Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 243 - 18. desember 2009 Hjálp frá Atlantsflogi Vánalig floglíkindi hava darvað flígvingini hjá grønlendska Air Greenland teir seinastu dagarnar, og tí bað felagið Atlantsflog um hjálp til at flyta fólk og farm, sum vóru seinkað av veðrinum. Grønlendska kringvarpið KNR sigur, at eitt flogfar hjá Atlantsflogi skuldi hjálpa Air Greenland í gjár og í dag. Í gjár skuldi tað føroyska flogfarið flúgva millum Kangerlussuaq ogNarsarsuaq, og í dag skuldi tað so flúgva millum Kangerlussuaq og Pituffik. Samstundis hevur Air Greenland skipað fyri tyrlusambandi til Pituffik, sigur KNR. Bjálving á fíggjarlógina Jess Svane, sum er borgarstjóri í grønlendsku kommununi Qaasuitsup vil hava landspolitikararnar at játta pengar til húsabjálving. Hann sigur, at grønlendska útlátið av CO2 kann skerjast munandi, um hús og íbúðir verða bjálvað betur, og at øll nýggj hús verða munandi betur bjálvað enn tey verandi. Men fíggjarliga er hetta ein so stór uppgáva, at kommunurnar megna ikki at lyfta hana, sigur Jess Svane. Borgarstjórin í Qaasuitsup fýlist á, at Landstingið hevur ikki sett pengar á fíggjarlógina til bjálving. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur seg hava lítlan hug at fara til Ruslands at samráðast, so leingi málið um Skálaberg ikki hevur fingið eina virðiliga loysn Samráðingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Russar hava nú bjóðað før­ oyingum til nýggjar samráð­ ingar um fiskiveiðisáttmálan millum londini fyri 2010. Herfyri var ein stór russ­ isk samráðingarnevnd í Før­ oyum, men eftir at partarnir høvdu samráðst í tríggjar dagar, spurdist einki burtur úr samráðingunum. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum, segði tá, at tøkan av Skálabergi hevði hevði lagt so stórar skuggar yvir viðurskiftini millum lond­ ini, at hetta var størsta forð­ ingin fyri nýggjum sátt­ mála. Málið um Skálaberg var fyri á stuttum rættarfundi í Murmansk í gjár og skuldi ætlandi takast uppaftur í morgun. Tó at hetta mál enn er ikki loyst, hava russar umvegis sendistovuna í Danmark biðið um nýggjar samráðingar við føroyingar um fiskiveiðisáttmálan. Teir hava skotið upp, at samráðingarnar verða í Moskva 29. desember. Virðilig loysn Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið í brævi hevur latið russar vitað, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum londini í ein ávísan mun eru treytaðar av einum ávísum máli, sum hann tekur til. ­ Vit kenna okkum nokso ótryggar við viðurskiftini landanna millum, soleiðis sum russar hava handfarið málið um Skálaberg, sigur landsstýrismaðurin. Jacob Vestergaard sigur seg hava lítlan hug at fara til Ruslands at samráðast, so leingi hetta mál ikki hevur fingið eina virðiliga loysn. Soleiðis er eisini ógreitt í løtuni, nær nýggjar fiski­ veiðisamráðingar verða millum Føroyar og Rus­ lands. Jacob Vestergaard lítlan hug til samráðingar Jacob Vestergaard heldur, at málið um Skálaberg, sum russar nú hava afturhildið í Murmansk í ein heilan mánaða, hevur gjørt viðurskiftini millum londini so trupul, at trupult er at fara til nýggjar samráðingar, soleiðis sum støðan er Vilhjálmur Nielsen, orku- og veðurlagsráðgevi, er sannførdur um, at ein nýggj veðurlagsavtala kemur í hús í Keypmannahavn. Hann heldur eisini, at føroyska uppskotið kundi verið meira optimistiskt COP15 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Føroyska uppskotið til minking av CO2 útláti upp á 20 prosent innan 2020, kundi verið munandi meira optimistiskt. Tað heldur Vilhjálmur Nielsen, sum er orku­ og veðurlagsráðgevi, og hevur kjarnuførleikar innan millum annað orku­ politikk, Kyoto, útlát, umhvørvisárin og orku­ kostnað. Hann sigur, at tað er ikki tøkniliga ómøguligt at minka um útlátini við meira enn 20 prosentum, men at tað meira er politiskt ómøgu­ ligt. ­ Um føroyska uppskotið er eitt gott uppskot, tað veldst um, um tú fert í smá­ lutirnar ella ikki. Tað avgerandi har er, hvat tú ger aftaná. Hetta er fyrstu ferð, at eitt samt Løgting sigur, at Føroyar skulu binda seg langsiktað upp á at minka um CO2 útlátið. Og har stendur eisini, at man skal fylgja tí annaðhvørt ár, at gera tær broytingar, sum skulu til. Ein partur av tí, sum er, er at har stendur ógvuliga lítið um fiskivinn­ una. Men har kemur tað at henda kortini, og við tí tøknimenningini, sum man kann gera har, og sum kort­ ini fer at vera. Um vit høvdu lagt okkum fast, og sagt, at hetta vilja vit gera, so høvdu vit staðið ógvuliga sterkt, tí tað ger eingin annar, stað­ festir Vilhjálmur Nielsen. Avtalan kemur í hús. Hann hevur í vikuni verið á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, har hann hevur umboðað BlueGreen­ Future, og hann hevur, sum vera man fylgt væl við gongdini. Hann er eisini sannførdur um, at ein avtala kemur í hús í Keypmannahavn. ­ Har verður so ein avtala gjørd. Og tað verður sagt, at hon verður góð. Tað ber ikki til, at hava so nógv fólk á hasum stignum samlað saman, uttan at okkurt skal eitast at verða komið burtur­ úr. Og tað avgerandi er, at tá tey so siga, at hetta er ein góð avtala, so noyðast tey eisini at syrgja fyri, at tað framyvir kemur at vísa seg sum, at tað er ein góð avtala, sigur Vilhjálmur Nielsen. Avtalan kemur í hús Avtalan kemur í hús á COP15. Tað er Vilhjálmur Nielsen, orku- og veðurlagsráðgevi, sannførdur um. Hann heldur tó, at føroyska uppskotið gott kundi verið betri. Mynd: POLFOTO