mánadagur 7. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 234 - 7. desember 2009
Á býráðsfundinum
seinasta hóskvøld
samtykti Tórshavnar
býráð at keypa eina
flótibrúgv at brúka
við Bursatanga um
sumnarnar
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Orsøkin til, at Tórshavnar
havn ynskir eina nýggja
flótibúgv er, at ofta eru
fleiri stór ferðamannaskip á
redini í senn, og tá tað bert
sum er ber til at leggja at
við trækeina á Bursatanga,
er ynski sett fram um at fáa
eina flótibrúgv at bøta um
trupulleikan.
»Tað kemur meiri enn so
fyri, at fleiri enn eitt skip
liggja á redini samstundis,
og kann tað tí gerast heldur
trongligt við træbryggjuna.
Eisini kemur tað fyri, at skip
eru á Havnini á Ólavsøku, tá
tað ikki er møguligt at koma
inn
um
molan
millum
klokkan 14 og 18«, verður
sagt í grundgevingini.
Av tí at tað verður møgu
ligt at hava fleiri skip á
redini enn eitt og at hava
skip á ólavsøku um flóti
brúgv verður keypt, verður
mælt til hetta. Víst verður á,
at tað ber til at leggja eina
flótibrúgv á uttaru síðu av
Bursatanga, og á ólavsøku
kann
hon
leggjast
til
Skansabryggjuna.
»Umframt
at
brúka
brúnna til ferðafólkaskip,
kann hon eisini brúkast til
onnur hóskandi endamál.
Møguligt er at keypa eina
24x5 metur stóra flótibrúgv
fyri 400.000 krónur«, verð
ur sagt í grundgevingini.
Havnameistarin mælti til
at játta peningin av íløgum
hjá Tórshavnar havn til
endamálið, og havnanevnd
in samtykti at taka undir
við tilmælinum. Tað gjørdi
fíggjarnevndin eisini, og
hetta varð so endaliga
samtykt á býráðsfundinum
hóskvøldið.
Flótibrúgv til Bursatanga
Á býráðsfundinum
herfyri varð samtykt,
at Boðanesheimið
skal bjóðast út í
innbodnari licitatión.
Málið skal avgreiðast
skjótt, so arbeiðið
kann byrja so skjótt
sum gjørligt
BÝRÁÐSFRUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sonevnda Boðanesheimið
hevur seinastu mánaðirnar
– og kanska árini – fingið
nógva umrøðu. Tørvurin á
røktarheimsplássum
er
rættiliga stórur í Tórshavnar
kommunu, og ynski hevur
leingi verið um at bøta um
støðuna.
Glið kom veruliga á
málið, tá landið boðaði frá,
at kommunurnar fáa stuðul
at
byggja
røktarheim.
Stuðulin er helmingurin av
kostnaðinum tó bert upp til
700.000 krónur pr. búpláss.
Halla Samuelsen, for
kvinna í sosialu nevnd hjá
Tórshavnar býráð, sigur, at
lýsing fer í bløðini hesa
vikuna til eina prekvali
fikatión, har byggifeløg
kunnu bjóða seg fram.
Prekvalifikatiónin hevur
freist til 15. januar, og tá er
so ætlanin at velja upp til
fimm fyritøkur út til eina
innbodna lisitatión, sigur
Halla Samuelsen.
Røktarheimið,
sum
á
mannamunni verður kallað
Boðanesheimið, fer at hava
pláss fyri 64 búfólkum.
Mett verður, at tørvurin í
kommununi er 145 pláss,
harav eini 75 eru bráfeingis
tørvur. Nýggja røktarheimið
dekkar
tí
fram
ímóti
bráfangis tørvinum.
Heimið verður bygt so
leiðis, at nøkur av rúmunum
verða til fólk við serligum
tørvi, eitt nú sálarliga sjúk
ella fólk, ið á einhvønn hátt
ikki kunnnu verða saman
við øðrum.
Tað kunnu verða til fýra
búfólk ella niður í tvey so
leiðis, sum tørvurin einaferð
er, sigur Halla Samuelsen.
Liðugt í 2012
Tá tær upp til fimm byggi
fyritøkurnar eru útvaldar,
fáa tær tíð fram til apríl/mai
at lata síni tilboð inn, og so
er ætlanin, at arbeiðið kann
byrja eftir summarfrítíðina.
Umsitingin
gjøgnum
gongur
í
løtuni
byggi
skránna, og tá tað er gjørt,
verður lýst í bløðunum.
Talan verður um føroyskar
byggifyritøkur, tí lýst verður
ikki í donskum bløðum.
Stuðulin frá landinum
verður upp til 44,8 milliónir
krónur og roknað verður
við, at samlaði prísurin tí
fer at liggja um tær 90
milliónirnar.
Býráðið ætlar at fíggja
sín part av kostnaðinum við
lánstøku.
Tær fimm byggifyritøkur
nar, sum verða valdar út, fáa
upp til 150.000 krónur í
samsýning, tó ikki tann, ið
fær arbeiðið at gera. Tilboð
ini verða vektað eftir arki
tekturi 20%, funktionaliteti
20%, tilfar/góðska 15%, til
boðsupphædd 20% pg sam
svar við byggiskránna 25%.
Halla Samuelsen sigur, at
ætlanin er at byrja bygg
ingina eftir summarfrítíðina
og at heimið skal standa
liðugt fyrst í 2012.
Tað fer so at ganga ein
mmánaður ella so frá tí at
arbeiðið er liðugt, til fystu
búfólkini kunnu flyta inn,
sigur
Halla
Samuelsen,
forkvinna í sosialu nevnd.
Boðanesheimið bjóðast út
Miðað verður ímóti at byrja arbeiðið upp á nýggja
røktarheimið yviri við Strond eftir summarfrítíðina
Brown dragnar aftur
Tvær meiningakanningar, sum vórðu kunngjørdar í Bretl
andi um vikuskiftið, benda á, at hetta stjórnarskeiðið hjá
Arbeiðaraflokkinum fær ein enda næsta ár. Í síðsta mánað
vístu kanningar, at Arbeiðaraflokkurin var farin at toga seg
inn á konservativa flokkin, men tær nýggju kanningarnar
vísa, at stjórnarflokkurin er aftur farin at dragna. Reuters
skrivar, at eftir teimum nýggju kanningunum fer konserva
tivi flokkurin hjá David Cameron at fáa millum 20 og 50
tinglimir fleiri enn Arbeiðaraflokkurin á valinum, sum
verður næsta ár.
Elizabeth hartar bløðini
Í Bretlandi er Elisabeth drotning troytt av, at tey bretsku
bløðini prenta sokallaðarar paparazzimyndir av teimum
kongaligu, og nú hevur hon biðið bløðini gevast við tí. Í
brævi til fleiri blaðstjórar heita advokatarnir hjá kongs
húsinum á blaðstjórarnar um at vísa virðing fyri privatlívi
num hjá teimum kongaligu. Á jólum fæst at síggja, um
bløðini fara at gera eftir áheitanini. Tá fara tey kongaligu
at halda jól á Sandringhamslottinum, og so er spurning
urin um nakrar langar fotolinsur vera uttanfyri, skrivar
Sunday Telegraph.
Her á uttaru síðu av Bursatanga fer at flótibrúgv at liggja komandi summar
Mynd: Álvur Haraldsen