fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Rákið – desember '09
Ìmyndið tykkum tíðina, tá kvinnur vóru
femininar við reyðari varrastift, kjóla og
pelsi... Tann mótin hevur hetta heystið
stungið seg fram aftur, og um jólini
mást tú hava okkurt plagg ella tilhoyr
úr pelsi
Marilyn Monroe, Rita Hayworth og Eva Gabor standa sum
fyrimyndirnar fyri einum av mongu trendunum, sum eru at
síggja hendan veturin. Tær, og mangar við teimum, nýttu
pels til serlig høvi, tá tær skuldu vera serliga fínar og
kvinnuligar í 40'unum og 50'unum.
Á mótasýningunum til heyst 09' vóru flest allir
sniðgevar samdir um, at mótin við pelsi nú aftur er verdur
at satsa uppá, og vit sóu pelsar í øllum sniðum, litum og
skapum -bæði ektaðar og eftirgjørdar. Pelsur varð eisini
nýttur til tilhoyr t.d. handskar, húgvur, taskur, kragar og
stivlar.
Óansæð hvussu tú velur at nýta hann, so er pelsur er
eitt absolutt mást hava í vetur. Og um tú ert heppin, finnur
tú kanska ein vakran vintage pels í ommusa skápi...
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Pelsur til jólini
Eva Gabor
Marilyn Monroe
Rita Hayworth