fríggjadagur 18. desember 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 243 - 18. desember 2009
Tann, sum heldur, at
vit hava ruðuleika í ár,
má trúgva umaftur,
tí hesi næstu árini
verða rættiliga hørð,
staðfestir Anfinn
Kallsberg, formaður í
fíggjarnevndini
Fíggjarstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað standa harðar tíðir
fyri framman.
Tað
staðfestir Anfinn
Kallsberg,
formaður
í
fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin er liðug
at viðgera fíggjrlógina fyri
næsta ár og fyrr í dag legði
hann úrslitið fyri Løg-
tingið.
Fíggjarnevndin
hevur
broytt uppskotið hjá lands-
stýrinum nakað, men enda-
liga úrslitið er áleið tað
sama.
- Úrslitið vísir, at næsta
ár verður hallið á fíggjar-
lógini beint undir 800 milli-
ónir. Tað eru góðar 30 milli-
ónir meiri enn landsstýrið
ætlaði. Men hinvegin vísa
tær nýggjastu inntøkumet-
ingarnar, at næsta ár verða
inntøkurnar einar 30 milli-
ónir lakari enn landsstýrið
roknaði við.
Hinvegin halda útreiðslur-
nar so nøkunlunda, tó at
stórar broytingar eru gjørdar
innanfyri karmarnar.
Tað eydnaðist hvørki at
fáa inntøkutrygdina og pen-
sjónina úr fígjarlógini, sum
ætlann var, men so eru aðr-
ar sparingar gjørdar ístað-
in.
- Hetta er ein neyðsemja,
sum ongin er nøgdur við.
Men hin møguleikin var, at
vit ikki fingu semju og so
fingu eina fíggjarlog, sum
einans var fyribils og tað
hevði verið ein vanlukka.
Men so er spurningurin
hvat hendir, nú Løgtingið
skal endaliga samtykkja
fíggjarlógina, tí í hesum
sambandi hava vit áður
sæð, at tinglimir tvørtur um
flokkar og tvørtur um
andstøðu og samgongu,
taka seg saman í evstu løtu
um rossahandlar av alskyns
slagi og hava ”hjálpt” hvørj-
um øðrum at fáa ymisk mál
samtykt
og
tað
hevur
onkuntíð økt útreiðslurnar
nokk so fitt.
Harðar tíðir
Men formaðurin í fíggjar-
nevndini staðfestir, at hesi
næstu árini skulu ódnartøk
takast út um tað vanliga
fyri at fáa fíggjarstøðuna í
rættlag.
- Eitt hall upp á fleiri
hundrað milliónir kann ikki
halda fram í nógv ár og tí er
neyðugt at taka stór stig
fyri at fáa samanhang ímill-
um útreiðslur og inntøkur.
Tí verður neyðugt beinan-
vegin at fara undir arbeiðið
at gera fíggjarlógina fyri
2011.
- Í ár eru útreiðslurnar
hækkaðar eini 2%, men
hesi næstu árini verður
neyðugt at venda skútuni
av álvara.
- Summi hava kallað tað,
sum er fyrifarist seinastu
tíðina fyri ein politiskan
ruðuleika, staðfestir hann.
Tí spyr hann seg sjálvan,
hvussu útsøgnirnar verða
hesi næstu árini, tá ið rætti-
ligar sparingar skulu setast
í verk.
- Búskaparráðið hevur
roknað seg fram til, at klára
vit
at
skerja
almennu
útreiðslurnar 2% um árið
og klára vit at hækka inntøk-
urnar 3% um árið, kunnu
vit fáa javnvág í fíggjar-
lógina í 2014.
Men tá skylda vit eisini
fýra milliardir!
Krevur sín mann
Anfinn Kallsberg sigur, at
hetta er tann nakni, politiski
veruleikin og tí skulu ógvus-
lig stig takast hesi næstu
árini fyri at fáa skútuna
aftur á beint.
- Hetta er endamálið við
tí politiska arbeiðnum hesi
næstu árini, men tað ber í
sær, at almennu útreiðslur-
nar skulu lækka.
- Tað fer at krevja sín
mann, tí tað verður alt ann-
að enn lætt, leggur hann
afturat.
Í hesum sambandi slepst
ikki uttanum at nevna, at
næsta heyst skulu fakfeløg-
ini á almenna arbeiðsmarkn-
aðinum
samráðast
um
nýggjan sáttmála.
Men her er Anfinn Kalls-
berg púra greiður.
- Enda vit aftur við eini
lønarhækking upp á 3%
um árið, mugu vit staðfesta,
at so skulu vit seta springar
í verk fyri 5% og tað verður
ikki lætt.
Men tað er ikki nokk,
bara við sparingum, tí inn-
tøkurnar skulu eisini hækk-
ast.
Hóast Anfinn Kallsberg
er grundleggjandi ímóti at
hækka skattir og avgjøld,
sigur hann, at tað kann
verða neyðugt at hækka inn-
tøkurnar tann vegin, alt
eftir, hvat virksemi annars
er í landinum.
Hinvegin
hellir
hann
meiri til, at grundarlag verð-
ur skapt fyri at økja um virk-
semi, sum so kann føra til
neyðuga inntøkuvøksturin.
-
Hava
vit
hall
í
landskassanum. Í løtuni eru
vit í teirri hepnu støðu, at
onkur vil læna okkum peng-
ar til at fíggja hallið, men
tað kostar rentuútreiðslur og
einaferð koma vit eisini í ta
støðu, at vit ikki fáa meiri
lán. Tí hava vit onki val enn
at fáa javnvág í búskapin
hesi næstu fáu árini, sigur
Anfinn Kallsberg.
Tað standa harðar tíðir fyri framman
Tey næstu árini skulu stór
tøk takast, tí tað verður
neyðugt bæði at seta beinleiðis
sparingar í verk og at hækka
inntøkurnar
Bretar hótt Ísland
Undir einum orðaskifti í íslendska Altinginum fyrradagin
segði Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, at bretar
høvdu hótt við at leggja íslendsku umsóknina um ES-
limaskap til viks, um íslendska stjórnin ikki slakaði í tí
sokallaða Icesave-málinum. Undir orðaskiftinum kom fram,
at bretska hóttanin kom longu á heysti í fjør í brævi, sum
stjórnin í London sendi ES-nevndini. Steingrímur J.
Sigfússson segði, at uttanríkisnevndin hjá Altinginum hevði
sæð brævið í trúnaði, og at tí var einki komið fram um tað
alment fyrr enn nú.
Jarðskjálvti í Atlantshavinum
Klokkan umleið hálvgum tvey hósnáttina skrásettu jarðfrøðistovnarnir í
Portugal, Spania og Marokko ein jarðskjálvta undir havbotninum úti í
Atlantshavinum. Skjálvtin bleiv máldur til 6,3 á Richterstiganum, men einki
er frætt frá skaða. Spanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í
jarðskjálvtanum var 58 kilometrar undir havbotninum einar 60 fjórðingar í
útsynning úr Kap Sankt Vincent, sum er har suðuri í Portugal. Í Spania
merktu tey jarðskjálvtan í Sevilla, Cordoba og Huelva, og tað gjørdu fólk í
Tanger, Rabat og Casablanca í Marokko eisini.