mánadagur 7. desember 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
Endiliga! Soleiðis mundi
bróður parturin av teimum
47348 áskoðarunum á City
of Manchester Stadium
hug sa, tá Howerd Webb
bríksl aði fyri seinastu ferð
leygar dagin. Eftir sjey javn
leikir á rað kom lok sins ein
sigur í hús
Síðani ríkmenninir tóku yvir í
Manchester City, hevur felagið sett
fleiri met. Felagið hevur brúkt
milliardir av krón um upp á leikarar,
soleiðis at Man chester City skal
teljast millum tey fremstu liðini –
bæði í Premier League og í altjóða
fótbólti.
Higartil hevur hetta ikki hepnast
nak að serliga væl, og leygardagin
hevði Manchester City møguleika at
seta eitt met, sum staðfesti hví
felag ið undan dystinum í móti Chel
sea lá nummar sjey í deildini.
Tá hevði Manchester City spælt
sjey javnleikir á rað! Seinast liðið
vann ein dyst var 28. september.
Síða ni hevur Mancheser City spælt
sjey dystir, sum tilsamans hava givið
sjey stig og tí lá felagið á sjeynda
plás si í deildini, heldur enn at anda
Man chester United og Chelsea í
nakk an í oddastríðnum.
Bretskir
fjølmiðlar
samanbera
støðu na hjá Manchester City við
støðu na hjá Liverpool farna kapp
ing ar ár. Av teimum 38 dystunum
hvørt lið spælir hvørt kappingarár í
Premier League, spældi Liverpool
níggju av teimum javnar í fjør. Hetta
kostaði teimum nógv stig og í síðsta
enda eisini meistaraheitið.
Fyri Manchester City er meistara
heitið langt síðani farið. Men við
ein um javnleiki aftrat hevði Man
chest er City um vikuskiftið helst
eisini vinkað farvæl til Champions
League luttøku.
Hava potentiali
At liðið hevur potentiali skal tó
eing in ivi vera um. Hetta prógvar
stiga talvan eisini, tí hóast Man
chester City er tað liðið, sum hevur
flest javnleikir á kontoini, so er Man
chester City eisini tað liðið, sum
hevur fægst tap.
Ein dyst hevur Manchester City
tapt – á útivølli móti sitandi meistar
unum. Hinvegin hevði liðið bara
fimm sigrar í skjáttuni – tað sama
hava Wigan, Burnley, Blackburn og
Stoke, sum ríkmenninir í Manchester
City helst ikki vilja samanberast við.
City gjørdi øll málini
Leygardagin kom so sætti sigurin í
hús. Endiliga og umsíðir skoraði
Man chester City fleiri mál enn mót
støðuliðið. Í roynd og veru vóru tað
Manchester City menn, sum stóðu
aftanfyri øll málini í 21 sigrinum.
Adebayor legði Chelsea fram um
longu í áttanda minutti, tá hann
stað festi ivasomu byrjanina hjá sín
um monnum við at senda bóltin í
egið net.
Stutt fyri hálvleik reistist hann og
City aftur, tá hann í 37. minutti javn
aði. Stutt inn í seinna hálvleik legði
Tevez City á sigurskós og fleiri mál
komu heldur ikki.
Ikki tíð, Chelsea hevði fleiri møgu
leikar men Given í málinum spældi
ein branddyst og tað gav teimum í
síðsta enda sigurin og trý stig.
Góða dagin endaði Given við eini
brotssparksbjarging, tá hann vardi
fyri skotinum frá Lampard. Sambært
enska blaðnum The Sun er tað trý ár
síðani, at Lampard brendi eitt brots
spark.
Hetta sama blað skrivar eisini, at
Manchester City gott kann blanda
seg millum tey fremstu. Spurn ing ur
in er bara, um liðið hevur tað, sum
skal til fyri at standa seg millum tey
fremstu.
Bolton, Tottenham, Sunderland,
Stoke, Wolves, Blackburn, Everton,
Stoke, Portsmouth, Hull og aftur
Bolton eru næstu dystirnir hjá Man
chester City. Her skal liðið helst hála
ein sigur heim í hvørjum einasta
dysti.
Gera teir tað, so stendur knappliga
væl til undan dystinum móti Chel
sea og Liverpool í februar.
City aftur á sigurskós
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Úrslitini í Premier League hetta umfarið:
Everton Tottenham
22
Fulham Sunderland
10
Manchester City Chelsea
21
West Ham Manchester United
04
Wigan Birmingham
23
Wolverhampton Bolton
21
Blackburn Liverpool
00
Aston Villa Hull
30
Arsenal Stoke
20
Portsmouth Burnley
20
Shey Given gjørdist stóra hetjan í
Manchester - ikki bara í City, men
eisin í United – tá hann bjargaði
brotssparki frá Frank Lampard
Mynd: Polfoto/AP
Ronaldo brendi og sá reytt
Cristiano Ronaldo fekk brotsspark, misnýtti brotsspark, skoraði og fekk reytt kort,
tá Real Madrid vandi hóttandi tapi til sigur móti Almeria. Real Madrid stevndi
móti tapi, tá Almeria skoraði tvær ferðir um miðjan seinna hálvleik, eftir at Sergio
Ramos annars hevði lagt gestirnar á odda undan steðginum. Eitt korter fyri
leiklok javnaði Higuain, og avgerðin tóktist fella, tá Ronaldo í 81. minuttir fór
umkoll í brotsteiginum. Alves bjargaði royndini frá Ronaldo, men Benzema sendi
returin í netið, og tveir minuttir seinni kom Ronaldo á talvuna, tá han skoraði til
42. Í fagnaðinum um hetta málið fekk Ronaldo gult kort, og í seinasta
minuttinum av dystinum fekk hann enn eitt av slagnum, tá hann sparkaði eftir
Juanma Ortiz, tá teir báðir høvdu verið í tvídysti um bóltin.