Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2009 29 lýsingar www.sansir.fo Er títt lív KT? Heldur tú, at tað er spennandi at arbeiða við KT? Og dámar tær at arbeiða í einum umhvørvi við spennandi fólkum? So hava vit rætta starvið til tín. Uppgávurnar hjá telduumsitaranum eru í høvuðsheitum: • at rekja og menna lokalar netskipanir • at supportera brúkarar • at samskifta við veitarar • at taka lut í gerð av hagtølum KT-umsitingin er partur av Fíggjar- & fyrisitingardeildini, har íalt 9 fólk eru, sum m.a. starvast við bókhaldi, journalisering, ávísing, reingerð, køkshjálp og telefonmóttøku. Í løtuni er ein KT-umsitari, og við tær verða tit tveir umsitarar. Førleiki: Talan er um eitt avbjóðandi starv, sum krevur, at tú hevur: • førleika til sjálvstøðugt at skipa dagliga arbeiðið • starvsroyndir innan umsiting av netum og skipanum • relevanta útbúgving • góð samstarvsevni Fyrimunur er, um tú hevur kunnleika til at samansjóða skipanir í ymiskum umhvørvum. Vit bjóða: Eitt sjálvstøðugt starv í áhugaverdum unhvørvi við góðum møguleikum fyri skeiðluttøku og eftirútbúgving. Løn sambært avtalu. Miðað verður eftir at seta telduumsitaran skjótast til ber. Umsókn: Umsóknin skal sendast við teldu- posti til Mourits Joensen, deildar- leiðara, á mourits@als.fo. Tú fært váttan, tá vit hava móttikið teldupostin. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. januar kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at senda ein teldupost til Mourits Joensen á mourits@als.fo. Tú kanst eisini ringja til hansara á 349550. Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Fax 349551 • als@als.fo • www.als.fo ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 18 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Kulibakki 8 | FO-520 Leirvík | Faroe Islands | Tel 61 49 00 | Fax 44 33 49 | info@supplyservice.fo RED but GREEN www.supplyservice.fo Avloysari fyri skrivstovufólk í barnsburðarfarloyvi Eitt starv fyri skrivstovufólk í farloyvi er leyst at søkja hjá Supply Service. Starvið er 20 tímar um vikuna. Tíðarskeiðið er 15. januar 2010 – 31. august 2010. Høvðusuppgávur: Bókhald Vanligt skrivstovuarbeiði Telefon avgreiðsla Førleikakrøv: Hóskandi útbúgving Góðan kunnleika til Navision Góð samstarvsevnir Setanar- og lønar viðurskifti Sambart sáttmála við Starvsmannafelagið. Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Sólrun Poulsen, fíggjarleiðara á tlf 614900. Umsóknir Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinastalagið 1. januar 2010. Sosialurin / KvR 34 18 00