Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 238 · 11. desember 2009 18 VIKUSKIFTI eru gestablíðar, heitar, hjálpsamar og fittar. Eisini hava tær nógv vinfólk í Føroyum. Kortini er okkurt, sum skemmir: – Føroyingar eru fittir, men teimum dámar í so væl at slatra. Eg vil ikki ljóða negativ, men fleiri føroyingar taka nakað lætt uppá sítt arbeiði. Men tað er í lagi, tí tað hendir ikki so nógv landinum, so hví skunda sær? skemtar ein av kvinnunum Ein onnur kvinna leggur afturat: – Eg veit ikki, um føroyingar eru bangnir fyri at vit stjala teirra arbeiði. Men veitst tú hvat, føroyingar tíma ikki at gera okkara arbeiði. Arbeiðsfólkið á fiskavirkjunum eru útlendingar. Flestu vaskikonurnar eru av Filipsoyggjunum. Hví? Tí føroyingarnir vilja ikki hava tey arbeiðini, slær hon fast. Úr øllum heraðshornum Fleiri og fleiri útlendingar flyta til Før­ oya. Við ársbyrjan í ár vóru í alt 1180 út lendingar í Føroyum. Hetta svarar til 2,4% av samlaða fólkatalinum. Hetta talið er ikki høgt sammett við okk ara grannalond. Áður komu nógv flestu innflytararnir úr Norðanlondum. Henda myndin er broytt, tí størsti part­ urin kemur úr londum, sum ment anar­ liga, búskaparliga og málsliga eru øðr­ vísi enn Føroyar. Hyggja vit nærri at kynsbýtinum eru í alt um 600 kvinnur, og tær komur úr 64 ymiskum londum. Ímillum okkum eru kvinnur úr so fjarskotnum londum sum Sýria, Marokko, India, Brasilia, Madagaskar og Senegal. Vert er at leggja til merkis at sambært Hag stovuni eru heili 15 kvinnur úr Australia og 31 úr Stórabretlandi. Tað er neyðugt at hugsa um, at tað er ein stórur munur at flyta til Føroya úr Evropa ella úr Afrika. Undir einum fyrispurningi á Løgtingi í farnu viku, lýsti Bergtóra Høgnadóttir Joensen, tingkvinna, støðuna soleiðis: Tað er stórur munur, um tú kemur úr eks­Jugoslavia, Kina ella Somalia. Fleiri av hesum útlendingunum eru eis ini analfabetar. Set teg í støðuna hjá einum, sum hevur búð í einum klan samfelag í Afrika alt sítt lív. (...) Í Kvinnu húsinum møta tey nógvum út lendskum kvinnum. Og har skelkar tað, hvussu lítið hesar kvinnur vita um síni rættindi í Føroyum. Eitt nú vistu summar av kvinnunum ikki, at tær kundu halda pinkoduna fyri seg sjálvar. Avbjóðingin Heldur gongdin fram, at fleiri út lend­ ingar flyta til Føroyar, standa før­ oyskir myndugleikar við einari stórari avbjóðing. Henda avbjóðing er at skapa samanhald og samljóð millum fólk, sum í størri mun verða sett sam an av ymiskum virðum, normum og sið venj­ um. Vit skulu við øðrum orðum læra okk um at gagnnýta tær dygdir, sum onn ur fólkasløg bera, og geva teim um møguleikan at kenna seg sum før oy­ ingar. Tað er týdningarmikið, at sam fel­ agið, og kanska serliga politikarar, við ur kenna, at integratión er alneyðug fyri at fáa eitt samfelag, har øll kunnu trív ast. Integratión hendir skjótari og betri, tá ið ávísar skipanir rigga. Hetta inniber millum annað, at útlendingar fáa bjóða neyðuga málundirvísing og kunning, bæði um praktisk viðurskifti og um føroyska samfelagið sum heild. At útlendingar ikki fáa neyðugu kunn­ ing ina ella málundirvísingina er ein trupul leiki, ið ikki verður loystur av sær sjálvum. Onkur má tí vísa trupul leik­ anum ans, vísir Barbara Jacobsen á. Hon leggur dent á, at tað er um ráð­ andi at hava í huga, at hennara kanning byggir á samrøður við kvinnur, ið eru giftar við føroyskum monnum. Við øðr­ um orðum koma tær beinleiðis inn í eina familju – eitt sosialt netverk. – Hetta ger tað lættari at verða inte grer aðar, tá netverkið aloftast hjálpir til. Hóast hetta, er tað greitt, at hesar kvinnurnar ikki kenna seg eins vælkomnar av samfelagnum, og at myndug leikarnir áttu at gjørt meir fyri at hjálpa teimum á veg. Hvat so við teim um, sum ikki koma til eina fam­ ilju? Tey hava einki netverk at byrja við, og hava harvið enn meiri brúk fyri stuðli frá myndugleikunum. Her hugsi eg um eitt slag av »startkapitali«, ikki peningaligan, men sosialan ella ment­ anarligan kapital, t.d. málskeið og kunn ing um ymisk praktisk viðurskifti, heldur Barbara Jacobsen. 1. januar 2011 er ætlanin, at Før­ oyar yvirtaka útlendingaøkið. Fyri­ reik ing arnar at orða ein haldgóðan inte gratións politik eru farnar av bakka­ stokki, sigur Annika Olsen, landsstýris­ kvinna í útlendingamálum. – Tað er alneyðugt, at teir útlending­ ar, sum koma til Føroya hava tí neyðugu kunningina um føroyskt mál, føroyska mentan, føroyskan politik og føroyska rættartrygd, so tey kunnu kenna seg heima í hesum landi. At kenna føroyska mentan og duga føroyskt mál er also tað mest grundleggjandi í einari veruligari integratión, segði landsstýriskvinnan undir einum fyrispurningi í farnu viku. Og hetta fellur óivað í góða jørð hjá fleiri útlendingum. Eisini teimum, sum longu búgva í Føroyum. Hennara hægsta ynski er at integrerast í okkara mentan. Hava sítt barn og sína familju her og vil vera partur av føroysku mentanini. – Uttan at hyggja í spegilin, kenni eg meg føroyska. Eg síggi bara øðrvísi út. Í mín um hjarta og í mínum høvdi eri eg før oyingur. Sama um eg ikki dugi málið, so royni eg. Eg var í Danmark í nakrar vik ur, og tá segði eg, »Eg vil heim«, og all ar mínar føroysku vinkonurnar flentu, sigur ein av kvinnunum at enda. Í Danmark ert tú noyddur til at læra málið fyri at fáa eitt arbeiði. Har eru ókeypis skúlar ella fært tú pengar fyri at fara í skúla. Í Noregi eru 200-300 tímar settir av til at læra málið. Í Føroyum er tað 20 tímar. Men tú kanst ikki læra stórvegis upp á 20 tímar. Hygg at børnunum. Tey fara í skúla fyri at læra teirra egna mál fyri at læra at málið ordiliga. Hvat væntar tú av einum útlendingi? 31. des 1983 31. des 1988 31. des 1993 31. des 1998 1. jun 2004 1. jan 2009 Útlendingar annars 163 270 204 274 698 848 Norðurlendingar 191 337 207 253 315 332 Útlendingar í alt 354 607 411 527 1.013 1.180 Fólkatal í alt 44.701 47.638 45.349 44.806 48.407 48.778 Útlendingar í Føroyum: mynd: modelmynd Tað eru um 600 útlendskar kvinnur í Føroyum. Tær koma úr so fjarskotnum londum sum Sýria, Marokko, India, Brasilia, Madagaskar og Senegal.