fríggjadagur 18. desember 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2009
33
lýsingar
Skrivstova felagsins er stongd frá
mikudegnum 23. desember til og við
mánadagin 4. januar 2010.
Somuleiðis ynskir Føroya Arbeiðarafelag
limum sínum við familju og øllum
viðskiftafólkið, eini Gleðilig Jól og
Harrans Signing í komandi ári, við tøkk
fyri skjótt farna ár.
Slættanesgøta 10 · 100 Tórshavn
Tlf. 31 11 01 / 21 63 00 · Faks 31 37 63
mc-solan@mc-solan.fo · www.mc-solan.fo
Vanlig upplatingartíð:
Mán.- fríg. ............ 10:00 – 17:00
Leygardag .......... 12.00 - 14.00
Motorsúkkluklæðir
Spar upp til 50%
Hitahandtøk
Einans kr. 799,-
Løðari
Tilboð kr. 498,-
Hjálmur
Einans kr. 640,-
Motorsúkkluhandskar
Úr kr. 250,-
Vit umvæla motor-
súkklur og skutarar
+ nógv onnur
góð tilboð
Nú eisini opið leygardag
12.00-14.00
Ábyrgdarøki og uppgávur
Leiðsla
• Fyrisiting og fíggjarstýring
• Stavsfólkaleiðsla av eindini
• Menning av vitan og førleikum
• Samstarv við stovnar í
heilsuverkinum
• Skipan av support- og
undirvísingartilgongd
• Sáttmálar við veitarar
• Luttøka í stýrisbólkum fyri
verkætlanir v.m.
Rakstur
• Skipa og menna raksturin av THS
skipanini
• Skipa og tryggja support
• Menna og dagføra dokumentatión
• Dagføra trygdarpolitikkin og hava
eftirlit við hesum
Viðíkahald og menning
• Samskipa rættingar og
uppstigingar
• Testa nýggj modul
• Skipa arbeiðið við brúkarabólkum
• Luttaka í menningarætlanum og
verkseting.
Rætti umsøkjarin
• Hevur viðkomandi hægri útbúgving
• Hevur holla vitan og royndir innan KT
• Dugir væl at samstarva
• Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• Vísur myndugleika
Umsøkjarar við royndum innan leiðslu
og umsiting av stórum KT-skipanum
hava fyrimun.
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt avbjóðandi og ábyrgdarfult
starv í einum fakligt kveikjandi
umhvørvi
• Eitt starv, sum tú í stóran mun
myndar sjálv/ur
• Eitt arbeiðspláss har dentur er
lagdur á trivnað, fakliga góðsku og
góðar karmar, eisini fyri førleika-
menning.
Lønar- og setanartreytir:
THS eindin verður skipað sum eitt sjálv-
støðugt fyrisitingarligt og fíggjarligt
øki undir Heilsumálaráðnum. Eindin er
staðsett í Heilsumálaráðnum, har leið-
arin vísir til aðalstjóran.
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og viðkom-
andi yrkisfelag.
Tá talan er um nýtt starv, skal viðkom-
andi, ið settur verður, kunna tola broyt-
ingar í starvsinnihaldi og bygnaði.
Nærri upplýsingar um starvið:
Poul Geert Hansen, aðalstjóri,
Telefon: 304050,
t-postur: poul.geert.hansen@hmr.fo.
Umsókn
Umsókn við avriti av viðkomandi
prógvum og skjølum skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 4. Januar 2009
kl. 12.
Umsóknir skulu sendast til: Heilsumála-
ráðið, Eirargarður 2, 100 Tórshavn
Heilsumálaráðið
H E i L S U M á L a r á ð i ð · E i r a r G a r ð U r 2 · 1 0 0 T ó r S H aV n
T E L 3 0 4 0 5 0 · Fa x 3 5 4 0 4 5 · H M r @ H M r . F o · w w w. H M r . F o
Leiðari til Talgildu Heilsuskipanina
Talgilda heilsuskipanin (THS) verður nú skipað í eina
varandi eind undir Heilsumálaráðnum. Høvuðsuppgávan
er at tryggja rakstur og viðlíkahald umframt at taka lut í
framhaldandi menning og verksetan av skipanini. Talan
er um eitt sera vitanartungt øki og eina KT-skipan, sum
víttfevnt greinar seg inn í alt heilsuverkið. Leiðarin vit
leita eftir, skal kunna hava nógvar bóltar í luftini og
framvegis varðveita bæði beinini á jørðini.
Um Talgildu Heilsuskipanin
Heilsumálaráðið hevur síðan 2005 verksett eina talgilda heilsuskipan (THS) fyri alt heilsuverkið. Tá skipanin
er fult verksett, er THS vorðið nervalagið í heilsuverkinum. Allir heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum
verða tøkir uttan mun til um ein fer til kommunulækna ella á sjúkrahús. THS er við til at tryggja høga
heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi og at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd.