Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 27 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Ummæli inna törnroos inna@sosialurin.fo »Luftkastellet der blev sprængt« er beinleiðis framhald frá seinasta filminum »Pigen der legede med ilden«. Tá kom Lisbeth illa fyri í end anum av filminum. Av somu orsøk er stórur partur av hesum filmi á sjúkrahúsi og í rættarsalinum. Nakrar actionscenur eru, men mest er hetta ein tosifilmur við nógv um eldri sjónleikarum. Lisbeth Salander (Noomi Rapace) trøllbindur, og er tað ein sonn frøi at síggja, hvussu hon, so at siga, altíð hevur tak á støðunum, hon rótar seg út í. Mikael Blomqvist (Michael Nykvist) hevur eisini ein stóran leiklut, men tíanverri eru Listbeth og Mikael sjáldan í sama rúmi. Spurningurin er, um hesin film­ urin ikki líka so gott hevði kunnað verið tann sjónvarpsfilmur, hann upprunaliga var ætlaður at verða. Hann hevur ikki líka nógvar actionscenur sum fyrru filmarnir, og søgan er ikki líka grípandi. Stund um kendist filmurin eitt sind­ ur langdrigin. Her skal eisini nevnast, at ljóðið var út av lagi vánaligt seinasta tíman. Hóast hesin filmur ikki er líka góður sum teir fyrru, so vil eg tó mæla til at síggja hann, eftirsum hann dregur samanum søguna hjá Salander. Ein fer eisini úr bio­ grafinum við einari góðari kenslu av, at rættvísi altíð sigrar at enda. Mest tos í triðja Stieg Larson filminum lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Maria Reynstind Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 250 g av sukri 2 egg 225 g av mjøli 2 tsk av vaniljusukuri 1,5 spsk av kakao 2 tsk av bakipulvri 1,75 dl av mjólk 150 g av margarini Glaring: 100 g av myrkri sjokolátu eitt sindur av róma Gummusa sjokomuffins Set ovnin á 200 hitastig við yvir og undirhita, ella 180 hitastig við hitaluft. Smeltað margarinið. Píska egg og sukur væl. Blanda mjøl, vaniljusukur, kakao og bakipulvur saman. Koyr í eggjablandið. Pískað mjólk og at enda margarinið í. Koyr deiggið í 12 stórar muffinsformar, og set í ovnin í umleið 25 min. Koyr glaring omaná, og njót tær afturvið einum koppi av te. Vælgagnist! Triðji oG seinasTi filmur um lisbeth salander er nú komin á skíGGjan