týsdagur 8. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 235 - 8. desember 2009
– Fyri at bjarga bú
skapinum og minka
føroyska útlátinum
av veðurlagsgassum,
verða tey lágløntu
díkt undir í skatti
ímaðan tey væl
bjarg aðu bara skulu
sleppa at betala seg
burtur úr øllum, sigur
Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag
Skattapolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta fara vit aldrin at
góð taka.
Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya Arbeið ara
felag er greið yvir, at bæði
hennara fegna fakfelag og
øll onnur fakfeløg hjá teim
um lág og miðalløntu,
standa fyri eini veldugari
avbjóðing.
Og tann avbjóðingin er at
forða fyri, at fólk við lágari
og miðal inntøkum, verða
druknað í skatti, sum hon
málber
seg,
samstundis
sum tey vælbjargaðu bara
kunnu betala seg burtur úr
øllum.
Skatturin hækkast
Nú tað treingir saman um
fíggjarliga og búskapurin
hevur stórt hall, eru røddir
farnar at ljóða um, at tað er
neyðugt at breiðka skatta
grundarlagið, sum tað so
hábærsligt eitur.
Tey, sum meint verður
við, er, at skattatrýstið skal
økjast fyri at fáa alt at hanga
saman.
Í hesum sambandi hava
politikarar tosað um, at tað
er neyðugt at leggja avgjøld
á alt møguligt fyri at fáa
meiri í landskassan.
Fyri at fáa tað at glíða
lættari niður, verður tað í
summum førum kalla um
hvørvisgjøld, sum vit skulu
betala fyri at brúka olju og
annað umhvørvisdálkandi
evni og sum vit skulu betala
fyri at keypa bilar, sum
dálka meiri enn eitt vist.
Ein, sum er heitur tals
maður fyri at breiðka um
skattagrundarlagið,
er
sjálv ur landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, Jóannes
Eidesgaard og í hesum
sam bandi havur hann í
al mennu kjaki í sjón varp
inum hjá Kringvarpinum
beinleiðis nevnt, at onga
staðni rundan um okkum er
bensin og diesel til bilar so
bíligt sum í Føroyum og tað
er týðuligt, at hetta er eitt
øki, har hann kundi hugsað
sær at breiðka skatta grund
arlagið, sum hann málber
seg.
Láglønt betala meir
Men hesum er fakfelags
sam skipanin, Samtak, púra
ósamt í. Samtak er ein sam
starv ímillum trý stór fak
feløg, Føroya Arbeiðara fe
lag, Havnar Arbeiðsmanna
felag og Føroya Fiskimanna
felag.
– Húsarhaldini við lág
og
miðalinntøkum
eru
rætti liga illa sperd fíggjar
liga og tí eiga politikararnir
ikki at leggja enn størri
byrðar á tey, sigur Ingeborg
Vinther í Føroya Arbeið
arafelag.
Hon vísir á, at framm an
undan hava vit næsthægsta
skattatrýst í allari verðini,
so at díkja enn meirni skatt
á vanliga fólki, átti ikki at
komi nøkrum til hugs.
Vælbjargað kunnu
bara betala
Hon sigur, at tí er tað heilt
burturvið, at seta umhvørv
is sgjøld í gildið, sum tosað
hevur verið um.
Hon staðfestir, at avgjøld
ini venda tann tunga endan
niðureftir, tí tað er sjálvandi
nógv tyngri hjá fólki við
lág og miðalinntøkum at
betala avgjøld enn tað er
hjá vælløntum fólki.
– Sostatt eru avgjøld heilt
ótrúliga ósosial og ósoli
dar isk og tað er ein skatta
politikkur, sum vit aldrin
fara at taka undir við, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hetta fer at
føra við sær, at fólk við lág
og miðalinntøkum verða
druknað í skatti.
– Men tey, sum hava góð
ráð, kunnu framvegis liva
og láta, sum teimum lystir,
tí hjá teimum ger hvørki frá
ella til um ein litur av diesel
ella bensini kostar eina
krónur meiri ella minni.
– Hinvegin hevur ein
króna meiri ella minni stór
an týdning hjá fólki við
lægri inntøkum og sostatt
koma vit í eina støðu, har
tey verða knokkroytt í skatti
ímeðan tey við góðari inn
tøku, kunnu betala seg
burtur úr øllum, uttan at tað
ger nakran sum helst mun.
Loysi veruligu
trupulleikarnar
Ingeborg Vinther sigur, at
politikararnir skuldu heldur
loyst teir veruligu trupul
leikarnar og tað er, at teir
hava gjørt almennu fyrisit
ingina nógv størri, enn eitt
lítið samfelag, sum okkara,
maktar.
Samstundis verður fiski
ríkidømi fyri milliónir latið
reiðarum fyri onki at skalta
og valta við, sum teimum
lystir. Og tá ið teir ikki tíma
meir, kunnu teir selja hela
gávuna, teir fingu frá land
inum og stinga vinningin í
lumman, og tað hevur í
ávís um
førum
verið
hundrað tals milliónir.
Samstundis átalar for
kvinnan í Føroya Arbeið
arafelag
politikararnar
harð liga fyri at teir ikki
hava brúkt tey góðu árini til
at laga almennu útreiðsl ur
nar til tær verru tíðirnar,
sum máttu koma og til tær
inntøkuskerjingar,
sum
hava verið við niðurskor
num blokki.
…stóri trupulleikin í okkara fíggjarpolitikki er, at inntøkusíðan á
fíggjarlógini er alt ov veik....Hægsti marginalskattur hjá okkum er yvir
60% í teimum kommunum við hægsta skattaprosentinum. So henda
skrúvan kann neyvan skrúvast so nógv meira, uttan við tí avleiðing, at
fólk flyta burtur……
…..Tað verður tí eisini neyðugt at breiðka um skattagrundarlagið, og
tað vil uttan iva gera skatta skipanina meira sosiala og samhaldsfasta.
Her hugsi eg serliga um møguleikan, sum verður brúktur í øðrum
londum eitt nú við skatting av tilfeingi, sum tað almenna letur út
ókeypis, og sum onnur kunnu vinna stóran pening av. Men eg hugsi
eisini um tað órímiliga í, at vit ikki tora at skatta vanligan vinning, sum
samfelagið hevur skapt, og eg hugsi um umhvørvisgjøld.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður
Javnaðarfloksins, í formansrøðu síni á landsfundi floksins 7. november 2009
Politikarar í Føroy
um eiga ikki so frægt
sum taka spurningin
um ognarskatt
til viðgerar, tí tað
kann ikki koma
upp á tal, sigur for
kvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag
Skattapolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ognarskattur kann slett
ikki koma upp á tal í Før
oyum.
Tað staðfestir Ingeborg
Vinther, forkvinna í Før
oya Arbeiðarafelag.
Sum tað sæst í aðrastaðni
her á síðuni, er forkvinnan
í Føroya Arbeiðarafelag
hart ímóti ætlanini hjá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum at seta fleiri
avgjøld í gildi fyri at
breiðka skattagrundar lag
ið.
Í hesum sambandi hevur
spurningurin eisini verðið
nevndur um at seta ognar
skatt í gildi í Føroyum.
Men tað er ein spurn
ingur, sum politikarar ikki
so frægt sum eiga at taka
upp til kjak, staðfestir for
kvinnan í Føroya Arbeið
arafelag.
– Tað kann aldrin koma
upp á tal í Føroyum, tí tað
letur seg ikki gera, sigur
hon.
Hon heldur, at bæði
politik arar og búskapar
frøðingar hava lyndi til at
gloyma, at tað er eitt heilt
annað bústaðarmynstur í
Føroyum enn tað er í øðr
um londum.
– Í Føroyum hava fólk
onki val enn at hvørt húski
byggir síni egnu hús, tí
her hevur ongin íbúðar
bygg ing
verið,
uttan
kanska í Havn, har nakrar
fáar íbúðir hava verið
seld ar fyri okursprís.
Samstundis hava fólk
betalt skatt av hvørjari
krónu, tey hava forvunnið
og sum tey byggja húsini
fyri.
– Úrslitið er, at fólk
stríð ast við rentur og av
dráttur heilt upp í pen
sjóns aldurin, áðrenn tey
eiga húsini. Og tað er
nógv fyri, at ávísir politik
arar og búskaparfrøðingar
ikki tola at síggja, at eldri
fólk skulu kunna eiga síni
dýrt goldnu hús, uttan at
tosa um at leggja skatt á
tey einaferð afturat, tá ið
húsini eru goldin.
Tey lágløntu skulu
druknast í skatti
Ongin møguleiki
fyri ognarskatti
í Føroyum
Ingeborg Vinther vil ikki hoyra talan um, at vanlig fólk skulu
knokkroytast í skatti ímeðan tey vælbjargaðu bara skulu kunna
betala seg burtur úr øllum
Norðurlond ganga undan
Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland eru millum tey fremstu í
OECD, tá tað snýr seg um at viðgera blóðtøppar í hjartanum
ella heilanum. Tað sæst í einari frágreiðing, sum samanber
heilsustøðuna hjá fólki í teimum 30 OECDlondunum, og sum
danska heilsumálaráðið hevur kunngjørt. Tølini vísa, at støðugt
færri danir doyggja av hjartasjúkum, og frágreiðingin vísir
eisini, at framstig eru hend á krabbameinsøkinum. Eitt nú er
Danmark tað av OECDlondunum, sum hevur havt ta størstu
framgongdina innan bróstkrabbaviðgerð síðani 2002.
Størri hvalakvotu
Norsku myndugleikarnir ætla at loyva teimum norsku
hvalabátunum at veiða munandi fleiri sildrekar næsta ár
enn í ár. Í ár høvdu bátarnir loyvi at veiða 885 sildrekar,
men bátarnir veiddu bara 484. Kortini hevur Lisbeth
Berg Hansen, fiskimálaráðharri, sagt, at ætlanin er at
økja kvotuna upp í 1.286 hvalir næsta ár. Sambært
einum embætismanni í fiskimálaráðnum er talan um at
flyta avlopið av kvotuni í ár til næsta ár. Norges
Råfisklag sigur, at hóast myndugleikarnir hava økt
kvotuna tey seinastu árini, er veiðan minkað, tí
eftirspurningurin eftir tvøsti hevur verið víkjandi.