fríggjadagur 11. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
20
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tað er ein vøkur sjón, ið møtir einum
í Vakstrarhúsinum í Sándavági. Eitt
reytt teppi av jólastjørnum breiðir
seg út yvir alt húsið. Ein litil rond av
hvítum jólastjørnum ger eitt mynstur
í teppið.
– Av teimum 13.000 jólastjørnunum,
ið vit framleiða her, eru bara 1.000 hvít
ar, greiður Rita Larsen frá.
Hon og maðurin keyptu vakstrar
húsið í februar 2008. Rita er útlærdur
gartnari, og maðurin er timburmaður.
Rita hevur áður starvast við urta
garðsrøkt. Hon býr í Fuglafirði og koyr
ir til arbeiðis í Sandavági hvønn dag.
Nú uppundir jól eru tey seks fólk,
sum starvast í vakstrarhúsinum. Nógv
er at gera við blómunum og sølu av
jóla lutum.
– Vanliga starvast eini trý fólk her,
men á jólum og um summarið eru vit
fleiri, greiður Rita frá.
Páskaliljan
Á gólvinum standa bakkar við leykum
til páskaliljurnar. Rita og starvsfólkini
mugu hugsa um framtíðina, og eftir jól
fer framleiðslan av páskaliljum, tuli
panum og summarblómum ígongd.
– Hetta er einki 816 arbeiði. Blóm
ur nar hava brúk fyri okkum allatíðina,
og tí er torført at hava nakra longri frí
tíð, sigur Rita.
Jólastjørnurnar, sum nú ræður um
at selja, skulu út til handlar um allar
Føroyar. Kappingin er hørð frá influttu
blómunum.
– Eitt vakstrarhús í Danmark kann
selja eina millión av jólastjørnum, tað
kunnu vit sjálvandi ikki, og tí ber illa
til hjá okkum at kappast um prísin,
sigur Rita.
Jólastjørnan er einasta jólablóman,
ið Vakstrarhúsið Dáin framleiður.
Eitt annað vakstrarhús er í Føroyum,
í Suðuroynni, men framleiða tey bara
summarblómur.
Reytt av myrkri
Jólastjørnurnar, ið nú blóma vakurt,
krevja 1216 vikur at koma seg. Hitin
skal vera høgur í byrjanin, upp ímóti 22
stigum, og so líðandi lækkar hann til 18
stig. Eisini skulu tær hava myrkur fyri
at blóma, og fá rætta reyða litin.
– Eg trúgvi at jólastjørnurnar, sum
eru uppvaksnar í Føroyum, við tí før
oyska ljósinum, klára seg longri enn
tær influttu, sigur Rita.
Í Vakstrarhúsinum DáIn Í sandaVági standa 13.000 jólasTjørnur og bÍða.
MaMMa teirra eitur rITa larsen, ánari og stjóri Í Vakstrarhúsinum.
- Vit byrja Við jólastjørnunum um ólaVsøkutÍð, sigur hon.
Rita hevuR
13.000 børn
Yndlingsblómurnar hjá Ritu eru:
Lilja, gerbera, rósa og dahlia
MynDIr: Jens Kristian Vang
til arbeIðIs
arbeiðspláss: Vakstrarhúsið Dáin
starv: Gartnari
besta við starvinum: Ógvuliga fjølbroytt.
Fantastiskt at síggja, hvussu eitt tómt hús
fyllist við grønum, vøkrum blómum.
ringasta við starvinum:
Altíð til arbeiðis, 2.000 fermetrar,
sum skulu ansast alla tíðina.
starvstíð: 9 ár
lívsstarv: Ja, dugi ikki at ímynda mær
naka annað starv enn hetta.
starvsfólk: Úr trimum upp í seks
sett á stovn: Um 30 ár síðani at
vakstrarhúsið varð bygt
staður: Sandavág
stjóri: Rita Larsen
fakta rita Larsen