Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 238 · 11. desember 2009 17 VIKUSKIFTI KVInnUrnar VIt gloyma Tær eru nógvar og ofta væl útbúnar. Men føroyska saMfelagið dugir ikki at troyta teirra førleikar ‒ Í mÍnum heimlandi eigi eg at vera advokatur, men Í Føroyum arbeiði eg Í Fiski. Hetta sigur ein úTlendsk kvinna, suM býr í føroyuM. Útlendskar kvinnur Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com »Tú, hon sjálv, hvat kostar eitt lítið frá tær?« Frammanfyri útlendsku kvinn uni stendur ein skítfull ur maður. Hann er í einum síð um køli skáps for­ maðum svørtum leðurjakka. Einari út vaskaðari Kemilux t­skjúrtu. Bláum adidas sambaskóm. Og einum 501 Levi's kovboybuksum frá 1994. Tað er 90'ára kvøld í Rex. Stóra hittið »Ooah Aaah... Just a little bit« rungar í hátalarunum. Kvinnan, hann tosar við, er fyri stuttum flutt úr Asia til Føroyar. Hon skilur ikki rættuliga føroyskt og spyr uppaftur. Tá ósjarmerandi tilboðið loksins gongur upp fyri henni, er hon kvik og svarar »Fuck off!« Fáorðaður og nipin fer framligi mað urin til stroks. Tíverri verður hetta ikki seinastu ferð, at føroysk mannfólk ganga út frá, at hon er ein skøkja. Ein kvinna, sum selir sín kropp fyri pening. Og orsøkin er einføld. Hennara dimmi húðarlitur og hennara brongluta føroyska mál. Tað er jú logikkur fyri búrhøsn, sum danir taka til. Ella í minsta lagi logikkurin hjá fleiri føroyskum monnum. Hetta stendur millum annað at lesa í einari sosiologi upp gávu, sum setur sjóneykuna á, hvussu útlendskar kvinnur kenna seg við ur kendar og integreraðar í føroyska sam felag num. Tað er 25 ára gamla havnar kvinnan Barbara Jacobsen, sum í sam bandi við sína bacheloruppgávuna á uni versi tet­ inum í Lund í Svøríki, hevur gjørt fleiri samrøður við út lendsk ar kvinnur, sum eru búsitandi í Før oyum. Kenna seg býttar Skulu útlendsku kvinnurnar seta orð á størstu forðingina fyri at kenna seg viður kendar í Føroyum, eru tær ikki í iva. Tað er tað føroyska málið. Kvinnurnar fáa ikki neyðugu undirvísingina í før­ oysk um, og tað hevur stóra ávirkan á, hvussu tær kenna seg í Føroyum. Dugir tú ikki føroyska málið, er torført at gera sær dælt av tínari útbúgving. Ómøgu­ ligt at hjálpa børnunum við teirra skúlatingum. Stríggið at fylgja við, hvussu barnið hjá tær trívist í barna­ garð inum. Snópisligt at fara til lækna, tá okkurt er áfatt. Ógjørligt at fylgja við í føroysku fjølmiðlunum. Og ofta verð­ ur tað hon, sum fangar skemtið seinast. Ja, vit kundu hildið leingi á. Á persónliga økinum kenna tær eisini mótgongd. Fleiri av kvinnunum hava høga útbúgving, men mugu sláa seg til tols við einum láglønararbeiði í Føroyum. – Hevði eg ikki flutt til Føroya, var eg farin til Amerika, tí har verður mín út búgving góðtikin – eingin ivi. Men í Føroyum kemur tað ikki upp á tal. Í mínum heimlandi eigi eg at vera advokatur, men í Føroyum arbeiði eg í fiski. Eg søkti eitt skrivstovuarbeiði í Havn, og tey vóru ovfarin av mínari út búgving, men forðingin var, at eg ikki dugdi føroyskt, fortelur ein av kvinn­ unum. Vilja integrerast Tað kemur greitt fram í kanningini, at allar tær útlendsku kvinnurnar hava ein brennandi hug at integrera seg í før oyska samfelagið. Men tað er lættari sagt enn gjørt. – Rættindi? Nei. Arbeiðsmøgu leik­ ar? Nei. Einki (...) Í Danmark ert tú noyddur til at læra málið fyri at fáa eitt arbeiði. Har eru ókeypis skúlar, ella fært tú pengar fyri at fara í skúla. Í Noregi eru 200­300 tímar settir av til at læra málið. Í Føroyum er tað 20 tímar. Men tú kanst ikki læra stórvegis upp á 20 tímar. Hygg at børnunum. Tey fara í skúla fyri at læra teirra egna mál, fyri at læra málið væl og virðiliga. Hvat væntar tú av einum útlendingi? spyr ein av kvinn unum. Útlendsku kvinnurnar vilja allar kýta seg fyri at lata føroyska samfelagnum nakað afturfyri, at tær hava fingið møgu leikan at búgva her. At tær ikki fáa nýtt sína útbúgving, hevur við sær, at tær ikki sleppa at gagnnýta allar sínar møgu leikar og kunnu harvið ikki geva nóg mikið aftur. Av tí sama kenna tær seg ikki at fáa ta viðurkenning, tær hava uppiborið. Hetta skerir í bæði samleikan og sjálvsvirðið hjá útlendsku kvinn­ unum. Friðurin Í einum húsum í Havn býr ein kvinna úr Asia. Hon er gift føroyskum manni og hevur búð í Føroyum í nøkur ár. – Lívið í Føroyum er avslappað. Eg elski friðsæluna. Júst friðsælan bergtók meg alt fyri eitt, tí eg hevði eitt rættiliga stressað lív, áðrenn eg koma higar, fortelur hon. Felags fyri kvinnurnar í hesari kann ingini er, at tær eru úr asiatisku lond unum Teilandi, Indonesia og Filips­ oyggj um. Allar búgva tær í Havn og eru giftar føroyskum monnum. Tær kenna seg væl móttiknar í teirra nærumhvørvi. Familjurnar, tær eru blivnar partur av, ‒ Eg veit ikki um føroyingar eru bangnir fyri at vit stjala teirra arbeiði. Men veitst tú hvat, føroyingar tíma ikki at gera okkara arbeiði. Arbeiðsfólkið á fiskavirkjunum eru útlendingar. Flestu vaskikonurnar eru av Filipsoyggjunum. Hví? Tí føroyingarnir vilja ikki hava tey arbeiðini