Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 236 - 9. desember 2009 Listarliga »Ringrásin« hjá Oggi Lamhauge er fullgjørd, nú bókin og seinasti liðurin í verkinum er komin sum minnið um verkið, ið einaferð var List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mong mundu undrast, tá listamaðurin Oggi Lam­ hauge 1. juni í 2007 kom inn á Kunningarstovuna í Gamla Bókahandli við einum bakka við frískum grasbøkkum. Bøkkarnar legði hann á gólv­ ið í einum skulpturellum skapi, tók eina mynd av teim­ um og lat teir vera liggjandi. Sum frá leið gekk tað upp fyri fólki, at hetta var byrj­ anin til sermerktu listarligu »Ringrásina« hjá listamann­ inum. Tí tá juni mánaður leið móti endanum, kom Oggi Lamhauge inn aftur, fór avstað við bøkkunum og kom aftur við einum bunka av mosa, sum fekk pláss á gólvinum 1. juli 2007. Soleiðis helt listamaðurin á í eitt heilt ár. Í sptember mánað hevði hann eina stóra rúgvu av eplum við sær, fyrst í mars kom hann við longum slintrum av tara ­ hvørja ferð eitthvørt lív­ runnið tilfar, sum hann bar út aftur í náttúruna, har hann hevði tikið tað. Bøkk­ arnar koyrdi hann til dømis aftur til Søldarfjarðar. Æviga ringrásin 12 mánaðir seinni var rúmið í Kunningastovuni tómt, og eftir vóru bara myndirnar. Men Oggi Lamhauge var ikki heilt liðugur. Fyri at full­ gera ringrásina og varðveita minnið um listaverkið, sum einaferð var, fór hann undir at savna myndirnar í eini bók. Í bókini hava fýra før­ oyskir yrkjarar fingið hvør sína árstíð at skriva yrkingar til. Men hóast ringrásin soleiðis nú er fullgjørd, endar hon ikki her, tí við yrking­ unum sprettir nú nýggj list úr myndunum sum ein byrjan, til enn eina ringrás. Ella sum Ingeborg Bugge, listfrøðing­ ur, skrivar í innganginum: »Við hesum fyribils sein­ asta taki megnar Oggi Lam­ hauge hegnisliga at snara lívsins ringrás av nýggjum. Tað er ikki bara æviga aftur­ koma lívsins, men listar­ innar« ­ Eg havi altíð verið hug­ tikin av at síggja, hvussu alt doyr og kemur aftur í eini óendaligari ringrás, har »onki nýtt er undir sólini« sum Prædikumaðurin og Nietz­sche filosofera yvir, sigur Oggi Lamhauge. Men onkursvegna lagrar alt seg kortini í okkara minni og verður til eina fel­ ags mentan, minnir Oggi Lamhauge á. Tað er eisini her, bókin fær sín serliga leiklut sum dokumentatión av einum minni, sum kann liva víðari í komandi ættarliðum ­ kanska sum ein ímyndandi máti hjá menniskjum at læra av tí, sum er farið, hug­ leiðir listamaðurin. Øðrvísi landslagslist Ein annar tanki við verkin­ um er at vísa vanlig ting í einum øðrum samanhangi, so vit fara at hugsa um tey av nýggjum. Til dømis setir tað nakrar heilt aðrar tankar í gongd, tá vit sígga ein bunka av eplum á gólvinum í Gamla Bókahandli, enn tá vit sita og flysa tey við døg­ urðaborið. Soleiðis verður týdningurin av gerandisfyri­ brigdum eisini kveiktur av nýggjum í ringrásini hjá listamanninum. ­ Hetta er kanska eisini ein annar máti at spæla sær við landslagslist í føroysk­ um høpi, tí heldur enn at mála náttúruna, hava eg flutt hana inn í eitt rúm, har hon lutvís fór í upploysn, sigur Oggi Lamhauge og vísir á, at í so máta leggur verkið seg tætt at sonevndu Land Art listini, ið er ein listastílur, sum stavar frá 1960’unum. ­ Land Art listafólkini skaptu síni verk úti í náttúr­ uni og fluttu so at siga lista­ søvnini út í landslagið, greið­ ir Oggi Lamhauge frá. Við at lata verkini fara í upploysn, var hetta eisini máti at provokera okkara vanligu fatan av listaverkum, sum nakað, sum skal varð­ veitast og ansast væl eftir. Nýgg list Nú »Ringrásin« er fullgjørd og minnið um verkið er komið út í bók, hava vit samstundis fingið eina røð av nýggjum yrkingum og tekstum frá fýra av okkara yrkjarum og rithøvundum. Til at skriva tekstirnir hevur Oggi Lamhauge valt Odd­ fríða M. Rasmussen, Sigrið Gaini, Petur Pólson og Rak­ el Helmsdal. ­ Eg vildi hava tvey mann­ fólk og tvey konufólk, sum eru á leið á mínum aldri, so okkara tíðarseting í ævigu ringrásini er á leið tann sama. Men fyrst og fremst valdi eg tey, tí mær dámar væl tað, tey skriva, og tí tey eru rættiliga ymisk sum lista­ fólk, sigur Oggi Lamhauge, sum heldur tað vera sera áhugavert at lesa teirra tulk­ ingar av verkunum og árs­ tíðunum. Millum annað skrivar Oddfríður M. Rasmussen soleiðis um Desember »STAÐUR/ÓSTAÐUR grund í rúmlendi sipar til ólátað umfar máað burtur í sorgtungari bylgju millum havlýdna ógerð« Og soleiðis halda tekstirnir í bókini á í eini ringrás, sum kanska einaferð kveikir upaftur aðra list í enn eini listarligari ringrás. Minnið um eitt listaverk fingið skap SEPTEMBER: »Eplir«: Ein bunki av eplum á gólvinum í Gamla Bókahandli setir heilt aðrar tankar í gongd, enn tá vit sita og flysa tey við døgurðaborið Bókasøla í Miðlon Nú tað stundar til jólar letur ein bókasøla upp í Miðlon í Havn. Her verður møguleiki at síggja eitt forvitnisligt bókaborð, og haraftrat er møguleikin at keypa onkra bókagávuna at leggja undir jólatræið. Á hesum bókaborðum eru bert føroyskar bøkur við kristligum innihaldi. Eisini eru nakrar forvitnisligar fløgur at keypa. Ágóðin av hesi bókasøluni fer til tey toymini, sum Heimamissiónin fer at senda til Kambodja komandi summar at virka saman við lokalu samkomunum. Jólasølan í Miðlon letur upp í dag, og er opin fram til 19. desember. - Eg havi altíð verið hugtikin av at síggja, hvussu alt doyr og livnar aftur í eini ævigari ringrás, sigur listamaðurin Oggi Lamhauge, sum hevur lagt enn ein lið afturat »Ringrásini« við nýggju bókini