fríggjadagur 11. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 11. desember 2009
Dystir um
vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
13/12
14.30
Neistin-StÍF
13/12
15.00
Stjørnan-Tjaldur
13/12
15.00
VB-VÍF
Atlantic Airways-kappingin
12/12
17.00
Neistin-StÍF
13/12
16.00
H71-VÍF
13/12
16.00
KÍF-Kyndil
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
13/12
13.30
Mjølnir-SÍ
13/12
14.00
ÍF-Dráttur
13/12
15.00
Fleyr-TB
Eik-ligan, menn
12/12
14.00
ÍF-Fleyr
13/12
15.30
Mjølnir-SÍ
Í Eik-liguni hjá bæði
kvinn um og monnum er
talan um toppdystir, tá
Mjølnir og SÍ bresta sam-
an í Badmintomhøllini
í Klaksvík sunnudagin.
Ser liga hjá monnunum er
kapp ing in á stigatalvuni
javn ari, nú stigini eru
koyrd niður í helvt
Dystirnir í Eik-liguni hjá monnum
um vikuskiftið eru teir fyrstu í sein-
nu hálvu av landskappingini. Tá
fyrra hálva endaði fyri viku síðani,
vórðu stigini koyrd niður í helvt, og
tí er munurin millum liðini mink að-
ur tilsvarandi. Tað átti at givið
spenn ing í báðum endum.
Serliga verður áhugavert at
síggja, hvat fer at henda í topp upp-
gerð ini millum menninar hjá Mjøl-
nir og SÍ, sum verður í Klaksvík
sunnu dagin. Liðini hava møtst
tríggj ar ferðir, og av teimum vann
Mjøl nir tær báðar fyrru ferðirnar og
SÍ ta triðju ferðina. Nú fæst so enn
eina ferð at síggja, hvør dregur
longra stráið.
Í hinum dystinum tekur ÍF á
Kambs dali í morgin ímóti Fleyr.
Enn hevur ÍF einki stig fingið, men
síðstu dystirnar er liðið farið at taka
sett frá hinum, so tí verður eisini
spenn andi at síggja, um støðuga
fram gongdin hjá ÍF røkkur til at
taka Fleyr.
Mjølnir til roynd
Spenningurin
í
Eik-liguni
hjá
kvinnu num er ikki heilt so stórur, tí
har hevur SÍ ligið klárt á odda alla
tíð ina, men líka so vist hevur tað
ver ið, at Mjølnir hevur verið argasti
kapp ingarneytin.
Sunnudagin
hava klaksvíkskvinnur møguleikan
at nærkast SÍ, um tað eydnast at
gera nakað við oddaliðið í hesi
topp uppgerðini, ið fyri Mjølnir má
metast sum sonn styrkiroynd.
Eisini er talan um ein nokk so
av gerandi dyst millum Fleyr og TB í
Gunda dalshøllini sunnudagin, tí
hesi bæði eru tey, ið kappast um at
sleppa upp í part sum avbjóðari
heilt har frammi. TB hevur tikið seg
fram í síðstuni, samstundis sum
spæl ið hjá Fleyr hevur svingað, so
her kann alt henda.
Dráttur skal sunnudagin á úti-
vølli møta ÍF á Kambsdali, og er
hetta ein dystur, Dráttur á pappíri-
num er favorittur til, tí ÍF hevur
higar til bara vunnið eina ferð í átta
roynd um. ÍF vil gera alt fyri at slep-
pa úr botninum, meðan Dráttur við
sigri ikki missir sambandið við
miðju na á stigatalvuni.
Tey bæði liðini, alt snýr seg
um í oddanum í Sunset-
kappingini, bresta saman
í KÍ-høllini sunnudagin. Í
Atlantic Airways-kappingin
er størsti spenningurin,
um StÍF í morgin kann gera
nakað við Neistan
Higartil hevur hondbóltskappingin
hjá kvinnunum stórt sæð bert snúð
seg um tvey lið, Tjaldur og Stjørnuna,
sum eru suverent tey fremstu og
eisi ni hava roynst nógv betur enn
nak að av hinum liðunum.
Tjaldur og Stjørnan eru ávikavist
átta og seks stig framman fyri Neist-
an, sum er næsta liðið. Tað er tó ikki
bara í stigum, at øgiligi munurin á
hesum báðum og restini kemur til
sjónd ar. Tey bæði fremstu liðini
hava ávikavist +91 og +77 í má l úr-
tøku, meðan Neistin á triðja plássi
hev ur +6!
Sunnudagin bresta tey saman fyri
aðru ferð, tá Stjørnan á heimavølli í
KÍ- høllini tekur ímóti Tjaldri. Fyrru
ferð ina, sum var í Runavík síðst í
okto ber, royndist Tjaldur væl drúgv-
ari, men spurningurin er so, um
Stjørn an hevur tikið seg so mikið
fram, at tað kann verða øðrvísi hesa
ferð.
Í Havn tekur Neistin ímóti StÍF,
sum brádliga bara er tvey stig aftan
fyri tær bláu, sum eru útslignar úr
steypa kappingini og nú bara hava
bronsuna eftir at stríðast fyri. Triði
dysturin er botnuppgerð í Vági, har
VB tekur ímóti VÍF, sum hevur tvey
stig, meðan VB enn eigur fyrsta stig-
ið til góðar.
Neistin og so hini
Hjá monnunum sær út til, at Neistin
gongur sínar egnu leiðir og dregur
frá hinum, ið eru fleiri um kapp in g-
ina nakað aftanfyri. Hesa ferð tekur
Neistin á heimavølli ímóti StÍF, sum
enn er fremsti avbjóðarin – men alt-
so er heili fýra stig aftan fyri odda-
liðið.
Skal kappingin snúgva seg um
annað, enn hvør skal í FM-finalu
sam an við Neistanum, mugu strand-
ing ar vinna. Ivasamt er tó, um teir
hava styrkina til tað, nú teir í morgin
skulu reisa seg eftir heimatap fyri
koll firðingum,
samstundis
sum
Neist in reið stormin av og vann í
Vest manna síðst.
H71 liggur aftur upp á lúr eftir
týs kvølds sigurin á Kyndli, og sunnu-
dagin skulu hoyvíkingar taka ímóti
VÍF, ið er aftast, men tykist vera í ferð
við at fóta sær eftir vánaligu byrjan-
ina. Í hinum dystinum sunnudagin
er talan um eina spennandi upp-
gerð millum KÍF og Kyndil, har
størsti spenningurin er, um koll firð-
ing ar enn eina ferð taka øll á bóli.
Stjørnan og Tjaldur í oddabraki
Tvífaldar toppuppgerðir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Stjørnan tekur sunnudagin ímóti Tjaldri
í oddabrakinum í Sunset-kappingini,
ið skal staðfesta, um Tjaldur framvegis
hevur munin ella Stjørnan hevur tikið
seg nóg nógv fram
Mynd: Álvur Haraldsen