Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein SKrIva umSóKn Danska Sjómanskirkjan í Singapore søkir eftir hjálparfólki frá 1. Januar og minst eitt ár fram. arbeiðið umfatar ymiskar, praktiskar uppgávur, og tað er fjølbroytt verður sagt. Og kundi tú hugsa tær eitt slíkt starv – og eina slíka uppliving – so er at seta teg niður og skriva eina umsókn. Hjálparfólk í Singapore Starv hjá Sjómanskirkjuni Frá 1/1/2010 FrænDur á hEImavøllI leygarkvøldið bjóða Frændur til føðingardagsgildi í heimstaðnum Klaksvík. Frændur hevði eina føðingar­ dagsveitslu fyri fullsettari ítróttarhøll í havn fyri tveimum vikum síðani, og nú skal 25 ára dagurin haldast í Klaksvík. Stóra konsertin verður í KÍ­høllini. frændur 25 ár KÍ­høllin í Klaksvík / leygarkvøldið 5/12 SofiStikerað poppjól enski bólkurin pet Shop Boys eru ímyndin av lættbeintum popptónleiki, og teir báðir høvuðsmenninir hava duga framúr væl at skrivað fangandi poppsangir, hóast teir í løtum hava verið eitt sindur sofistikeraðir í málburði og atburði. og nú royna pet Shop Boys at halda jól í poppheiminum. tað gera teir við nýggjari ep-fløgu við fimm skeringum. pet SHop BoyS Christmas fríggjadagin 11/12 nú má City víSa Seg pengarnir eru nógvir, og planirnar stórar, men higartil hava úrslitini ikki fylgt við. manchester City ætlar sær at røkka fram millum tey fýra fremstu feløgini í onglandi, men skal tað eydnast, má City skjótt vísa meira og fáa meira burturúr. leygarkvøldið hava teir kjansin at gera ein ordiligan vørr, tá teir fáa vitjan av sterka oddaliðnum í ensku landskappingini MancHeSter city-cHelSea Canal+ leygardagin 5/12 kl. 17.30 BaBelStornið 100 ár tað eru liðin 100 ár, síðani rasmus rasmussen gav út fyrstu føroysku upprunaskaldsøguna Bábelstornið. landsbókasavnið hevur í hesum sambandi gjørt eina netframsýning við nýggjum og eldri tilfari, har livandi myndir, ljóð og talgilt tilfar bera framsýningina. vitjið framsýningina hjá landsbókasavninum á www.flb.fo BaBelStornið 100 ár www.flb.fo mikudagin 9/12- 31/12 idioturin greiðir frá henrik dahl er kendur danskur sjónvarpsvertur, sum á skíggjanum var tann lívligi og framfýsni maðurin, ið dugdi at undirhalda og spyrja. men hann fjaldi út yvir, at hann var maniodepressivur, og sjúkan gjørdist av álvara svár, tá ið hann var mest frammi. tað gekk út yvir familjuna, at henrik dahl var sjúkur, og í hesari bókini greiða hann og konan frá teirra lívi. ein boðskapur í erligu bókini er, a tað ber til at liva eitt gott lív sum maniodepressivur. Henrik daHl & caMilla eMBorg idiot / people’s press meira Salander á dvd nú er annar filmurin í millennium-røðini komin út á dvd. Bøkurnar seldu óvanliga nógv eintøk, og fyrsti filmurin í røðini var eitt ordans hitt. annar filmurin hevur eisini verið sýndur í biografunum, og nú hevur tú møguleikan at fáa filmin heim í stovuna. piger, der legede med ild, er eitt framhald av søguni mænd, der hader kvinder. pigen der legede Med ild dvd