fríggjadagur 11. desember 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað
besta við at
starvast sum
rithøvundur?
At sleppa
at ferðast í
hugaheiminum
Hvat er tað ringasta?
Tú verður ov avbyrgd, einsamøll
Hvat elskar tú við Føroyum?
Alt!! Sjálvt hitt neiliga.
Hvat hatar tú við Føroyum?
Einki, men skal nakað nevnast, hevði
eg ynskt færri myrkar dagar.
Hvat er títt motto?
Tað man fara at ganga
Hvat er tín størsti brølari?
Tað eg fyrr metti sum brølarar, kann eg flenna
at í dag. Tað er fyrimunurin við at gerast vaksin.
Hvat er tað besta, tú hevur gjørt?
Slept tí fyrsta handritinum
Hvør dreymur skal førast út í
lívið í nærmastu framtíð?
Eg livi hann beint nú.
Hvat óttast tú?
At nakað skal henda mínum kæru.
Hvar stendur tú átrúnaðarliga?
Gamaldags kirkjufólk
Hvat er eitt gott lív?
At tú hevur gott samskifti við tíni kæru
og við fólk annars og eina góða heilsu
Hvør er tín fyrimynd?
Havi onga sum so. Haldi, at flest øll mennisku
eru so serstøk, at tú kanst síggja okkurt
at líta upp til hjá hvørjum einstøkum.
Hvat hevur verið besta
tíðarskeið í lívi tínum?
Beint nú
Hvør hending hevur havt
størstan týdning fyri teg?
Uttan samanbering at fáa børn og ommubørn
Hvat hevur verið tað ringasta?
At missa ein, tú vart góð við
Hvat hevur lívið lært teg?
At taka ein dag í senn
Hvat hevði tú gjørt, um tú var
ósjónlig/ur eina viku?
Kløkka fólk og haft tað ordiliga stuttligt
Hvat er títt besta ráð til Løgmann?
Savna tropparnar og fá tey at semjast
um at vera góð við hetta deiliga
landið uppá tann rætta mátan.
Um tú slapp at liva lívið umaftur,
hvat hevði tú gjørt?
Avgjørt fingið mær eina góða útbúgving.
Sólrún MichelSen
Eg livi mín dreym
lagt tIl rættIs: Rógvi Nybo
Fakta Sólrún MichelSen
Fødd: 11. mars1948
Bústaður: Gundadalsvegur 19
Starv: Rithøvundur
Familja: Gift við Poul Michelsen,
eigi trý børn og átta ommubørn