Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 235 - 8. desember 2009 Ein samantvinning av føroyskum og útlendskum ser frøð­ in g um skal tekna størs ta einstaka byggi verk í Føroya søgu. Team Fuglark skal nevniliga tekna nýgg ja skúladepilin Skúlabygging Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í morgun varð avdúkað, hvør skal tekna skúladepilin við Marknagil. At byrja við vóru 25 feløg boðin at koma við sínum boði. Síð­ an varð skorið niður á fimm og at enda vóru tvey feløg, sum sluppu at koma við ein um endaligum boði. Tá tað kom til stykkis val di dómsnevndin, sum er mann að av teimum, ið fara at nýta skúlan, umframt ser frøði, fram til, at tað skal vera Team Fuglark, sum skal tekna skúladepilin. – Toymið hevur í allari til gongdini sýnt ein megna vilja og eitt vælorðað ar beiði við uppskotinum og snið gevingini av hug skoti­ num, sigur dómsnevndin í síni grundgeving. Hon leggur afturat, at upp skotið á ein sannførandi hátt livir upp til støðið, sum var sett fyri uppgávuna. Team Fuglark Samtakið, sum skal tekna skúlan er mannað av Fugl­ ark, Bjarke Ingels Group ApS, Lemming & Eriksson, Sámal Johannesen, Martin E. Leo Sp/f og Kj Elráð. Hetta er altso eitt samtak, sum er mannað av før oy­ ing um og dønum, sum hava fing ið til uppgávu at pro­ jekt era skúlan við Markna­ gil. Eftir ætlan skal sjálv pro­ jek t eringin kosta ímillum 30 og 40 milliónir krónur og vera liðug í fyrru helvt kom andi ár. Næstan endaligt Í morgun varð eitt uppskot víst fram, og dentur verður lagdur á, at uppskotið, sum varð lagt fram í morgun ikki er langt frá endaliga úrs liti num, sum skal vera klárt til skúlabyrjan í 2014, tá ætlandi 391 milliónir krón ur eru nýttar til skúla­ depilin. Hinvegin er eisini latið upp fyri, at hesin glas bygn­ ingurin við flagtaki kann broyt ast eitt vet, um onkrar fyri treytir broytast. Grønur skúli Umframt at vera eitt stórt byggi verk, so verður eisini lagt upp til, at skúlin skal hava eitt lítið útlát. Til upp­ hiting liggur nevniliga í kort unum, at nýta jarðar­ hita, sum skal vinna seg sjálv an innaftur eftir fimm til tíggju ár. Tað vil altso siga, at tað upprunaliga ger skúl an eitt sindur meiri kostn að armiklan, men tað skal vera ein sparing í longd ini. Team Fuglark fekk Marknagil Trolaramenn fáa endurgjald Bretskir trolaramenn, sum vóru uppi í troskastríðnum við íslendingar í sjeytiárunum, fáa nú endurgjald frá bretsku stjórnina fyri tann inntøkumiss, ið stóðst av íslendsku fiskimarksútflytingini. Peter Mendelson, handilsmálaráðharri, hevur júst hitt trolaramenn úr Hull, Grimsby, Fleetwood og Aberdeen, har hann handaði teimum fyrstu endurgjald. BBC veit at siga, at umleið 1.000 fyrrverandi trolaramenn fáa endurgjald fyri inntøkumiss, men sambært blaðnum Grimsby telegrapg hava umleið 2.500 fyrrverandi trolaramenn søkt um at fáa endurgjald. Til Íslands eftir arbeiðsmegi Grønlendska landsstýrið ætlar sær at gera sær dælt av, at heilsuverkið í Íslandi skal spara millum seke og sjey prosent næsta ár. Sparingin hevur ætlandi við sær, at fólk, sum arbeiða sambært avtalu við heilsuverkið, missa arbeiðið, og teimum ætla grønlendingar sær at fáa fatur á, sigur KNR. Tí fara grønlendsku heilsumyndugleikarnir at skipa fyri einum tiltaki í Íslandi fyri at kunna um arbeiðsmøguleikarnar í Grønlandi. Men kappingin um tey íslendsku heilsustarvsfólkini er hørð, tí bæði norðmenn og sviar vilja fegnir hava fatur á teimum, sigur KNR. Her er eitt av donsku umboðunum fyri Team Fuglark, sum greiðir frá, at tað er týdningarmikið, at bygningurin fellir inn í landslagið Tíðindafólkini stóðu á rað, tá Helena Dam á Neystabø, staðfesti, at Team Fuglark skal tekna bygningin Leiðslurnar á ymisku skúlunum, sum skulu nýta bygningin vóru við í serfrøðingabólkinum, sum valdi Team Fuglark