Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 240 - 15. desember 2009 Ein maður er dømd­ ur fyri eina óvanliga grova neyðtøku, har hann eisini tók kvørkratak á kvinn­ uni og hótti hana við lívinum fyri at hon ikki skuldi melda Neyðtøka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein maður er nú dømdur eina trivaliga fongsuls revs­ ing fyri at hava verið óvan­ liga harðligur ímóti eini kvinnu. Tað endaði við, at hann neyð tók hana og tók hvørka tak á henni Tvær ferðir eina náttina legði hann á somu kvinnu har hann royndi at neyðtaka hana og var óvanliga harð­ ligur ímóti henni til hon misti vitið. Fyrru ferðina miseydn­ aðist neyðtøkan, tí kvinnan setti seg til mótverju til tað eydnaðist henni at sleppa til rýmingar Men stutt eftir fekk mað­ urin aftur fatur á somu kvinnu og tá fullførdi hann neyðtøkuna. Av tí sama varð maðurin bæði ákærdur fyri neyð­ tøkuroynd og fyri beinleiðis neyðtøku. Men harumframt varð hann eisini ákærdur fyri harðskap av serliga ráum og grovum slagi Tað er hann tí í sambandi við neyðtøkuna tók hann kvørkratak á hana og takið var so fast, at hon svímaði. Álopið á kvinnuna var so harðligt, at hon hevði merki, skurðsl og sár ymsa­ staðni á kroppinum. Og sum um at tað ikki var nóg mikið, hótti mað­ urin eisini kvinnuna til at tiga við hendingini, tá ið hon gjørdi honum greitt, at hon fór at melda hann. Sambært ákæruritinum hótti hann við at drepa hana, ella okkurt líknandi. Minnist einki Maðurin játtaði seg ikki sek an. Sambært honum fekk hann ikki játtað seg sekan, tí hann mintist so lítið til hendingina. Eftir at ákæran var lisin upp, varð forboð sett fyri at endurgeva meiri úr rættinum og tað varð partvís eisini viðgjørt fyri afturlætnum hurðum. Men ákærin gjørdi greitt, at kravið er, at maðurin skal í fongsul. 22 mánaðir Nú er maðurin so sømdur at sita í fongsli í eitt ár og 10 mánaðir. Sostatt varð hann kendur sekur á ákærunum, sum sett ar vórðu fram ímói hon­ um. Harumframt skal hann gjalda kvinnuni, hann gjørdi seg inn á, 70.000 krón ur í endurgjaldi og hann skal eisini rinda sakar­ málskostnaðin. Revsingin liggur innan fyri tær rammur, sum eru vanligar í Føroyum fyri lógarbrot sum hetta. Men Finn Ougaard, vara­ fúti sigur, at hevði hetta verið í Danmark, hevði revs ingin verið eitt ár longri í fongsli, tí har her revs ing­ arnar herdar fyri lógarbrot sum hetta. Í føroyum verður eisini arbeitt fyri at herða revs­ ingarnar fyri líknandi lógar­ brot og Løgtingið viðgerð í løtuni uppskot um hetta. Toskur vigaði 52 pund Tann 65 ára gamli norski stuttleikafiskimaðurin Knut Ove Randøy viðgekk aftaná, at tað stóð nógv á, áðrenn hann fekk tann 52 pund tunga toskin inn í bátin. Húkurin var eisini bognaður. Við fjølmiðlarnar sigur hann, at hjartað steðgaði á eina løtu, so spentur var hann. Tað var sunnudagin, at Knut Ove Randøy fekk tann 110 centimetrar langa toskin, meðan hann royndi á einari leið 40 fjórðingar úr landi. Hetta er størsti toskur, sum Knut Ove Randøy hevur fiskað. Tað gamla metið hjá honum var 38 pund. Nógv fólk til útgávukonsert Sunnudagin høvdu Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg útgávukonsert í Leirvíkar Bátasavni. Tiltakið var í sambandi við fløgu við klassiskum perlum, sum júst er komin. Fleiri enn hundrað fólk vóru til útgávukonsertina, og einar 60 fløgur vórðu seldar. ­ Yndi og dýpi í hesum tónleiki ger, at hann á serstakan hátt nemir við okkara kenslur. Burtur úr slíkum perlum úr fleiri londum og við ymiskari bakgrund, hava vit gjørt eitt perluband, sum vit vóna, at fólk kunnu fáa gleði av, siga tær báðar um nýggju fløguna, Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg, sum spæla á ávikavist violin og klaver. Neyðtók og og hótti kvinnu við lívinum Ein maður er dømdur at sita í fongsli fyri at hava lagt á eina kvinnu tvær ferðir eina náttina. Fyrru ferð royndi hann at neyðtaka kvinnuna, men tað miseydnaðist. Seinnu ferðina tók hann hvørkratak á kvinnuna og fullførdi neyðtøkuna Modellmynd Tað er nú staðfest, at mannabeinini, sum ein smádrongur fann í Hvalba í summar, eru 1000 ára gomul Tað var í summar, at ein smádrongur fann nøkur mannabein í bakkanum niðanfyri Bønhúsfløtu í Hvalba. Síðan eru beinini tíðar­ fest tað gevur gevur ábend ing um, at garður hevur verið á Bønhúsfløtu í víkingaøld. Føroya Fornminnissavn hevur havt hesi bein til neyvari kanningar á Antro pologisk Laborator­ i um á universitetinum í Keypmannahavn. Har varð staðfest, at talan er um bein av vaksnum fólki, men tað ber ikki til at siga um talan var um bein av mannfolki ella av konu­ fólki. Beinini eru partar av vinstra legg­ og skinna­ beini og brot av fótróts­ beini av sama fólki, skrivar Fornminnissavnið á heima síðu síni. Umráðandi var tí at fáa staðfest, hvussu gomul beinini kundu vera. Eitt sýnið av skinnabeininum varð sent til kolevnis­14 tíðarfesting á Institut for fysik og astronomi á uni­ versitetinum í Århus. Tíðarfestingin vísir greitt, at beinið er frá tíðini um ár 1000. Hetta er fyrstu ferð, at ein tíðar­ festing er gjørd, sum er tengd at einum av mongum plássum, sum bønhús­ navnið er knýtt at. Beinini geva ábending um ein fornan grevstur ella kirkjugarð. Helst stóð kirkja ella bønhús í kirkju­ garðinum. Um so er, eru fornminnini á Bønhúsfløtu dømi um ein garð við grevstri ella kirkjugarði við kirkju, har búleikast hevur verið um ár 1000 – tvs seint í víkingaøld. 1000 ára gomul mannabein funnin í Hvalba Beinini,, sum vórðu funnin undir bakkanum í Hvalba í summar, stava frá fólki og tey eru frá víkingaøld