Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 234 - 7. desember 2009 Obama ongar spurningar Norsk tíðindafólk fáa eftir øållum at døma ikki orðið á amerikanska forsetan, Barack Obama, tá hann í vikuni kemur til Oslo at taka ímóti ársins Nobel-friðarheiðursløn. Fyrrapartin hósdagin skal Obama hava fund við Jens Stoltenberg, forsætisráðharra. Aftan á fundin fara teir báðir at siga nøkur fá orð við fjølmiðlarnar, men eftir ætlanini sleppa fjølmiðlafólkini ikki at seta teimum spurningar, skrivar NTB. Sambært tíðindastovuni eru heldur ongar ætlanir um nakran tíðindafund, tá Obama vitjar Oslo. Ringasta ár síðani kríggið Búskaparstøðan í Danmark er nógv verri, enn fólk geva sær far um, og í veruleikanum er árið í ár tað ringasta fyri danskan búskap síðani seinna heimsbardaga. Tað skriva búskaparfrøð- ingarnir hjá Nordea-bankanum í einari nýggjari frágreiðing. Teir vísa á, at danska bruttotjóðarframleiðslan minkar næstan fimm prosent í ár, og at talan er um stórt fall innan privatu nýtsluna, byggivinnuna, vinnuíleggingar og útflutningin. Búskaparfrøðing- arnir hjá Nordea siga, at hóast danir hava fingið fleiri pengar um hendi, er privata nýtslan ikki vaksin, heldur tvørturímóti. Hvalbiar Kommuna ger tað lættari hjá barnafamiljunum, men noyðist at læna pengar fyri ikki at lensa seg heilt fyri pengar Hvalbiar Kommuna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verðurt tað lættari at verða barnafamilja í Hvalba. Tað er greitt, nú Hvalbiar Bygdaráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Bygdaráðið hevur sam- tykt, at næsta ár skal skatta- prosentið verða 20% og tað er tað sama sum í ár. Hinvegin hevur komm- unan samtykt at næsta ár skal barnafrádrátturin hækk ast 2000 krónur fyri hvørt barnið, so at hann verður 5000 krónur, aftur ímóti teimum 3000 krón- unum, hann er í dag. Otto West, borgarstjóri, sigur, at hetta verður gjørt fyri at gera tað lættari at vera barnafamilja í sóknini. Lítið hugaligt Men burtursæð frá tí, er fíggjarætlanin hjá Hvalbiar kommunu fyri næsta ár, lítið hugaligur lestur. Nú er kommunan nevni- liga komin í ta støðu, at hon fer at læna fýra milliónir næsta ár fyri at tryggja komm ununi nóg stórt gjald- føri at arbeiða við. Men hetta merkir ikki, at kommunan er í neyð, tí tey eiga seks milliónir á bók og skuldin frammanundan er minni enn ein millión. Sostatt er enn langt upp undir hámarkið fyri, hvussu nógv kommunan kann lána, tí markið er ein kommuna kann ikki skylda meiri enn eina álíkning og í Hvalba er tað 17 milliónir. Men orsøkin til, at komm- unan fer at taka lán, er fyri ein stóran part tann, at Hvalbiar Kommuna noyðist sjálv at betala tær 11 milli- ónirnar, sum tað kostar at umvæla havnarlagið eftir tann stóra skaðan sum tað fekk í hørðu kyndils messu- ódnini í 2008. Síðsta gjaldið upp á tríggj ar milliónir fyri um - væl ingina, skal betalast næsta ár og tað merkist á kassanum, tí so er hann kom in niður á tríggjar milli- ónir. – Hesi síðstu árini er hetta ein útreiðsla, sum hev ur tyngt kommuna rætti- liga illa, staðfestir Otto West. Borgarstjórin dylir ikki fyri, at hann er sera mis- nøgdur við at løgtingið ger mismun á kommunum í Føroyum, sum eru komin í akkurát somu støðu. – Eg skilji ikki, at Skála- vík fekk almennan stuðul til at umvæla skaðan, sum Kyndilsmessuódnin elvdi til í havnarlagnum har í bygd ini, men Hvalbiar Komm una fær ikki eitt oyra fyri skaðan, sum hendan sama ódnin elvdi í Hvalba, hóast skaðin í Hvalba var meiri enn 10 ferðir so um - fatandi, sum tann í Hvalba. Sama sum í ár Annars verður roknað við, at skattainntøkan í Hvalba verður 17 milliónir og tað er sama inntøka sum í ár. Næsta ár verða 3,4 milli- ónir settar av til íløgur næsta ár og tað skal brúkast til umfatandi ábøtur á skúl- an. Men umfatandi ábøtur skulu eisini gerast á sam- býli, umframt at kloakkirnar skulu byggjast út. Men ætlanin er eisini at breiðka høvuðsvegin ígjøg- num bygdina og tað er eitt kostnaðarmikið tiltak, tí tað merkir, at nógvir garðar skulu flytast og at fólk skulu geva frá sær nakrar metrar av túni ella urtagarði, tí allastaðni er bygt heilt í vegin. Fiskimannafelagið segði sáttmálan við reiðararnar upp, men tað er ikki so mikið sum eitt komma flutt í tí nýggja sátt­ málanum, sum nú er undirskrivaður Sáttmála­ Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fiskimannafelagið fekk púra onki burtur úr at siga sáttmálan við reiðararnar upp. Tað kann staðfestast, nú partarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Fiskimannafelagið segði sáttmálan upp við kravið um hægri hýru og sátt mála- tryggjaðar frídagar á jól- um. Men nú samráðingarnar endaðu og partarnir skriv- aðu undir nýggjan sáttmála, hendi tað óvanliga, at tað er ikki so mikið sum eitt komma flutt. Sostatt samdust partarnir um at leingja sáttmálan eitt ár, fram til 1. desember 2010, púra óbroyttan. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at ætlanin var at fáa hýru- prosentið upp og at fáa frí á jólum, men har var onki at gera. – Vit royndu, hvat vit kundu, men onki bar til, sigur hann. Hann leggur afturat, at hóast Fiskimannafelagið hevði vildi hava onkrar broyt ingar, sum onki kost- aðu, bar tað heldur ikki til. – Men eg haldi, at tað er rætt at siga sáttmálan upp, tí vit eiga at royna at fáa ábøtur. – Men tað er ein spurn- ingur, hvussu stórt trýst, vit skulu leggja á reiðararnar, nú øll vinnan stendur at rapa, sum hann tekur til. Viberg Sørensen sigur, at samráðingarnar vóru skjót- ar, tí reiðararnir gjørdu púra greitt, at tað kom ikki upp á tal at góðtaka ein sáttmála, sum legði enn størri út - reiðslur á flotan, tí tað ber rætt og slætt ikki til, soleiðis sum tíðirnar eru nú. Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála, men tað varð ikki eitt komma flutt, so fiskimenn fingu onki burturúr Bíligari at eiga børn í Hvalba Fiskimenn fingu púra onki burturúr Hvalbiar kommuna er enn væl fyri, men nú er botnurin farin at hómast í kommunukassanum