Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. desember 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 239 - 14. desember 2009 15. des hava Kathrina og Jón Olsen í Klaksvík verið gift í 25 ár. Kathrina er dóttir Maritu og Jóhan Christian Foldbo í Leirvík og er hon elst av 4 systkjum. Jón er úr Klaks­ vík, sonur Sunnivu og Frits Olsen. Hann er miðlingur av trimum. Kathrina vaks upp á Toft­ um. Saman við familjuni búði hon í barnaheiminum hjá pápanum saman við ommuni og abbanum. Marita og Jóhan Christian fluttu til Leirvíkar í 1971 og bygdu hús har. Kathrina gjørdi barnaskúlan lidnan á Toftum og flutti til Leirvíkar í 1972, tá hon fór í framhaldsdeild í Fuglafirði, har hon tók real­ prógv í 1976. Eftir loknan skúla fór hon til Klaksvíkar at arbeiða í handlinum hjá Kristian Hvidbro og tá búði hon hjá yngstu mostrini Sign­ brún og har treivst hon væl. Tá Jón var liðugur í skúlan­ um, fór hann í læru sum ele­ ktrikari hjá Tummas Thom­ sen. Í Klaksvík møttust Jón og Kathrina og blivu góð. Um Ólavsøkutíð í 1980 fór Jón til Odense at læra til el­installatør. Kathrina fór við og ætlaði sær eisini at læra, men lagnan vildi tað øðrvísi. Tey høvdu nóg illa funnið seg til rættis í Odense, tá Kathrina fekk deyðsboð av mammu síni, sum doyði av krabbamein 46 ára gomul. Kathrina valdi at koma heim og vera um systkini hjá sær og pápa sín. Yngsti beiggin var bert 10 ár tá. Hesa ábyrgd tók hon á seg og arbeiddi okkurt fyrifallandi arbeiði í heimbygdini. Jón gjørdi seg lidnan í Odense og kom so heimaftur. Kathrina og Jón eiga 3 gent­ ur og 2 ommu­ og abbabørn, sum tey taka sær ógvuliga væl av. Marid er 27 ár og býr í Keypmannahavn saman við Tom og eiga tey dóttrina Aliyu. Sunnvør er 23 ár og býr saman við Eliseusi í Keyp­ mannahavn, har hon lærir til kostráðgeva. Bjørg býr í Fuglafirði saman við Einari og tey eiga sonin Jón Ari. Kathrina er ógvuliga still av lyndi og er altíð klár at veita eina hjálpandi hond. Um tað so er at vaska kirkju ella at baka eina kaku til onkran. Er ein føðingardagur í familjuni, er Kathrina altíð klár at hjálpa. Fyri okk­ um systkin hevur hon virk­ að sum ein mamma, síðan mamma okkara doyði. Tað er hana vit fara til, tá onnur fara til mammu sína. Skulu vit gera blóðpylsu ella leggja einar buksur upp, er hon altíð klár. Eisini er Jón altíð klárur at hjálpa. Skulu nakrir leidningar dragast, so er hann góður at heita á. Nógv kók av fiski hava vit eisini fingið. Heimið hjá teimum ber eisini brá av, at Jón er sera fittur í hondun­ um. Alt sum er gjørt rundan­ um húsini, hevur hann gjørt sjálvur, tað veri seg at laga garð ella okkurt annað. Alt er sera snøgt og væl úr hond­ um greitt. Eisini er Jón inniløgumaður burturav og hevur hann fingið nógvar døgurðar til høldar. Trúføst eru tey bæði. Jón hevur arbeitt hjá SEV í meir enn 25 ár og Kathrina hevur arbeitt við børnum næstan alt sítt vaksna lív, fyrst sum dagrøktari og nú í barnagarð­ inum. Hetta er hon sera væl egnað til. Hon er sera góð við børnini og fer um tey við sínum stilla lyndi og tollyndi. Børnini í familjuni njóta eisini gott av at hava eina so góða mostur og fastur. Eisini hava tey verið nakrar túrar saman við Jón í bátinum ella hjá seyðnum, og tað dámar teimum væl. Kathrina og Jón eru burt­ urstødd silvurbrúdleypsdag­ in. At enda vilja vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum og alt tað besta í framtíðini. sf Ein heilsan til Kathrinu og Jón Turið varð fødd ólavsøkuaftan í 1948. Pápin var Sverri Dahl, lands­ antikvarur, og mamman var Paula, sjúkrasystir, ættað úr Eystur­ jútlandi. Sverri hevði framúr góða sangrødd, tenorur, og hann var van­ ur at syngja solo í sambandi við kórsangin Ólavsøkudag. Sagt varð, at ongantíð hevði songur hansara ljómað so fagurt sum ólavsøkudag hetta sama árið, nú hann, rættiliga tilkomin, var vorðin pápi. Turið varð kallað upp eftir skyld­ konuni, dóttur Paula Dahl, sum tuberklarnir høvdu tikið. Tey búðu í prestagarðinum í Sandágerði, í barnaheiminum hjá Sverra. Betri umstøður hjá einum barni at vaksa upp kunnu valla hugsast. Sandágerði var tá langt uttan fyri býin; har var áin, sandurin, tann stóri urtagarðurin við alskyns trøum og berjarunn­ um, tey gomlu húsini við nógvum loynikrókum. Elektrisitet varð ikki lagt inn fyrr enn seinast í fimmti­ árunum. Í hetta heimið komu nógv fólk at vitja, eisini fólk úr øðrum londum, sum Sverri hevði samband við gjøgnum arbeiði sítt, og tað var ikki so vanligt tá á døgum. Eitt heim, sum var merkt av áhuga fyri allari mentan: søgu, bókmentum, list og tónleiki. Og tey høvdu arbeiðskonu; hetta vóru gentur av bygd, sum komu til Havnar at tæna. Turið hevði bara gott at bera teimum; viðhvørt fór hon heim at ferðast við teimum, og tann vegin fekk hon eisini sam­ band við bygdarlívið. Hóast eina­ barn, so var Turið ikki nakað einsa­ malt barn. Úti í Sandágerði savnaðust børn, skyldfólk og vin­ fólk, sum høvdu sína dagligu gongd í húsinum, og onkur búði eisini har burturav. Og so hevði hon eisini ein góðan vin í hund­ inum hjá sær, Tór. Men longu, tá ið Turið var stór smágenta, gjørdist mamman sjúk av krabbameini, og tá ið hon var 12 ára gomul, misti hon mamm­ una. Sverri var góður pápi, men hann arbeiddi nógv og ferðaðist nógv, og tá á døgum kundi ein pápi illa einsamallur taka sær av barni sínum. Paula visti, hvønn veg tað bar, og hon hevði eisini funnið dóttrini eina fosturmammu. Um hetta mundið var ein ung sjúkrasystir, Hanne, komin úr Danmark saman við manni sínum, ið skuldi arbeiða sum lækni á landssjúkrahúsinum; tað var Bent Jensen. Heimið hjá “tante Hanne” og “onkel Bent” undir Varða gjørdist nú annað heimið hjá Turið, og í hesum grannalagnum fekk hon eisini nýggjar vinir. Tað, sum eyðkendi Turið líka frá barnaárum og til tað seinasta, var ein stórur áhugi og virðing fyri menniskjum og teirra ymiskleika og ein sterk rættvísiskensla. So tað er ikki at undrast á, at hon aftan á lokið studentsprógv fór niður at lesa til sosialráðgeva. Í lestrarárun­ um møtti hon komandi manni sín­ um, Peter, sum las til verkfrøðing, og í 1973 fluttu tey til Føroya. Tey fingu ikki starv beinanvegin, so tey arbeiddu eina tíð í sild; og so fór Peter at arbeiða við elektroniskari útgerð umborð á skipum, og Turið sum sosialráðgevi á Almanna­ stovuni. Hetta var í tí tíðini, tá ið Almannastovan nýliga var yvirtikin og skuldi byggjast upp sum stovnur; ein spennandi, men eisini strævin tíð. Siðvenjur fyri mannagongdum og arbeiðsbýti skuldu byggjast upp, og ein starvsfólkamentan á hesum øki bleiv til. Turið dugdi væl at seta seg inn í støðuna hjá teimum, sum vendu sær til Almannastovuna um hjálp, og tað nívdi hana, at har verri enn so altíð var lógarverk, fígging ella politiskur vilji til at veita ein munagóðan stuðul. Tað var um hetta mundið, eg kom at kenna Turið. Íbúðarneyðin í Havn var stór; tey høvdu leigað eini hús, sum vóru í so stór og dýr til tvey fólk, og Martin og eg leit­ aðu eftir onkrum at búgva í. Vit fluttu so inn í somu hús sum ein búfelagsskapur, og hóast vit ikki kendust frammanundan, so gekk tað væl. Har komu eisini nógv fólk á gátt, og minnini leita aftur til mangar stuttligar og hugnaligar løtur. Ein spennandi tíð saman við trimum góðum vinum, ið nú øll eru farin hiðan av fold. Í 1977 kom dóttirin Tóra; og Turið og Peter keyptu sær hús á Hoydalsvegnum. Í 1979 kom son­ urin Sverri, og tey vóru so heppin at fáa pláss í nýggju vøggustovuni/ barnagarðinum við Velbastaðvegin. Turið arbeiddi framvegis á Almanna­ stovuni, men so við og við gjørdist kluftin millum tørvin hjá viðskifta­ fólkunum og møguleikarnar at hjálpa teimum henni ov djúp, og hon gjørdist sjúk av eini sjúku, sum tá einki navn hevði, men sum nú eitur útbrend vegna strongd. Hon segði seg úr starvi, tey seldu húsini og fluttu niður til Ballerup. Har fekk Peter beinanvegin gott starv, og eftir eina tíð fór Turið undir at lesa danskt á universitetinum. Og meðan børnini vuksu upp, gav Turið sær góðar stundir til lesnaðin. Hon var eisini nevndarlimur og eina tíð formaður í føroyingafelag­ num í Ballerup, sum tá var eitt sera virkið felag við nógvum tiltøkum, ið savnaðu føroyingar úr øllum Keypmannahavnarøkinum. Eins og heimið hjá Turið og Peter á Hoydalsvegnum altíð stóð opið fyri vinum og kenningum, so helt hetta fram á Agertoften í Ballerup; og tey fingu beinan vegin nýggjar vinir í grannalagnum har. Men hjúnabandið helt ikki, og Turið flutti saman við børnunum í eina íbúð har í nánd; og meðan hon arbeiddi við síðuna av, gjørdi hon seg lidna við lesnaðin og varð cand. mag. við donskum sum høvuðsgre­ in og kvinnustudium sum hjágrein. Sum faðirin hevði Turið eina­ standandi góða songrødd, sopran, og hon hevur at kalla altíð sungið í kóri. Og tað var eisini í kórinum, hon møtti nýggja manni sínum, Niels, ið er verkfrøðingur. Tey gift­ ust í 1995 og keyptu sær hús í Balle­ rup. Eisini í hesum heimi hava vinir og skyldfólk altíð verið vælkomin at vitja og at gista. Ikki eru tey fá, fólkini úr Føroyum, sum eru komin niður at ferðast ella í ørindum og hava notið gott av blíðskapinum; og nógvar framúr hugnaligar løtur eru at minnast aftur á. Turið fekk arbeiði sum lærari í donskum á tekniskum gymnasium í Holbæk. Kanska ikki júst tað, sum hon upprunaliga hevði hugsað sær, men hon sá tað sum eina avbjóðing og fór so við og við at trívast væl í hesum starvi. Tó komu seinni nakrar bygnaðarbroyt­ ingar, ið hon ikki sá sum nakran bata, men tá var hon longu á veg út úr starvinum. Meðan hon var lær­ ari, virkaði hon eisini sum próv­ dómari av skrivligum uppgávum á miðnámsskúlum í Føroyum. Tað heilt serliga við Turið var, at tann, sum einaferð var komin at kenna hana og var vorðin vinur hennara, var ein vinur fyri lívið. Hon hevði enn tætt samband við fólk, ið hon var komin at kenna sum barn og ung, bindiklubburin íroknaður, og tað løgdust alla tíðina fólk afturat, tí hon hevði eisini lætt við at fáa nýggjar vinir. Og so væl dugdi hon at samansjóða sín vinaskara, at fleiri har eru komin at kennast. Alla tíðina fylgdi hon við, hvussu gekst hvørjum einstøkum, og hon var altíð til reiðar at lurta og stuðla, tá ið tungar løtur vóru í lívinum. Frástøðan hevði einki at týða, sambandið varð hildið viðlíka við telefonsamrøðum og brøvum; og so vóru tær ógloymandi løturnar av hugnaligari samveru: gongutúrar, útferðir, konsertir, sjónleikir og framsýningar, prát og djúpar samrøður, matgerð, reingerð og veitslur. Við síni lívsgleði og sínum stóra og livandi áhuga fyri menniskjum, mentan og samfelags­ viðurskiftum var Turið ein, sum tú altíð fekst stóra gleði av at tosa við. Hjá mær hevur heimið hjá Turið altíð verið mítt annað heim, og tað eri eg henni og familju hennara takksom fyri. Umframt sambandið við vinir­ nar, so hevði Turið eisini gott sam­ band við skyldfólkini í faðirættini, harav nógv búgva í Danmark. Við skyldfólkini í móðurætt var ikki so nógv samband, men tó fylgdi hon við, og hon visti eisini, at rættiliga nógv teirra høvdu fingið krabbamein í bestu árum. Tí kom tað kanska ikki púra óvart, tá henda herviliga sjúka í 2005 fyrstu ferð gjørdi vart við seg. Og nú komu 4½ ár, har Turið av øllum alvi stríddist móti sjúkuni. Í hesi tungu tíð upp­ livdi hon tó eitt, sum gleddi hana so ómetaliga nógv: Hon varð omma og slapp at vera um lítlu Emmu. Eisini megnaði hon við hjálp frá vinum og familju at savna vinir sínar og skyldfólk til heilar tveir stórar føðingardagar: 59 ára dagin í Ballerup og 60 ára dagin í Havn. Dagar, sum hon mintist aftur á við gleði og takksemi. Turið varðveitti lívsgleðina og vónina, líka til bert ein mánaður var eftir, tá læknarnir góvust við viðgerðini, og hon mátti dvína fyri sjúkuni. Vit eru mong, sum hava mist ein kæran vin. Men størstur er missurin hjá tykkum, ið vóru Turiðar nærm­ astu. Góðu Hanne, Niels, Sverri, Tóra, Monika og Emma. Harrin styrki tykkum í sorg tykkara. Turið hevði so ómetaliga nógv at geva okkum øllum somlum, og saknurin eftir hana er stórur. Men stór er eisini gleðin um at hava livað eitt lív saman við henni. Elin Henriksen Minningarorð um Turið Dahl 12. oktober 2009 nøvn