Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 238 · 11. desember 2009 22 VIKUSKIFTI Jólahald Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Upplýst jólatrø standa allan vegin eftir høvuðsgøtuni í Sandavági. Tvey trø uttanfyri hvønn av handlunum, ið eru upplatnir í desember. Johan Holm Simonsen býr í ein um gulum húsum mitt á gøtuni. Í kjall ar­ inum hjá honum var fyrr lampubúð, sum var stongd einaferð í 80­unum. Nú hevur Jóhan opnað handilin aftur við gomlum tingum. Meðan vit standa inni í handlinum kemur Ediana Hentze inn. Hon hevur frætt um Johan og vil forvitnast. Johan biður hana bara fara uppá og hyggja í heimið hjá sær. Ediana kemur eftir lítla løtu oman aftir í handilin við stjørnum í eygunum. – Eg elski alt, sum er gamalt, sigur hon og finnur sær eina silvurkannu fyri 300 krónur. So at siga alt er til sølu í teimum 10 handlinum. Ymisk virki og einstaklingar selja sína vøru, og fólk eru til staðar frá kl 16 til 20. Íblástur frá yrking Yrkingin »Barnaminni« hjá Hans Andrias Djurhuus hevur verið nýtt sum íblástur. Og ár tey eru runnin, nú spæla onnur børn sum eg, tá jólaljósið tendrast, tá vitja minni meg. Tey blíðu barnaminni um gleði, jólaboðið bar, sæl eru børn í hjarta, við ljós tey spæla sær. Hans Andrias Djurhuus var lærari í Sanda vági 1909 ­ 1916, og hevur óivað havt gongd inn í nakrar av handlinum, ið nú eru latnir upp aftur. Saman við handlinum, er gamla post húsið og gamli bankin eisini upp­ aftur latin. Til posthúsið hevur Johan lánt lutir og inbúgv frá postsavninum. Til sølu í posthúsinum eru gomul endur prentað jólakort. Føroya Banki ella Sjóvinnubankin, ið hann kallaðist, tá hann var í gomlu húsunum, er eisini endurskapaður so, sum hann sá út. Anni Isaksen, ið vanliga starvast í Føroya Banka í Miðvági, er til ar­ beiðis. – Her ber ikki til at gera bankaørindi eftir sum vit ikki hava nakra teldu, sigur hon. So hon stendur mest og tosar við kund arnar, sum koma inn. Í staðin fyri bankaørindi gevur Før­ oya Banki rentu á hosir. Børn koma inn við hosum, og síðani avheinta tey tær á jólum. Tá hevur bankin lagt okkurt gott í hosuna. Anni greiður frá, at nógv fólk støkka inn á gólvið og minnast, hvussu tað var fyrr í tíðini. Elsti handilin í bygdini Uttast í Sandavági er elsti handilin í bygdini »Hentzarsa pakkhús«. Handilin lat upp 1871. Undir øðrum heimsbardaga var handilin skómakaraverkstaður og nevndist »Cobbler's Shop«. Nú er hand­ ilin á tremur við gomlum glansbílætum, dukki­lisum, bøkrum og hondarbeiði. Tórgerð Suðuroy selur steintøj í fleiri av handlinum og eisini í Hentzarsa pakk húsið. Johan møtir nógvum fólki, ið hann kennir eftir gøtuni í Sandavági. Summi, spyr hann, um tey kunnu vera í handl­ inum nakrar tímar komandi dagarnar, og onnur hjálpa honum at opna handl­ arnar. – Tá man hevur eitt vælvirkandi sosialt netverk, er tað lætt at fara undir eina slíka verkætlan, sigur Johan Holm Simonsen. Hann greiður frá at tey flestu hava verið sera beinasom og hjálpt væl til. – Tað vísur seg ofta, at tá endamálið ikki er at tjena pening, vilja fólk fegin hjálpa til. Hann og Sandavágs Fornminnisfelag vilja við hesum lýsa ríku handilssøguna í Sandavági og so sjálvandi økja um trivnaðin og jólahugnan. Nógv fólk hava verið og hugt í handl arnar líka síðani teir opnaðu 2. desember, og fleiri verða tey nokk nú tunnils dagurin er 12. desember. Gomul jól í SandaVágI 10 handlar, gamla posthúsið og gamli bankin hava latið upp í SandavágI í jólamánaðinum. maðurin handan verkætlanina er Johan holm SImonSen og sandavágs FornminnisFelag. – Fólk siga at jólini eru barnanna hátíð - tað eru tey bara slettis ikki. jólini eru hátíðin hjá øllum, eisini 90 ára gamlu konuni, sigur johan. Fakta Handlarnir Teir 10 handlarnir, bankin og posthúsið eru: • Hjá Sigvaldi • Hjá Annu • Hjá Sønrup • Hjá Dåavalisu • Hjá Wilhelm og Sjóvinnubankin • Hjá Hans Arna • Bartalsstova • Hjá Berg • Kioskin hjá Marsannu • Hentzarsa pakkhús • Ingvardsa handil Handlarnir eru opnir: mán- frí 16.00-20.00 leygardag 14.00-20.00 »Hjá Hans Arna« - her var verkstaður og el-handil, sum millum annað seldi lampur. myndIr: jens Kristian VanG