týsdagur 15. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 240 - 15. desember 2009
tíðindi
Samskifti hjá Zaka
ris Wang í 1964 við
eina røð av stjórn
málamonnum er nú
komið út í bók
Útgáva
Samrøðurnar í bókini Sam
skifti við stjórnmálamenn
1964 gjørdi Zakaris Wang,
í sambandi við at hann
skriv aði serritgerð í stjórn
málafrøði á Århus Uni
versiteti um viðurskiftini
millum løgting og landsstýri
undir heimastýrinum.
Djúpar samrøður
Teir, sum samrøðurnar eru
við, hava livað tá fólka
atkvøðan var í 1946, og
hava teir nógv at siga um
hesa hending. Harumframt
er nógv um, hvussu sam
ráðingar
vóru
millum
flokkarnar um at skipa
landsstýri, og tað var minst
líka so spennandi, sum tað
kann vera í dag, sigur
Zakaris Wang.
Fyri nøkrum árum síðani
prentaði Sosialurin tvær av
hesum samrøðu, ta við P.
M. Dam og ta við Jóhan
Pet ur
Davidsen.
Henda
seinna vakti mikla øsing,
men nú ber til hjá øllum at
gera sínar metingar um
hvørt nøkur orsøk var til
hana.
Summar av stjórnmála
monnunum fekst bert fatur
í við brævasamskifti, men
tað eydnaðist at fáa djúp
tøknar samrøður við fyrr
verandi løgmenninar Krist
ian Djurhuus og Petur
Mohr Dam, sum høvdu
nógv áhugavert at siga.
Har um framt
var
bæði
samrøða og brævaskifti við
Rikard Long, fyrrverandi
løgtings og landsstýris
mann, sam røða við Jóhan
Petur David sen, løgtings
mann og fyrr verandi lands
stýrismann, eins og við
Erlend Paturs son, løgtings
og lands stýrismann. Sam
røða var við Trygva Sam
uelsen og Kjartan Mohr,
løgtings menn, við J. H.
Danbjørg
og
Jákup
í
Jákupsstovu,
fyrr verandi
løgtingsmenn. Harumframt
var samrøða við blaðstjóran
á Føroya tíðindum, Jens
Dam, og nógv brævasam
skifti var við teir, sum
høvdu við hini bløðini at
gera. Edw. Mit ens, fyrrver
andi lands stýris maður, gav
nógvar skriv ligar upp lýs
ingar. Hann var fyrsti
skrivstovu stjóri hjá lands
stýrinum, og long samrøða
er eisini við táverandi
skriv stovustjóran
Johan
Djurhuus.
Hent tilfar
Zakarias sigur, at mesta av
hesum tilfari hevur ligið í
einari mappu, og helt hann
at tað var synd um tað for
fórst, tí tað er møguligt at
onkur kann halda tað í ein
ávísan mun kann nýtast
sum keldurtilfar til føroysk
samfelagsviðurskifti
um
hetta mundið. Tí hevur
hann skrivað bókina og
gjørt hana nýtiliga við at
hava ein fullfíggjaðan stíl,
har tað stendur nær tey fólk,
sum nevnd eru í bókini,
hava livað.
Tað er forlagi Stiðin, sum
gevur út
Børnini læra at ríma
Í nýggja savninum Omma blomma abbi
krabbi kunnu børnini nú læra bæði nýggj ar
rímur og tær, sum ommur og abbar minnast
frá tá tey vóru børn
RímuR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Bókin við stuttliga heitinum Omma blomma abbi krabbi
er fyrsta savn av sínum slag á føroyskum við rím um,
ramsum, skjaldrum og sangum. Í bókini eru bæði nýggj
ar og gamlar rímur; ramsir sum børn kenna frá barna
garðinum, og skjaldur sum ommur og abbar minnast frá
teirra barnaárum.
Ans fyri málinum
Gransking vísir, at børn, sum duga at ríma, fáa ein
serligan ans fyri málinum, ein førleika, sum tey kunnu
brúka, tá ið tey skulu læra at lesa. Børnum dámar at
tosa, syngja og røra seg saman við vaksnum og øðrum
børnum, og við rímum og ramsum fáa tey høvi at nýta
kropp, mál og hugflog á ein stuttligan hátt.
Alt tilfarið í bókini er savnað serliga við máli og mál
menning í huga. Málsliga menningin er knýtt at, um
for eldur ella onnur lesa søgur, siga rímur ella syngja
sangir saman við børnunum og gera tað javnan.
Litríku tekningarnar í bókini eru nýggjar. Árni Winth
er hevur teknað. Dentur er lagdur á, at myndirnar skulu
lýsa heimliga umhvørvið hjá børnunum. Hannis Egholm
hevur gjørt layout, umbrotið og greitt til prentingar.
Bókin er ætlað foreldrum, ommum og abbum, barna
gørðum, vøggustovum, dagrøktum og øðrum, sum eru
um børnini.
Sissal Maria Rasmus
sen hevur savnað til far
ið. Hon hevur seinastu
árini arbeitt við børnum
og
málmenning
og
kenn ir tí tørvin á tilfari.
Í Ommu blommu abba
krabba eru 74 ramsur
og sangir, harumframt
er ein heima síða knýtt
at bókini, har øll kunnu
geva teirra íkast. Útgev
arin vónar, at bókin fær
folk at minnast aðrar
rímur ella aðrar útgávur
av rams unum, og at tey
so velja at leggja hetta
út á heimasíðuna hjá
Ommu blommu abba krabba á www.snar.fo.
Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur bókina
út.
YRkingasavn
Nú um dagarnar kemur út
nýtt yrkingasavn hjá Lud
víki Breckmann. Heitið á
nýggja savninum er Svartir
Svanar.
Einar 60 yrkingar eru í
savninum, sum við sterkum
málrútmum
og
leikandi
orða stevi lýsir bjartar og
daprar kenslur, ljós og
skugg ar í sinninum hjá
einum unglinga heima í
Før oyum og burturi í lond
um.
Hesar yrkingarnar eru
allar nýggjar og hava ikki
verið á prenti fyrr. Men ikki
allar eru ókendar, tí yrkjarin
hevur lisið nakrar av teim
um upp við onkur almenn
høvi, eitt nú á mentanar
tiltøkum, kvøldsetum, á
ólavsøku og tílíkt, saman
við øðrum yrkjarum, tón
leikararum og sjónleik arar
um.
Hetta er annað yrkinga
savnið hjá Lúdvíki Breck
mann. Tað fyrra kom út í
fjør, og hevur tað heitið
Sálarføði og fevnir um
einar 100 yrkingar
Yrkingasavnið
Svartir
svanar er givið út á egnum
forlagi.
Nýggja yrkingar frá Ludvík Breckmann
Fyri aðru ferð roynir Ludvík
Breckmann seg sum yrkjara
við nýggja yrkingasavninum
»Svartir svanar«
Norðlandslúðurin
á føroyskum
Herfyri varð nýggj, føroysk útgáva av tí kendu bókini eftir Petter
Dass, Norðlandslúðurin, løgd fram. Tað er Axel Tórgarð, sum hevur
týtt hana til føroyskt, og er hon sera løtt at lesa, og er alt í henni so
heimligt fyri okkum føroyingar. Forlagið Stiðin gevur út.
Kenda bókin »Norðurlandslúðurin«
er komin út í nýggjari útgávu
Latín fyri byrjarar
Bókin Fabula er byrjanarbók fyri tey, sum hava
hug at læra seg latín. Bókin er týdd úr donsk
um, eftir høvundan Tove Niclasen. Fabula
hevur staðið sína roynd bæði í tí føroyska og
danska skúlaverkinum, og verður nú at fáa í
bókabúðunum. Forlagið Stiðin gevur út
Við nýggju bókini »Fabula« hava øll
nú høvið at læra seg latín
»Omma blomma abbi krabbi«
er fyrsta bókin av sínum slag
við rímum og ramsum á
føroyskum
Í bókini eru 74 ramsur og sangir, sum børnini skjótt kunnu
læra seg uttanat
Nógvir av stjórnmálamonnunum, sum
Zakaris Wang tosar við í bókini, minnast
fólkaatkvøðuna í 1946 og hava nógv at
greiða frá um umstrídda málið
Zakaris
Wang tosar
við stjórn
málamenn