Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 242 - 17. desember 2009 Bókin handan sjón­ varpsrøðina Buzz Aldrin er nú komin í føroyskari týðing Týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »... mundu Føroyar vera fyrsta barnaheimsbarnið – goymt burtur í útjaðaranum – eitt land, tú næstan ong­ an tíð hugsar um, fyrr enn tú knappliga ein dagin lesur eina stutta grein um tað og hugsar, har vart tú – hvar hevur tú verið alt mítt lív.« Úr skaldsøguni Buzz Aldrin hvar bleivst tú av í ruðu­ leikanum? Skaldsøgan Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðu­ leikanum? er nú komin út á føroyskum. Sama bók er eis ini grundarlag undir norsku sjónvarpsrøðini Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?, sum hev ur verið tikin upp í Før­ oyum í summar. Hin ævigi 2’arin Tað er norski høvundurin Jo han Harstad, ið hevur skriv að søguna um unga gartn aran Mattias, sum er sera hugtikin av astro naut­ inum Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mán­ anum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey ­ hann vil vera ókend ur. Eftir tíggju ár fer daman frá honum. Árið er 1999, ein nýggj øld er byrjað, Mattias er 30 ár. Tá ein vinur hansara bjóðar honum til Føroya at hjálpa orkestri­ num á eini konsertferð, tekur hann av. Í bókini eru hópin av frá­ líkum lýsingum av føroyska landslagnum og bygdarlívi, har Mattias millum annað verður góður vinmaður við ein smádrong úr Gjógv. Men hetta verður eisni eitt tíðarskeið, tá alt av álvara skramblar saman fyri Mattias. Ferðin til Føroya gerst ein langur roadmovie um hansara knústa hjarta og sinn, ein søga um at missa seg sjálvan burtur í ruðuleikanum, um rúmdina og Buzz Aldrin, Gjógv og Café Natúr, um svenskan popptónleik úr nítiárunum og um Føroyar meinlíkt einum mánalandslagi. Men eisini um at minnast alt tað, sum er hent seinastu árini, tí hvussu finna vit nakra meining við tilveruni, tá alt rapar? Johan Harstad fekk al ­ tjóða gjøgnumbrot við skaldsøguni Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? Bókin er nú týdd til fleiri enn 10 mál og er vorðin metsølubók. Kanska í Kringvarpið Frá framleiðaranum av sjón varpsrøðini, Yngve Sæther, frættist, at tey júst eru liðug at gera seinastu upptøkurnar í Føroyum og eru nú farin undir at klippa røðina. Væntast kann, at NRK fer at vísa røðina ant­ in á heysti 2010 ellá á vári 2011. Enn er ikki greitt, um Kringvarp Føroya eisini fer at vísa røðina. Millum leik­ ararnar hevur til dømis An finnur Heinesen ein týð­ andi leiklut, og somuleiðis er kendi danski sjónleikarin Bjarne Henriksen við. Tað er forlagið Eksil, ið gevur bókina út, og Agnar Artúvertin hevur týtt til føroyskt. Buzz Aldrin á føroyskum Í bókini endar søgan um unga, norska gartnaran í Føroyum eisini í Sosialinum. Her er tað Mattias í filminum, sum lesur greinina um seg sjálvan Bæði í bókini og í filminum eru nógvar lýsingar av býarlívinum í Havn, millum annað á Café Natúr Bókin »Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?« er týdd til fleiri enn 10 mál og er vorðin metsølubók. Nú er hon eisini komin á føroyskum 18. des kl. 17.00 Musikkskúlalærarar blása jólini inn í gongugøtuni kl. 18.00 Musikkskúlalærarar blása jólini inn í Dr. Jakobsens gøtu 19. des kl. 15.00 Jólaskipið kemur í Vágsbotn við jólamonnum. GHM spælir jólaløg, meðan bíðað verður eftir jólaskipinum kl. 17.00 GHM spælir í Dr. Jakobsens gøtu kl. 18.00 Kórið Glymur syngur í gongugøtuni 20. des kl. 15.00 2 jólamenn koma til Havnar. Rossini bíða við Skansan og haðani fara teir niðan í býin á rossabaki kl. 16.30 Kórið KASSIA syngur á trappuni hjá Ebenezer kl. 17.00 Tórshavnar Ungdómshornorkestur spælir í gongugøtuni kl. 18.00 Tórshavnar Kamarkór syngur runt um í býnum Kunningarstovan og miðbýurin í Havn Jól í MiðbýnuM 21. des kl. 16.30 Jólamaðurin lesur søgur í jólahugnastovuni í gongugøtuni kl. 17.00 Tórshavnar Ungdómshornorkestur spælir í Dr. Jakobsens gøtu kl. 18.00 Kristiliga Sangkórið syngur í gongugøtuni kl. 19.00 Havnar Hornorkestur spælir í gongugøtuni 22. des kl. 16.00 Argjakórið, gentukór av Argjum syngur í gongugøtuni kl. 16.00 Kórið Cantabile syngur runt um í býnum kl. 16.30 Jólamaðurin lesur søgur í jólahugnastovuni í gongugøtuni kl. 19.00 Kórið hjá Frelsunarherinum syngur í gongugøtuni 23. des kl. 16.30 Jólamaðurin lesur søgur í jólahugnastovuni í gongugøtuni kl. 18.00 Kórið Glymur syngur runt um í býnum kl. 19.00 Havnar Hornorkestur spælir í Dr. jakobsens gøtu www.kunning.fo Jólamenninir verða í býnum hvønn seinnapart frá 18. til 23. desember Í jólavikuni frá 18.-23. desember hava handlarnir leingi opið 18.-21. desember til kl. 20.00 22. og 23. desember til kl. 21.00 Er eisini eitt tiltak hjá handlunum í miðbýnum Sí eisini heimasíðurnar hjá Tórshavnar kommunu: www.torshavn.fo og hjá Kunningarstovuni: www.visittorshavn.fo og www.kunning.fo