fríggjadagur 18. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 243 - 18. desember 2009
Samstundis sum
borg arstjórarnir
fundaðust, var rok
millum um hvørvis
aktivistar og løgreglu
uttan fyri Bella
sentrið. Hetta nervaði
tó ikki ráðstevnuna
í Ráðhúsinum, men
eisini har var trygdin í
hásæti, við talsterkum
løgregluliði, bumbu
hundum og øðrum
trygdarstarvsfólkum
Tíðindaskriv
Tórshavnar Kommuna
Á serligu veðurlags ráð
stevn uni fyri borgarstjórar
úr øllum heiminum, “Cli
mate Summit for Mayors”,
sum var í Ráðhúsinum í
Keypmannahavn, og sum
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, var við í, vóru
síðsta dagin framløgur og
pallborðsfundur við dømum
og tankum um almenn/
privat partaløg í sambandi
við arbeiði at minkað um
útlát av veðurlagsgassum.
Tveir teir mest høgt
standandi búskapar frøð ing
arnir í heiminum, hollendski
forsetin í Heimbankanum,
Robert B. Zoellick, og
meksikanski aðalskrivarin í
OECD,
Angel
Gurria,
greiddu frá um væntaðu
gongdina í býarøkjum kring
heimin næstu áratíggjuni.
Gurria vísti á, at mett verð
ur, at í 2030 búgva 60
prosent av øllum heimsins
íbúgvum í býarøkjum, og at
hetta kemur at seta stór
krøv til býarstjórnirnar á
um hvørvisøkinum. Neyð
ugt verður við umfatandi
dagføring av gomlum bygn
ingum, privata ferðslan má
í størri mun avloysast av
almennari ferðslu og var
andi orkukeldur mugu nýt
ast til el og hitafram
leiðslu.
Menningarlondini við
Forsetin í Heimsbankanum
greiddi frá, at tað har verður
arbeitt við serligum sløgum
av
CO2fíggingarmøgu
leik um, til eitt nú at stimbra,
at býirnar laga seg til tær
komandi avbjóðingar, sum
aðalskrivarin í OECD vísti
á. Heimsbankin sær fyri
sær, at neyðugt verður við
umfatandi tiltøkum í serliga
menningarlondunum,
so
leið is at hesi eisini megna
at vera við í heimsumfatandi
arbeiðinum at minkað um
árinini frá ovurupphiting.
Ein annar av røðarunum,
sum kemur úr privatu vinn
uni, var Richard Branson,
stovnari og nevndar for mað
ur í multinationala felag
num, Virgin Group, sum
eigur bæði lágprís flogfeløg
og
tónleika fram leiðslu
feløg, og sum nú eisini er
farin inn í menningarætlanir
á umhvørvisøkinum, og
eisini arbeiðir við at gera
tað møguligt hjá privatum
at sleppa út í rúmdina.
Branson byrjaði á berum í
London sum 16 ára gamal,
og er í dag góður fyri
um leið 13 milliardir krónur
og hevur 25.000 fólk í
arbeiði.
Seinasti
røðarin
var
guver nørurin í Kalifornia,
Arnold Schwarzenegger, ið
hevur arbeitt dúgliga fyri at
fáa granskarar og vinnu á
umhvørvisøkinum til Kali
fornia, sum hann vil gera til
umhvørvisvinarligasta stat
í USA. Hann helt, at politik
arar kring heimin arbeiða
ov seint, og tí gjørdu teir í
Kalifornia sjálvir tað, sum
teir mettu skuldi til.
Tók seg sjálvan
sum dømi
Boðskapurin hjá Arnold
Schwarzenegger var, at tað
nyttar ikki, at myndugleikar
trýsta lidnar umhvørvis
loysnir niður yvir høvdið á
fólki. Tvørturímóti er besta
trygdin fyri, at tilvitanin
um umhvørvið slær ígjøg
num, at hon kemur frá
grasrøtrunum og at tað
gerst “hipt” at hugsa um
um hvørvið. Hann brúkti
lívsstílin við “bodybuilding”
og “fitness” frá sínum egna
ungdómi sum dømi. Tá
hann sum ungur byrjaði at
venja, var henda ítrótt av
flestu fólkum mett sum
nakað fyri serlingar. Men í
dag eru slík venjingarrúm í
stórt sæð hvørjum einasta
gistingarhúsi, sjúkrahúsi og
á nógvum arbeiðsplássum
kring allan heimin. Um
umhvørvistilvitan á sama
hátt gerst ein lívsstílur,
hevði hann góðar vónir fyri
framtíðina.
Borgarstjórin
í
Havn,
Heðin
Mortensen,
fekk
høvi til at heilsa upp á
Arnold
Schwarzenegger,
beint eftir at pallborðs fund
urin í Ráðhúsinum var
liðugur um miðdagsleitið
mikudagin.
Seinnapartin
varð
so
hildið fram á Universi tet
inum í Keypmannahavn,
har greitt varð frá gransking
á umhvørvisøkinum. Og
seinni um dagin fóru borg
arstjórarnir út á altjóða
ráðstevnuna í Bellasentr
inum, har teir handaðu
ríkis leiðarunum yvirlýsing
ina, sum allir borgar stjór
arnir høvdu undirskrivað á
Ráðhúsinum týsdagin. Í
Bellasentrinum var stórur
spenningur millum samráð
ingarfólkini. Alt fleiri og
fleiri
ríkisleiðarar
vóru
longu komnir higar, eitt nú
bretski
forsætisráðharrin,
Gordon Brown, og seinni
um dagin skuldi kinesiski
stjórnarleiðarin, Wen Jia
bao, eisini koma.
Hølir til leigu
Stiðjagøta 3 · 100 Tórshavn · tel: 358888 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo
Úti í Stiðjagøtu 3 eru 110 m2
hølir við 7 rúmum og eini
230 m2 høll við portri 4 m
breidd 3 m hædd í einum til
leigu.
Alt kann innrættast eftir ynski.
Schwarzenegger
fekk síðsta orðið
Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, hevur arbeitt dúgliga fyri at fáa granskarar
og vinnu á umhvørvisøkinum til Kalifornia, sum hann vil gera til umhvørvisvinarligasta stat í
USA
Innflyta arbeiðsmegi
Hóast Royal Greenland fekk munagóða hjálp úr grøn
lendska landskassanum fyrr í ár, hevði felagið 196
milliónir krónur í halli seinasta roknskaparár. Tað er 78
milliónir meiri enn hallið í fjør. Tann vánaliga fíggjar
gongdin hevur kostað nógv arbeiðspláss í fyritøkuni, men
sambært leiðsluni var júst trot á arbeiðsmegi ein orsøk til
tað vánaliga rakstrarúrslitið. Flemming Knudsen, stjóri í
Royal Greenland, sigur við KNR, at vantandi arbeiðsmegi
gjørdi, at felagið framleiddi í minna lagi. Kemur ikki
vend í, noyðist Royal Greenland at innflyta arbeiðsmegi,
sigur hann.
Doyggja tíðliga
Kvinnur, sum vilja sleppa at liva leingi, skulu eftir øllum at døma
ikki velja sær prestagerningin sum lívsstarv. Handbókin hjá guð
frøðingum, sum kemur út fjórða hvørt ár, skrivar í teirri seinastu
útgávuni, at kvinnuligir prestar liva í meðal 68 ár, meðan teirra
mannligu starvsbrøður liva 81 ár í meðal. Í teirri næst seinastu
útgávuni vóru tølini ávikavist 72 og 79 ár. Serfrøðingar á lærdu
háskúlunum í Keypmannahavn og Århus siga við DR, at frágreið
ingin kann vera, at prestagerningurin er ein størri uppgáva fyri
eina kvinnu enn fyri ein mann.