Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 Minni munur í Bretlandi Nú er farið at styttast ímillum konservativa flokkin og arbeiðaraflokkin í Bretlandi, og sambært einari nýggjari kanning er munurin nú minni, enn hann hevur verið tað seinasta árið. Kanningin sigur, at var parlamentsval nú, hevði konservativi flokkurin fingið 40 prosent av atkvøðunum, arbeiðaraflokkurin hevði fingið 31 prosent og liberali flokkurin 18 prosent. Fyri tveimum mánaðum síðani var konservativi flokkurinm 17 prosentstig framman fyri arbeiðaraflokkin. Val verður í Bretlandi í seinasta lagi 3. juni næsta ár, men tað ljóðar, at Gordon Brown ætlar at halda tann valið 25. mars. Obama væntar avtalu Sambært fjølmiðlunum eru fleiri av luttakarunum á ST- veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn farnir at ivast í, hvat kemur burturúr. Connie Hedegaard, ráðstevnuformaður, segði í gjár, at ein loysn er framvegis í eygsjón, men hon viðgekk samstundis, at tað kann eisini miseydnast. Hinvegin tykist Barack Obama, forseti, hava vónir um eitt gott úrslit´i Keypmannahavn. Talsmaður hansara, Robert Gibbs, segði í gjárkvøldið, at forsetin er sannførdur um, at ráðstevnan fer at enda við einari avtalu, sum verður merkt av framskygni og gjøgnumskygni. Stýrið tekur suverent allar avgerðir á Listasavni Føroya. Tí kemur tað í prin­ sippinum heldur ikki øðrum við, hvussu keypt verður inn til savnið, staðfestir leið­ arin Helgi Fossadal Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú rættiligt kjak hevur ver- ið í seinastuni um mátan, Listasavn Føroya, keypir inn list, heldur leiðarin, at tað er okkurt fólk hava mis- skilt. Hann minnir á, at Listasavnið er ein sjálvsogn- arstovnur, ið ræður sær sjálvum, og har hvørki mentamálaráðharrin ella onnur hava nakra ávirkan á avgerðirnar. - Tað er stýrið fyri savnið, sum suverent tekur avgerðir um, hvussu og hvørji verk skulu keypast inn til savnið. Tað einasta mentamálaráðið kann gera, er at stegða játt- anini til savnið ella økja hana, um tað, er at tey vilja, sigur Helgi Fossadal. Onki at skammast yvir Hann staðfestir tó, at tað er hann sum leiðari, ið stendur við evstu abyrgdini fyri inn- keypspolitikki og samlingini av list á savninum. Og eftir hansara tykki er føroysk list bæði væl og breitt um- boðað. Helgi Fossadal vísur tó ikki aftur, at bara 10 verk eru keypt frá Heystframsýn ingarbólkinum, síðani hann kom í starvið sum leiðari í 2005. Men tað hevur onki við tey fólkini at gera, legg- ur hann doyðin á. - Eg fokuseri útilokandi uppá, um listin er góð ella ikki, og so verður keypt inn út frá teimum treytum, sum vit nú einaferð arbeiða und- ir, sigur hann og vísir mill- um annað á, at tað er av- markað, hvussu nógvan pening savnið hevur at keypa list fyri. - Alt hetta stendur eisini at lesa í ársfrágreiðingunum. Eg havi onki at fjala ella skammast yvir, sigur hann. Millum annað vísir hann á, at síðani savnið í 2004 byrjaði at skráseta øll verk- ini hjá savninum er leiðslan vorðin varug við, at stór glopp hava verið í samling- ini, millum annað í verkun- um hjá Tommy Arge og Mikines. Tí hava fleiri av keypunum seinnu árini verið gjørd í eini roynd at tippa hesi holini. Hinvegin er tað ikki vist, at savnið hevði havt raðfest innkeypini øðrvísi, um hesi atlit ikki skuldu takast. - Nei, sjálvt um vit høvdu nógvar milliónir at keypa inn fyri, er tað ikki vist, at vit høvdu keypt meir frá Heystframýningarbólkin- um ella øðrum listafólkum fyri tann skuld. Heystframsýningin ikki áhugaverd í ár Í listaumhvørvinum undrast fólk tó framvegis yvir, at savnið ikki hevur keypt nýggj høvuðsverk eftir týð- andi yngri listafólk sum til dømis Hanna Bjartalíð, Hansinu Iversen, Rannvá Konoy, og Tórodd Poulsen í Heystframsýningarbólkinu m. Nær tað verður er óvist. Hvussu nógv verk hevur Listasavnið keypt frá Heystf ramsýningarbólkinum í ár? - Onki Hví - tey høvdu jú eina sera stóra søluframsýning í ár? - Tí har var onki áhugavert og ongin endurnýggjan í mun til tað, vit longu hava. Vart tú sjálvur og hugdi? - Nei, men eg sendi fak- fólk fyri meg at meta um tað Hvørji vóru tey? - Tað kemur ikki øðrum við, sigur Helgi Fossadal, og upplýsir, at annars hevur Listasavnið brúkt á leið 300.000 í ár at keypa list fyri. Hann leggur afturat, at grafisk verk eftir Tórodd Poulsen tó skjótt vera at síggja á Listasavninum sum úrslit av avtalu, sum Lista- savnið hevur um keypa av list frá Grafiska Verkstaðn- um. Eg standi ikki í vegin Leiðarin á Listasavninum minnir enn einaferð á, at hann til einhvørja tíð tekur listina fram um sín egna persón. Sjálvt um tað eftir øllum at døma er hansara persónur, sum er ein orsøkin til, at stórur partur av Heyst framsýningarbóklkinum ikki vil sýna fram á Lista- savninum. - Tað verður teirra pro- blem. Eg standi ikki í vegin fyri nøkrum, sigur Helgi Fossadal, sum nú heldur fram í starvinum í tilgongd- ini at knýta Listasavnið at einum Tjóðsavni. Hvør hansara leiklutur verður í hesum arbeiði er heldur ógreitt í løtuni. - Tað veit eg ikki. Tey í mentamálaráðnum ætla at samskipa eitt ella annað, sum skal skapa onkrar rati- onaliseringar, sigur Helgi Fossadal. Til ta tíð er tað stýrið fyri Listasavnið, sum hevur evstu ábyrgd fyri virksemin- um á savninum, og stýrið ger, sum sagt, sum tað vil, staðfestir leiðarin á Lista- savni Føroya. Listasavnið ræður sær sjálvum - Sjálvt um vit høvdu nógvar milliónir at keypa inn fyri, er tað ikki vist, at vit høvdu keypt meir frá Heystframýningarbólkinum ella øðrum listafólkum, sigur Helgi Fossadal, leiðari á Listasavni Føroya ­ Ongin skuldi yvirtalast sigur Kinna Poulsen í viðmerking til útsøgnina hjá Helga Fossadal, leiðara á Listasavninum, um at hon skal hava hótt 26 fólk at skriva undir eitt mótmæli av hansara starvsetna nú verður longd Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kinna Poulsen stendur púra óskiljandi yvirfyri útsøgnini hjá leiðaranum á Listasavn- inum Helga Fossadal í Kringvarpinum í gjár um, at hon ella onnur skulu hava hótt 26 fólk at skriva undir eitt mótmælisskriv móti, at setanin hjá leiðaranum á savninum nú verður longd. - Eg havi ikki hótt nakran, og tey skuldu heldur ikki yvitalast til at skriva undir. Spyr tey sjálvi, sigur Kinna Poulsen og leggur afturat, at eini fýra bóru seg undan at skriva undir. - Tey stúrdu fyri, at teirra undirskrift kundi fáa avleið- ingar fyri teirra stuðuls- møguleikar innan listina onkursvegna. Faktisk haldi eg tað vera rættiliga djarvt, at so nógv skrivaðu undir, tí leiðarin á Listasavninum umboðar onkursvegna tað etableraða innan Føroyska myndlist, sigur Kinna Poul- sen. Helgi Fossadal er tó fram- vegis sannførdur um, at tey, ið hava skrivað undir, ikki hava hugsað sjálvi. - Tey hava í øllum førum ikki verið uppi á Listasavnin- um og gjørt sær sínar egnu metingar um støðið har, tí eg veit hvørji fólk koma haruppi. Og fyri mær tykist tað framvegis løgið, at fólk skriva undir uppá nakað, tey ikki sjálvi hava kannað, sigur Helgi Fossadal. Havi ikki hótt nakran Kinna Poulsen, listaummælari, kennir onki til at hon skal hava hótt nakran