motto?
Onki skal standa millum eg og Gud, hvørki
kirkja, samkoma, Bíblia ella nakað sum helst.
Hvørjar styrki
hevur tú?
Kenni størri
orku, meira
mótgangurin er.
Hvørjar veikleikar hevur tú?
Dugi illa at siga nei og eri kanska ov nógv
upptikin av, hvussu onnur hava tað
jústinus eidesgaard
Mótgangur
gevur orku
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Fakta JÚSTINUS EIDESGAARD
Navn: Jústinus Mannbjørn Leivsson
Eidesgaard
Aldur: 52 ár
Bústaður: Hellurnar/Hoyvík
Útbúgving: Danmarks Journalisthøjskolke,
1982
Starv: Rithøvundur/journalistur