Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 237 - 10. desember 2009 Røða, sum Jógvan Arge helt, tá nýggja býarhúsið Perlan varð tikið alment í nýtslu Jógvan Arge, Formaður í mentamálanrevnd Tórshavnar Býráðs Eitt lítið, fitt og bíligt býar­ hús var setningurin, sum býararkitekturin fekk, tá ætlanin um hetta húsið varð skotin í gongd fyrr í ár. Húsið skal brúkast til ymisk endamál, har fólk koma saman, og tað skal verða liðugt í dag heldur enn í morgin. So fór Michal Viderø til arbeiðis og kom aftur við tekningunum, sum nú eru vorðnar til býarhúsið Perlan í Havn. Ein einfaldur bygningur, sum skal gera gagn í ment­ unargøtuni. Ein bíligur bygningur, sum ikki krevur stórvegis av skattaprosentinum.. Kostar bara góðar tvær milliónir krónur sum hann stendur nú. Tilfarsvalið er einfalt. Her er bara brúkt betong, stál og glas. So kanst tú spyrja, hví farið varð undir hetta? Jú, sum liður í mentunar­ gøtuni, ið Tórhavnar Býráð hevur arbeitt upp á nú í fleiri ár. Tað hevur alla tíðina ging ið tann rætta vegin. Tjóð pallurin er á Meia rí­ num, ungdómurin er í Margarinfabrikkini, opið hús er stundum í Post hús­ kjallaranum, Miðlahúsið er hjá Valdemar Lützen og Jo ­ hannus Jensen er á Sjómans­ heiminum við sínari Hvonn. Í Bakarínum hjá Frans hava listarmenn hildið til leingi. Har verður kanska annað slíkt virksemi um skamma stund. Soleiðis grør um gangandi fót í ment unargøtuni. Í fjør varð farið undir royndartiltøk í Reinsarínum, serliga fyri tónleikarar, men eisini annað virksemi. Tað hevur hepnast væl. Teir gomlu og illa farnu skúrarnir hjá Meiarínum, sum her stóðu, og Reinsa­ ríið, sum Mjólkaforsýningin eisini átti í sínari tíð, hava leingi verið hugsaðir í einari og somu loysn. Tá tað tóktist fara at kosta í meira lagi at gera Reinsa­ ríið av nýggjum innan, varð hesin parturin, sum vit nú taka í nýtslu, tikin fram um í hesum umfarinum til frama fyri fjølbroytt virk­ semi í mentunargøtuni. Hetta er alt í besta sam­ ljóði við framkomnan ment unar­ og trivnaðar poli­ tikk á okkara leiðum. Tað, sum vit uppliva, er, at tann lívligasta ídnaðar­ og hand­ ilsgøtan í Havn í manna­ minnir er umbroytt til økið, har havnarfólk, ung sum eldri, koma saman til gaman og álvara á degi sum á nátt. Men Reinsaríið er ikki gloymt. So seint, sum á sein asta fundi í menta mála­ nevndini, høvdu vit bæði projekt og modell á borð­ inum til eitt fjølbroytt hús, og vit eru farin at vita, um vit ikki megna at skrava nakrar krónur saman at gera kjallarahæddina sum skjót­ ast – so vit loksins fáa spæli staðið í Tórsgøtu. Fyrireikingar eru longu í hesari byggingini gjørdar at samanbinda Reinsaríið og Perluna. Ein gongubrúgv hús anna millum er fyri reik­ að í hasum endanum yvir um túnið. Tað er kortini eitt men við húsum her á leiðini, og tað er, at tey liggja so lágt í mun til sjógvin. Vit minnast, at brimið skolaði heilt niðan móti Meiarínum, tá land­ nyrðingurin og lands synn­ ingurin leikaðu mest í. Síðani eru teir hermetiskt útistongdir. Tað er ein onnur søga. Men nú eru aðrar hóttanir á veg. Ísurin bráðnar norð­ anfyri, og vandi er fyri, at vatnstøðan broytist so nógv, at mangt, sum í dag er uppi á turrum, nakað skjótt fer at liggja einar tveir metrar undir í sjógv. Tí er tað umráðandi at steðga teimum hóttandi veðurlagsbroytingunum, og eg vóni sanniliga, at hesin spurningur verður fremst á skránni, tá Arnold Swarz­ en egger og Heðin Morten­ sen hittast til klimafund í Kjøpinhavn. Harra borgarstjóri: Vit kunna ikki dansa á Reinsa­ rínum ­ í klovstyvlum og kavarabúna, so her hava tit báðir guvernørarnir eina uppgávu, sum hastar! Eitt er skemt, annað er álvara. Vit hava flutt navnið Perlan á hetta húsið. Vit eru sannførd um, at Perlan sum frálíður verður ein perla í mentunargøtuni, tí tað, sum vit vilja við henni er, at skapa eitt alment rúm, har hvør sum ein kann fáa innivist. Tað er bara ein binding, og tað er, at veitslum og slíkum fara vit ikki at hýsa, tí vit hava onga ætlan um at kappast við grannarnar í vinnu lívinum um slíkar tæn astur. Annars kunna alskyns fundir, framførslur, fyri­ lestrar, samkomur, sýningar, móttøkur og hvørt av sínum vera her. Raksturin skal hvíla í sær sjálvum, og tí verður sámilig leiga tikin fyri hølini og tænastuna. Mentamáladeildin fyrisit­ ur húsið eftir eini reglugerð, Margarinfabrikkin tekur sær av tí dagliga, og fólk er kosið til at hava Perluna um hendi. Eitt er, hvat vit politikarar kunna bestemma okkum til í eini knappari vend, tá stemningurin er farin avstað við okkum. Annað er at fáa tingini sett í verk. Tað gerst ikki uttan góða hjálp. Í hesum førinum hevur byggifelagið hjá Valbjørn Dalsgarð staðið fyri út ­ grevstri, planering, kloakk­ arbeiði, betongarbeiði og timburarbeiði og Høgni Lauritsen haðani hevur ver­ ið projektleiðari og ráð­ gevi. Góð hjálp er fingin frá Nomatek, sum hevur gjørt stálarbeiðið, frá Løvube­ tong, sum hevur latið be ­ tong og betongelement, El.fo, sum hevur staðið fyri tí elektriska og lampum, Føroya ALU, sum hevur latið glasfasaduna, Pætur Rasmussen, sum hevur havt HVS og Ventilatión um hendi og Takplan, sum hev­ ur latið takið. Ljóðútgerðini hevur Hjalm ar Hvítklett staðið fyri, innbúgvið er frá Casa. Og skal ongin verða gloymd ur, so skal eg minn­ ast til at nevna, at spf. Munin gjørdi innleiðandi visualiseringar av Perluni. Takk fyri øll somul. Tit hava í felag megnað tað, sum fáur trúði fór at halda upp á tann eina dag, sum er í dag. Við ynskinum um, at tann nýggja Perlan verður ein perla í býarmyndini í Havn, fari eg at lýsa Perluna at verða alment tikna í nýtslu. Gerið so væl. Perlan í mentanargøtuni