Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 235 - 8. desember 2009 Leygarkvøldið 12. desem­ ber kl. 19.30 verður skipað fyri eini stuðulskonsert til frama fyri tað hjálpararbeiði, sum Calarasi Missiónin ger í Rumenia. Ymiskir sangbólkar og einstaklingar koma at lut­ taka á konsertini. Vit vóna, at tað verða mong, ið koma at líða á og sum vilja stuðla arbeiði, og verða við at geva teimum fátæku eina lívgandi hond. Tað er ókeyp­ is atgongd. Undan konsert­ ini verður innsavning til arbeiðð. Vit vilja minna á, at vit ikki hava terminal ella sletu til visakort. Hendan dagin er tað ókeypis at koyra úr Norð­ oyggjum og Vágum. Eitt hugskot var at gera dagin til ein desemberútferðar­ og shoppingdag til høvuðsstað­ in. Høvuðsstaðurin hevur ymiskt at bjóða í desember sum t.d. jólabýurin, ymiskt í miðbýnum, eins og tón­ leikur av ymiskum slagi. Tað vildi verið passandi á veg úr høvuðsstaðnum at lagt leiðina inn í Oasuna á Kirkjustræti í Hoyvík, har kendar sangrøddir verða at hoyra og dugnaligir tónleik­ arar gera kvøldið ríkt og hugnaligt. Tvey sjúkrahús Vit hava havt tað stóru gleði at kunna veitt tveimum sjúkrahúsum sengur, koyri­ stólar, høkir, gongustativ, lyft­ ir seingjaklæðir, starvsfólka­ klæðir, ymiskar køkslutir, eina røntku og mangt annað gagnligt til sjúkrahúsini. Vit standa fyri at fara nið­ ur aftur í komandi ári við einum trailara við sjúkra­ húsútgerð. Vit vilja verða fólki takksom um tit vilja geva okkum eina fíggjarliga hjálpandi hond. Flutningurin til Rumenia kostar 29.000 kr, tá verður tað koyrt til dyrnar og avskipað har. Tað hevur havt stóran týdning fyri sjúkrahúsini at vit her úr Føroyum hava giv­ ið teimum hesa útgerðina. Í nógvum av sengrunum, sum vóru á sjúkrahúsinum, vóru madrassurnar tunnar og har­ til vánaligar, so tað var stór frøði, bæði á starvsfólki og sjúklingum, tá ið sengur og madrassur komu til sjúkra­ húsið úr Føroyum. Somu­ leiðis var tað gjørligt at hjálpa upp á køksútbúnaðin, har eisini illa var statt við útgerð av ymiskum slagi. Tað er stórur tørvur á ábót­ um, so sum málaraarbeiði, rør­ og sanitetarbeiði og ann­ ars alt fyrifallandi arbeiði á báðum sjúkrahúsunum. Tí hevði tað verið gott, um onkur kundi farið niður at givið eina hjálpandi hond, eisini sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og annað gott fólk innan sjúkrahúsverkið eru vælkomin. Vit eru spurdir, um vit kunnu skaffa fólk sum kann geva teimum eina hjálpandi hond, bæði lækna­ liga og handverksliga. Fólkið í smábygdunum Sjálvt um Rumenia er komið inn í EU, so er vælstandurin ikki komin til smábýirnar. Tað er einamest teir stóru býirnir sum hava ágóðan av limaskapinum í EU. Vit síggja tað sum rætt at veita hesum fólkum eina hjálpandi hond. Í augustmánað sendu vit ein trailara til Rumenia. Tað var ætlað fólki, sum býr har í býnum sum vit arbeiða. Vit høvdu ta gleði at senda 400 posar av góðum klæð­ um, so var tað millum ann­ að møblar, sengur, madrass­ ur og nógva annað gott. Vit takka tykkum sum hava givið eina hjálpandi hond í tí praktiska. Somu­ leiðis takka vit teimum handl­ um og privatfólki, sum hava givið okkum klæðir og nógv onnur nyttug ting. Alt verður móttikið við stórari gleði og tøkk, eisini tit sum hava stuðl­ að við peningagávum, siga vit hjartans tøkk. Ymiskt koma at syngja Hesir sangbólkar og einkult persínar koma at luttaka: Oasubrøðurnir, Petur Her­ mansen, Ragnar í Vík, Sám­ al Hanne og Gerhard Logn­ berg, Kvinnukórið í Nebo á Toftum, Hallmar Winther, Randi Nolsøe, Sólva Ford, kvinnubólkur úr Suður­ steymi og Vágum, Heine Lützen og fleiri. Vit takka leiðsluni í Oasuni fyri at vit kunna hava hesa stuðuls­ konsertina í hølum tykkara. Fløgur frá stuðulskonsert­ ini ið vóru í Eydnuni á Oyrarbakka og í Badminton­ høllini í Klaksvík verða at fáa á konsertini. Fløgurnar kosta 100 kr. pr. stk. Við keyp av báðum er tað 170 kr. Um ein ynskir at stuðla arbeiði okkara millum fátæk fólk í Rumenia, er tað gjørligt við at flyta pen­ ing. Eik banki 9181­ 425.266.9. Føroya Banki 6460­161.854.9. Suðuroyar Sparikassi 9870­102.402.8. Norðoya Sparikassi 9865­ 103.947.9. Vit takka blað­ num fyri, at vit kundu fáa hetta í blaðið. Vitjið heima­ síðuna www.jofri.dk Vinarliga Tummas Juul Askham Stuðulskonsert í Oasuni Jóhnnus Danielsen og Thomas J. Askham saman við starvsfólkum á sjúkrahúsinum og borgarstjóranum í Budisti nøvn