Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 243 - 18. desember 2009 Tíðindaskriv Tórshavnar Kommuna Yvirlýsingin, sum borgar­ stjórin í Tórshavnar komm­ unu hevur undirskrivað saman við yvir 80 øðrum borgarstjórum, var seinna­ partin í gjár handað heim­ sins stjórnarleiðarum í Bella­sentrinum, har teir royna at telva seg fram til eina altjóða veðurlags av­ talu. Umframt ta stóru veður­ lagsráðstevnuna í Bella­ sentrinum, hava eisini borg­ arstjórarnir í fleiri av heim­ sins størstu býum sitið og tingast um veðurlagsbroyt­ ingarnar og hvat kann gerast fyri at tálma teimum. Á ráðstevnuni, ið bar heitið “Climate Summit for Mayors”, var eisini borgar­ stjórin í Tórshavnar komm­ unu, Heðin Mortensen, sum saman við hinum skrivaði undir eina felags yvir lýs­ ingin. Týsdagin komu borgar­ stjórarnir ásamt um orða­ lagið í hesi yvirlýsing, sum teir seinnapartin í gjár hand aðu stjórnarleið ar un­ um, ið nú eru komnir upp í tingingarnar um eina al ­ tjóða veðurlagsavtalu. Vegna teir yvir 80 borg­ arstjórarnar var tað Michael Bloomberg, borgarstjóri í New York, ið legði yvir­ lýsingina fram fyri stjórn­ arleiðararnar. Mugu byrja nú – Vit biðja tykkum um at viðurkenna, at framtíðin hjá heimi okkara verður vunnin ella mist í heimsins býunum, siga borgar stjór­ arnir millum annað. Vit eru klár til at samstarva, hugsa nýtt og royna enn meira enn áður. Boð okkara til stjórn­ irnar eru einføld: Samtykkið víðskygd mál og byrjið at minka um útlatið nú – og verið sannførd um, at um býirnir eru við, eru sterkir og fáa rætta tilfeingið, so geva vit tað, vit hava bundið okkum til at geva, er niður­ støðan í yvirlýsingini. Borgarstjórarnir senda í yvirlýsingini eini sterk og sameind boð til stjórnirnar um at fullfíggja avtaluna í Keypmannahavn og í al ­ tjóða høpi viðurkenna alt­ av gerandi leiklutin hjá býum í bardaganum móti veðurlagsbroytingum. Teir vísa á, at býirnir umboða meira enn helmingin av heimsins fólki, umframt at upp til 75 prosent av heim­ sins útláti av vakstrar hús­ gassum koma frá býar økj­ um. Tí noyðast og vilja býirnir at taka vit ábyrgd í bardaganum móti veður­ lagsbroytingum. – Býir gera nakað. Vit vísa, at vit eru før fyri at gera nakað við veður lags­ broytingar hvønn dag, við at skapa umfevnandi loysnir innan orkusparing, flutning, rusk, ljós, varandi orku, vatn goymslur, tillaging av broyttum hugburði og við at leggja ætlanir og skipa infrakervi, siga borgar stjór­ arnir í áheitan síni á stjórnarleiðararnar. – Vit hava prógvað, at lokal veðurlagstiltøk ikki bara eru væleydnað, men eisini altavgerandi, um ætl­ anir og mál hjá tjóðini sum heild viðvíkjandi veður­ lagsbroytingum skulu eydn­ ast. Um tey eru væl gjørd og innførd á rættan hátt, skapa tey nýggjar hættir at røkka áhaldandi vøkstri, ið ikki skaðar náttúruna, og er góður fyri okkum øll. Fáa borgararnar við Borgarstjórarnir leggja somuleiðis stóran dent á, at umráðandi er at fáa borg­ ararnar við, so teir við per­ sónligum broytingum og “grønari livihátti” eru við til at loysa veður lags krepp­ una, samstundis sum býar­ leiðararnir ganga undan við framsóknum politiskum til­ tøkum og ítøkiligum stigum til ætlanir og íløgur, ið betra umstøðurnar hjá borgar un­ um. – Vit heita á borgararnar um at vera við, meðan vit skapa eina betri framtíð fyri gongustjørnu okkara, stend­ ur í yvirlýsingini. – Býir menna seg. Gjøg­ num árini eru vit farin undir veðurlagsætlanir, sum mangan hava verið meira framsóknar, enn tað landið hevur gjørt. Vit ætla okkum at halda áfram við hesum, men fyri at vit kunnu gera tað krevst, at vit hava sterk­ ari samstarv millum lands­ og kommunustýri. Sam­ starv, ið fremur luttøku býanna í at røkka okkara felags máli: eina altjóða lág­kolevnis framtíð, ið kann liva við veðurlagnum. Tíðindaskriv Tórshavnar Kommuna Í dag samdust borgar stjór­ arnir, sum eru savnaðir á serligari borgar stjóra ráð­ stevnu um veðurlags spurn­ ingar, um eina yvirlýsing, sum seinnapartin í morgin verður handað stjórnunum, ið eru savnaðar á veður­ lagsráðstevnuni í Bella­ sentrinum. Millum teir yvir 80 borgarstjórarnar úr øllum heiminum, ið settu sína undirskrift undir yvirlýs­ ingina í dag, var borgar­ stjórin í Tórshavnar komm­ unu, Heðin Mortensen. Tey fyrstu at skriva undir, vóru Ritt Bjerregaard, yvir borg­ arstjóri í Keyp mannahavn, og Michael Bloomberg, borgarstjóri í New York, og síðani komu allar hinar undirskriftirnar aftaná. Í yvirlýsingini eggja borgarstjórarnir heimsins stjórnarleiðarum at gera eina sterka og víðskygda avtalu, ið verður veður lag­ num at frama. Samstundis heita borgarstjórarnir á heimsins leiðarar um at vísa góðan vilja og ikki undir­ meta tann týdning, býirnir hava í hesum høpi, tí tað er í býunum, at størstu átøkini fyri einum betri veðurlagi kunnu takast. Býirnir gera stóran mun Serliga veðurlagsráð stevn­ an fyri borgarstjórar úr øllum heiminum, “Climate Summit for Mayors”, hevur ikki so lítið at siga í sam­ bandi við endaligu veður­ lagsavtaluna, tí býirnir, sum borgarstjórarnir umboða, fegna um meiri enn helm­ ingin av heimsins fólk, um ­ framt at teir umboða fleiri av heimsins størstu búskap­ um. Eisini telur við, at útivið 75 prosent av heimsins útláti av vakstrarhúsgassi kemur frá býarøkjunum, ið tí kunnu gera sera stóran mun, taka tey veðurlags­ avbjóðingina í fullum álv­ ara. At tey gera tað, er yvir­ lýsingin besta prógv fyri, og nú vóna allir borgar­ stjórarnir, at heimsins leið­ arar í sama álvara finna eina semju um, hvat best er at gera fyri at tálma støðugt hóttandi veðurlags broyting­ unum. Seinnapartin hevur Heðin Mortensen saman við hin­ um borgarstjórarunum ver­ ið við til sjálva setanina av politiska partinum av al ­ tjóða COP15­veður lags ráð­ stevnuni í Bella­sentr inum, og hann verður eisini við, tá borgarstjórarnir í morgin aftur fara á altjóða ráð­ stevnuna, har teir fara at handa stjórnarleiðarunum yvirlýsingina, teir allir í felag undirskrivaðu í dag. Við í áheitan á stjórnarleiðarar Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, í práti við borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, undir altjóða veðurlagsráðstevnuni í fyri borgarstjórar, “Climate Summit for Mayors” Føroysk undirskrift á veðurlagsskjal Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivar undir yvirlýsingina frá yvir 80 borgarstjórum úr øllum heiminum, ið heita á heimsins stjórnarleiðarar at fáa í lag eina munagóða veðurlagsavtalu, áðrenn veðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn er av Samráðast við Ísland næsta ár Makedonska tíðindastovan MINA visti í gjár at siga, at næsta ár fer ES at tingast við Makedonia og Ísland um limaskap í samveldinum. Tíðindastovan segði seg hava tíðindini úr Týsklandi, og at tað var Angela Merkel, kanslari, sum hevði sagt týskum politikarum á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, at samráðingarnar við íslendingar og makedonar byrja í 2010. Sambært MINA eggjaði kanslarin teimum týsku limunum í Evropatinginumn til at viðgera øll mál um nýggjar limir í ES við vælvild. Evropatingið hevur sett Ísland og Makedonia á skránna fyri 2010. Einki verkfall Í Bretlandi hevur ein dómstólur gjørt av, at tað fráboð­ aða verkfallið hjá flogternunum hjá British Airways er ólóg ligt, tí og tí verður verkfallið av ongum, sigur BBC. Flogternurnar høvdu boðað frá, at tær fóru í verk fall í tólv dagar frá 22. desember. Tað avgjørdu tær á einari uratkvøðugreiðslu hjá fakfelagnum, men dómstólurin sigur, at atkvøðugreiðslan var ólóglig, tí fólk, sum ikki vóru limir í felagnum sluppu at at kvøða. Leiðslan í British Airways er sera fegin um avgerðina hjá dómstól inum, tí at verkfallið hevði kostað felagnum einar 250 milliónir krónur um dagin.