fríggjadagur 11. desember 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
19
VIKUSKIFTI
Host, host
Hesir hundarnir í Bejing í Kina goyggja eftir øllum at
døma ikki, teir eru farnir at hosta – og so er bert eitt
at gera. Eigararnir hava givið teimum masku, eftir at
tað kom fram, at teir høvdu fingið H1N1 beinkrímið.
Klippa kramarhús, mussa jóla
menn og drekka jólagløgg – við
nógvum ginni í, 47,5% jól.
Hvat er tað ikki deiligt, at nú
eru jól aftur! Himmalskur friður
og góður tokki og alt hatta har.
Ólavsøkan er hvørt ár, sam
gonguslit er annað hvørt ár, men
jólini eru eina ferð um árið, í eitt
fjórðingsár.
Ikki eitt ljótt orð hiðani um
jólini. Á jólum eru eingi svong
ella tyst, tí har sum tíggju fólk
skulu eta og drekka, eru matur og
drekka keypt til 20.
Fyri at sleppa av við alt tað,
sum ikki verður etið, fáa vit
tveir ruskposar frá kommununi
í jólavikuni. Nei, soleiðis ber
ikki til at siga, tí jólini vara í 12
gev andi og burturblakandi vikur,
men vit siga so tveir ruskposar í
viku 52.
Og maturin. Á tann lekri
matur, discountdunna, syntetiskt
reyðkál, importerað epli kvald
í sukri (Takk Danmark, takk
Danmark eisini fyri alt hetta).
Lundin verður etin jólanátt.
Og so eitt tons av enskum
karamellum í part. Litevni,
nógvar ferðir E, haldevni og
ein rúgva av forkunnugum
kemiskum evnum vavd inn í
sukur í vakurt prýddari blikkdós
fyri tilboðsprís hvørja ferð.
Rætti prísurin er ókendur, tí nú
er so langt síðani, hann var. Tað
er neyvan tann á ferjuleguni í
Scrabster.
Klippa kramarhús, mussa jóla
menn og drekka jólagløgg – við
nógvum konjakki í.
Konur verða bukaðar hvønn
dag alt árið. Avhaldsmenn buka
eis ini konuna. Kristnir menn
buka konuna. Hví skulu vit so
bara gráta um bukaðar konur á
jólum? Menn drekka alt árið. Hví
skal negativi ljóskastarin beinast
á menn, sum drekka, tí nú eru
jól?
Børn grenja og krevja hvønn
einasta dag. Hví verða tey bara
hoyrd í desember? Hoyringar
freistin er til 25.desember.
Nei, syngið heldur við: klippa
kramarhús, mussa jólamenn og
drekka jólagløgg – við nógvum
ginni í, 47,5% jól.
Jólini eru barnahátíðin mikla.
Fleiri og dýrari jólagávur, størri
er barnahátíðin.
Tað var óført, at Jesusbarnið
kom á banan. Í einum fjósi,
siga tey, tí veðurlagsráðstevna,
COP0000, var í Betlehem og øll
hotell yvirbókað og føðingar
deildin stongd vegna sparing.
Frálíkt, at upprunaligu jólini
eru manað í jørðina. Tey vóru
heiðin, hildin fyri at fagna
ljós inum, sum kemur aftur. Nú
orðnar SEV ljósið og útlátið.
Konur og kvinnur baka,
prestar arbeiða yvir, menn fáa
jóla træið at standa beint.
Fólk eru saman á jólum,
mill um annað í KFUK í Havn.
Fólk eru annars einsamøll hvønn
ein asta dag og hvørja einastu nátt
Kvinnur, sum annars hava frið
skjól í Kvinnuhúsinum, fara heim
til bøðilin at halda jól.
Handilsfólkini telja pengar,
nógv ar pengar. Tey hava jól
og góð ar dagar, hóast onnur
hvør jólagáva er keypt í Keyp
mannahavn, Newcastle ella
Aberdeen.
Jólagávur, tær deiligu jóla
gávur. Heldur fáa okkurt, tú als
ikki hevur brúk fyri, enn als einki
at fáa.
Tí, sum vit vita øll, tað eru
ikki bara gávurnar, sum telja og
eru ringar at telja hjá teimum,
sum enn bara duga at telja upp
í tíggju. Vit halda eisini føð
ing ar dag, já, enntá rundan
føðingardag, næsta ár.
Jólini eru heilsugóð. Fyri sál
ina, tí øll eru so glað og taka sær
av løttum. Fyri kroppin av at fara
við dustsúgvaranum rundan um
jólatræið tíggju ferðir um dagin.
Nú hasar av, tí næsta vika er
stilla vika ... nei, hon er vist á
páskum.
Tvær vikur eru eftir av 12,
Jólini eru um at vera uppi, bara
16,66% eru eftir.
Klippa kramarhús, mussa
jóla menn og drekka jólagløgg –
við nógv um ginni og konjakki í,
100% jól.
UmaftUrafturum
HøgNi djurHuus
Síggja tær illa?
Neistin sær ongan
Sosialurin
Soleiðis kann tað eisini sigast
Nú kann tað tó skjótt ikki
meira vera óvæntað, at KÍF
tekur mótstøðuliðið á bóli.
Kringvarp.fo
Lógu í fyrra hálvleiki
Neistakvinnur reistust eftir steðgin
Dimma
Við fyri at læra
Uttanríkisráðið lært nógv
av Skálaberg málinum
Norðlýsið
Hava tey hoyrt um
at skaffa inntøkur?
Stýrið fyri mentanarhúsið Atlantis í
Klaksvík leggur frá sær á nýggjárinum.
Orsøkin er, at eingin peningur er
at skipa fyri tiltøkum í húsinum.
Kringvarp.fo
Nú verða vit tikin fyri fult
Somuleiðis fáa føroysk embætisfólk
uppskotið til røðuna hjá Lykke
Friis á veðurlagsráðstevnuni
frammanundan, so tey kunnu
ávirka ella staðfesta tann partin,
har Føroyar verða nevndar.
Kringvarp.fo
Verða tey ella hava tey verið?
Nú nærkast jólaborðhaldini, og fleiri
av teimum hava sikkurt verið.
Olivant
Snúsa
Ráðgevar, ið skráeta seg í
ráðgevarabankanum, skulu hava
í minsta lagi trý ára royndir innan
tað økið, ráðgivið verður í.
Kringvarp.fo
Ikki óvæntað
Milliónasølan kemur væl við
Sosialurin
ranga
í
strúpan
Slepp!
ja, tað kann væl verða at, at hesin amerikanski fótbóltsspælarin verður
steðgaður, men um eina lítla løtu fær hann eitt ordiligt yvirraskilsi.
Nú er
at renna
Nógv djór ganga í hesum
døgum og mæla og vita ikki
av, at tey skulu enda sum
døgurðamatur. men okkurt
bendir á, at hesar gæsnar í
Suðurtýsklandi hava fingið
frænir av, at okkurt er áfatt.
Gás er partur av jólamatinum
hjá týskarunum, men hesar
gæsnar eru mest sum
flýggjaðar – ella soleiðis
sær tað í øllum førum út.
myNd: polfoto
myNd: polfoto
16,66% eftir av jólum