fríggjadagur 11. desember 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 238 · 11. desember 2009
31
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Fittur
kjakFilmur
Filmurin The Challange snýr seg um ein
kjakbólk við myrkum børnum í USA í
30’unum. Lærarin Melvin Tolson, sum
verður spældur av Denzel Washington,
gongur høgt upp í at venja kjakbólkin, og
tey luttaka í kappingum, sum teir klára seg
sera væl í. Og tað endar við einari stórari
uppgerð ímóti kenda Harvard skúlanum,
sum tey myrku børnini av Wiley College
skulu takast kampin upp við.
The Challange
– The greaT DebaTers
dvd-filmur
Ævisøga
um elizabeth
drotning
bretska drotningamamman, Queen elizabeth,
hevur nú fingið sína almenni ævisøgu í bók. tað er
rithøvundin William shawcross, sum hevur skrivað
bókina, og ummælini eru framúr góð. mail on
sunday skrivar, at vanliga hevði drotningamamman
sínar tankar fyri seg sjálva, men í hesari bókini
verður tað broytt. Country life skrivar, at hendan
ævisøgan er eitt meistaraverk, og eingin orsøk er at
skriva nakra aðra bók um drotningamammuna.
William shaWCross
the Queen mother
knopf
vágakórið
hevur
jólakonsertir
vágakórið fer at seta sín dám á jólahaldið
í vágum. kórið hevur fýra jólakonsertir
í bygdunum í vágum, og tann seinasta
av teimum verður í kirkjuni í sørvági
mánakvøldið.
Vágakórið
jólakonsert í sørvágs kirkju
sunnudagin 11/12 kl. 20.00
jógvan og Fríðrik ómar vitja tutl
best seljandi fløgan í íslandi seinastu vikurnar hevur verið útgávan vinaløg, sum føroyski jógvan
hansen og íslendski Fríðrik ómar hava gjørt í felag. Fløgan hevur eisini selt væl í Føroyum, og
í næstu viku koma teir báðir til Føroya at vitja. teir fara millum annað at signera fløguna í tutl
handlinum í havn.
JógVan & Fríðrik ómar
tutl á káta horninum í havn
hósdagin 17/12 kl. 16.30
stórt jólashoW
um eina viku verður stóra jólashowið við
thomas eje, lene siel og blake í ítróttarhøllini
á hálsi í havn. showið er samansett við undir
haldi frá thomas eje og sangi frá lene siel og
blake. thomas eje og lene siel eru kend donsk
listarfól, meðan sangbólkurin blake er úr ong
landi – klassiskt boyband hevur onkur rópt teir.
JólashoW
ítróttarhøllin á hálsi
Fríggjakvøldið 18/12 kl. 20.00
øðrvísi
søgubók um
skotland
søgan um skotland er merkt av nógvum
hendingum, har skotar hava verið fyri órætti,
miseydnu og tapi. men neil oliver roynir í hesari
bókini at finna fram til, um tað veruliga er so
við skotsku søguni, og hann kemur við nógvum
øðrvísi og spennandi søgu. bókin byggir á einar
bbCrøð um skotland.
neil oliVer
a history of scotland
Weidenfeld &
nicolson
við rygginum móti múrinum
arsenal og serliga liverpool hava fingið misjøvn úrslit í ensku landskappingini seinastu
vikurnar. sunnudagin bresta liðini saman á anfield road í liverpool, og hetta er ein
sera týðandi dystur fyri feløgini, sum stríðast fyri at verða millum tey fremstu í deildini.
vanliga eru arsenal og liverpool millum fýra tey fremstu, men nú bjóða feløg sum
manchester City, tottenham og aston villa.
liVerpool-arsenal
Premier league
sunnudagin 13/12 kl. 17.00