Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 241 - 16. desember 2009 Grikkar skulu spara Tey seinastu næstan 40 árini hevur tað almenna Grikkaland drigist við skuld, sum er vaksin á hvørjum ári, soleiðis at í dag skyldar ríkiskassin meiri enn 2.200 milliardir krínur. Tað vil siga, at hvør einasti grikki skyldar 200.000 krónur. Grikska stjórnin hevur biðið ES um hjálp, men svarið verður ætlandi nei. Tað merkir, at grikkar skulu venja seg til munandi aparingar. Eitt nú skulu teir almennu útreiðslurnar skerjast 10 prosent, ein triðingur av ferðaskrivstovunum uttanlands lata aftur, og summi skulu rinda munandi meiri skatt enn nú, skrivar AFP. Putin rósti Berlusconi Russiski forsætisráðharrin, Vladimír Putin, ringdi fyrradagin til italska starvsbróður sín, Silvio Berlusconi, og rósti honum fyri at hava víst seg um ein mann, tá hann bleiv álopin í Milano sunnukvøldið. Talamðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, sigur við russisku fjølmiðlarnar, at russiski forsætisráðharrin hevði eisini fordømt álopið á Berlusconi. Putin og Berlusconi hava leingi verið væl og umrøða hvør annan sum vinmann, skrivar AP. Í fjør var Putin og vvitjaði Berlusconi á oynni Sardinia, og í heyst var Berlusconi og vitjaði Putin í St. Pætursborg, har russiski forsætisráðharin býr. Hugurin hjá føroy­ ingum uttanlands at sleppa heim at halda jól, er størri enn nakrantíð fyrr Jólaferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ringar tíðir rína ikki við úti­ setar, sum vilja sleppa heim til jóla. Tað mugu bæði Atlants­ flog og Smyril Line ásanna. Bæði flutningsfeløgini kunnu nevniliga staðfesta, at hugurin hjá útisetum at sleppa heim at halda jól, hevur ongantíð verið størri enn í ár. Av tí sama eru aftur í ár fleiri eykatúrar settir á skránna, fyri at geva øllum áhugaðum møguleika at sleppa heim. Jákup Sverri Kass, markn­ aðarstjóri í Atlantsflogi, sig­ ur, at av tí sama fara tey at flúgva tveir túrar fleiri í ár, enn tey gjørdu í fjør. Sostatt flúgva tey 37 túrar heim til Føroyar í ár frá í dag fram til jóla afturímóti 35 túrum í fjør. Flogið verður úr Keyp­ mannahavn, Ålborg, Bil­ lund, Reykjavík, Oslo, London og Aberdeen. Harumframt eru tveir leigutúrar úr Bergen og úr Haugesund í Noregi. ­ Tilsamans hava 3300 fólk bílagt sær ferðaseðil heim við Atlantsflogi, sum er eitt sindur meiri enn í fjør. ­ Hetta er tað mesta, sum hevur verið, sigur marknað­ arleiðarin hjá Atlantsflogi. Tilsamans er pláss fyri 3400 fólkum, so tað eru 100 ferðaseðlar eftir og teir eru á túrum úr Keypmanna­ havn, heilt uppiundir jólum, men annars eru nakrir fáir ferðaseðlar eftir úr Hauge­ sund, Bergen og Reykjavík. Mugu tillaga seg Jákup Sverri Kass ásannar, at hetta førir eisini við sær, sær at øll sleppa ikki heim ella avstað, tá ið tey vilja. ­ Men hetta eru nógv fyri­ reikað upp á og tí er tað longu beint eftir summar­ frítíðina, at fólk bíleggja sær jólaferðina heim. Hinvegin eru tað nógv les­ andi, sum ikki fyrrenn rætti­ liga seint vita, nær próvtøk­ urnar eru lidnar, so tey fáa ikki bílagt ferðaseðil heim fyrrenn tað líður út á árið. Hinvegin verða ferðafólk úr Danmark eisini flogin heim umvegis Noreg. Ferðafólkið fær so smátt heimaftur eftir jól, men tann 10. januar er øll jóla­ ferðslan avgreidd. Norrøna fullfermd Annars fer Norrøna eisini at sigla ein túr heim á jólum og tað er ein túrur úr Keyp­ mannahavn tann 19. desem­ ber. Norrøna hevur fyrr siglt heim á jólum, men hetta er fyrstu ferð, at hon siglur úr Keypmannahavn. Og tað hava ferðafólk tik­ ið væl ímóti, tí fyribils eru tað 1096 ferðafólk, sum hava bílagt sær ferðaseðil og tað er tað mesta, sum hevur verið. Men á Smyril Line vænta tey eini 50 fólk afturat og tá eru øll kømurini seld. Sostatt verður skipið at kalla fult, tí hóast pláss er fyri yvir 1482 ferðafólkum við skipinum, hevur Smyril Line gjørt nøkur fýramanna­ kømur um til tveymanna­ kømur. 4500 føroyingar vilja sleppa heim til jóla Heilsufrøðiliga Starvsstovan ætlar nú at kanna gæs og dunnur í Føroyum fyri at vita um tær hava krím, sum kann elva til álvarsliga sjúku hjá fólki Kanningar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin er nú at fara undir at kanna gæs og dunnur í Føroyum fyri krím. Tí vil Heilsufrøðiliga Starvsstovan ógvuliga fegin koma í samband við fólk, sum fara at drepa gæs og dunnur í næstum. Tað er Susanne Kabell, djóralækni á Heilsifrøðiligu Starvsstovuni, sum stendur fyri kanningunum. ­ Hetta eru kanningar, sum verða gjørdar víða hvar í øðrum londum og tað er avgjørt eisini hóskandi at gera tær her í Føroyum, sigur hon. Hon vísir á, at seinastu tíðina hava nógvir føroying­ ar ligið við H1N1 krími. ­ Vit vita eisini, at nógvir fitjufuglar kunnu vera vera berarar av sjúkuni, uttan sjálvir at verða sjúkir. Serliga hugsar hon um til­ tikna H5N1 virus, ið vanliga varð nevnt fuglakrím, sum varð rættiliga nógv umrøtt fyri nøkrum árum síðani og sum eisini elvdi til nakað av sjúku úti í heimi, har eis­ ini nøkur fólk doyðu. Men krímelvandi virus hevur tað við at blandast saman og hendir tað, at fuglakrím og krímið, sum nú gongur, blandast saman, kann tað elva til álvarsliga sjúku hjá fólki. Tað er nógvur fitjufuglur í Føroyum, bæði villur og húsdýr. Og Susanne Kabell held­ ur avgjørt, at vit eiga at kanna dunnur og gæs fyri virus fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu stórur tann vandin er, at krím av hesum slagnum kann fara at gera um seg í Føroyum. Tí vil hon fegin, at tey, sum fara at drepa gæs ella dunnur í næstum, seta seg í sambandi við Heilsufrøði­ ligu Starvsstovuna, so at royndir kunnu takast av fuglunum. Avtala kann so fáast við Starvsstovuna um, hvussu royndin kann takast, men í øllum førum fer hetta ikki at kosta fólki nakað, tí Starvs­ stovan ber allan kostnaðin. Men tey leggja afturat, at tey vóna at fáa royndir úr øllum landinum fyri at fáa eina so góða mynd av støð­ uni, sum gjørligt. ­ Tað, vit hava brúk fyri, er høvdið og minst 10 senti­ metrar av hálsinum og royndin skal takast, áðrenn gásin ella dunnan verður skáldað. Tey hugsa sær, at royndir verða tiknar av 5­10 fuglum úr hvørjum flokki, sum verður dripin. Kanna føroyskar gæs og dunnur fyri krím Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil hava greiði á, hvussu stórur vandi er fyri, at virus hjá dunnum og gæs kann elva til álvarsliga sjúku hjá fólki Ongantíð áður koma so nógvir føroyingar heim at halda jól, sum í ár og nú eru øgiliga fáir ferðaseðlar eftir við Norrønu og Atlantsflogi