Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 26 VIKUSKIFTI Á donskum verður tað kallað »autoværn« – hesin lági gelendarin, sum skal forða fyri, at bilar fara útav og kanska rulla fleiri hundrað metrar oman. Á føroyskum hevur orðið »bilverja« verið brúkt, og tað riggar ikki illa. Men nú sigur tann føroyska orðabókin, at hendan verjan skal eita – vegstokkur. Lesarin hvøkkur við. Øll kenna orðið »stokkur«. Vit hava stokkastovur, sum eru gjørdar av vatnrøttum viðabulum. Konur hava ofta stokkar við, tá ið tær fara at vitja. Tað, sum varar stutt ella munar lítið, kann kallast stokkutur hiti. Og tað, sum á skipi eitur »lúnning«, verður á báti kallað stokkur. Um bát, sum er søkklaðin, kann verða sagt, at »hann fleyt um stokkarnar«. Hetta hendi ikki so sjáldan við torvbátum, og mangur góður føroyingur er druknaður av hesi orsøk. Tað er kanska myndin við árabátinum, sum hevur fingið orðasmiðin at gera orðið »vegstokkur« um bilverjuna. Men hvussu beinrakið er hetta? Tá ið eingin normalur føroyingur hevur nakran kjans til at gita sær til, hvat tað nýggja orðið merkir, so er orðið ikki gott. Er lesarin stokk-konservativur, so fara hansara tankar at ferðast á leiðum, sum einki hava við bilkoyring og ferðslutrygd at gera. Hann fer at hugsa um ommuna, sum altíð hevði stokkarnar frammi og mangt fløvandi plaggið legði úr hondum. Ella hann hugsar sær, at tað er vegristin, sum nú verður gjørd við tjúkkum stokkum. Men er lesarin ikki afturhaldin, kanska heldur framfýsin fyri ikki at siga radikalur, so leggur hann bara tann óforstáiliga tekstin frá sær og mutlar: Hasin orðafrøðingurin er ordiliga forstokkaður. (MT) Stokkut verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð 1 Finna altíð okkurt, sum tær kunnu geva monnum kompliment fyri – eg elski títt... oyrabrøsk. 2 Fylgja við í Darfur – George Clooney vitjar jú har av og á 3 Duga at svara øllum spurningum um dreingjabólkar í pubkvissum 4 Koma heim við sama tali av børnum, sum tær fóru til handils við 5 Ummøbelerað uppvaskimaskinuna, eftir at tú hevur sett í hana. 6 Bjarga Hugh Grant frá at verða arbeiðsleysur 7 Geva tær hjartasorg 8 Missa lyklarnar til bilin burtur 9 Vera flóvari enn tú vart fullur 10 Duga at stýra í supermarknaðinum uttan GPS 11 Gera fløgusavnið spennandi við at koyra skeivar fløgur í húsarnar. 12 Vita nær tað skal skiftast á seingini 13 Eiga børn 14 Bjarga tær dagin við einum smíli 15 Geva bróst 16 Deila tínar hemmiligheitir við sínar bestu vinkonur 17 Spyra »smakkar hetta ikki løgið?« 18 Missa samanhangin í filmum 19 Bjarga døgurðanum, sum tú næstan hevur oyðilagt 20 Keypa ting og goyma tey aftast í skápinum Menn duga nógv, men tað er lítið aftur ímóti øllum tí, sum kvinnur duga betur enn menn. Her er nakað av tí Okkurt duga kvinnur betur enn menn er farin í jólafrí BræVKaSSin Menn duga eisini Í næsta Vikuskifti fara at finna 20 – minsta tað – ting, sum menn duga betur enn kvinnur Mynd: iStoCK