Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– er tingið, sum Anna Katrin Egilstrøð av Eiði keypti sær herfyri. Hon hevur turnerað við ORKA og júst givið út fløguna »Koder på snor« út saman við bólkinum Valravn, hvørs debut-fløga varð nominerað til heilar tríggjar Danish Music Awards. Hon fór niður at læra sjónleik og cirkus fakið. Nú syngur hon næstan bara, men viðhvørt dansar hon eisini eld-dans, málar, ger skortar og spælir upp á skramblitrummur Hvat gert tú, á tú slappar av? Gangi ein túr ella lurti eftir tónleiki, meðan eg ferðist gjøgnum landslagið. Hyggi eftir filmi ella eftir skíggjunum, meðan tey skifta skap. Hvat er títt mest óhepna karaktertrekk? At eg eri so rastleys og kann blíva eitt sindur sjálvdestruktiv til tíðir. Hvat er, eftir tínum tykki, umráðandi at duga? At fylgja sínum hjarta og tora at verða erlig. Hvat elskar tú at gera? At skapa og at dansa til feitan tónleik. Hvussu er lagið júst nú? Arvo Part... heyst melankolsk. Hvønn sært tú upp til í veruliga lívinum? Ommu, Blixa Bargeld, Bjørk, Arvo Part.. allar djarvar sálir. Blívi konstant facinerað av fólki. Nær fært tú kensluna »tey skilja meg slettis ikki«? Hehe... tað er ikki altíd, at eg skilji meg sjálva. So tað ger onki, um onnur ikki skilja meg. Spælir tú nakað ljóðføri/syngur? Ja, eg syngi og spæli upp á alt møguligt, sum hevur eitt feitt ljóð. Eg eri ongin virtuosur á nøkrum ljóðføri. Havi akkurát skaffað mær eitt klaver, til tá ið eg skrivi tónleik. Tað síðsta tingið tú keypti tær? Absinthe gløs í París og ein kalimba, sum passar í lumman. Hvat høvdu fólk ikki trúð um teg? At eg ropi harðari enn ein maður. Eitt motto? Verð erlig um tað, sum tú vilt. Um tú gevur góð ráð, hvussu gert tú so? Sigi mína meining. Eg veit ikki... royni at verða so konstruktiv sum til ber. Hvussu sær eydnan út? Tá tað, sum tú veruliga ynskir, gongur út. Kanska ikki altíð soleiðis, sum tú væntaði tær, men á ein hátt, so tað kortini gevur eina hægri meining. Er tað nakað listaverk, sum hevur fest seg í títt minni? Fleiri, eitt nú »Eye of silence« hjá Max Ernst og ymiskt hjá Leonoru Carrington. Um tú slapp, at siga nakað hart við alt Føroyar, so hevði tú sagt: Peppa teg upp! JENSINUSA Ein kalimba, sum passar í lumman Anna Katrin Egilstrøð Poesibók Best er at tiga...... ssshhhhhh!!! Støð, har vit menniskju trýna næsarnar saman, eru full av øllum tí, sum verður sagt og gjørt.. og ikki minst av tí, sum ikki verður sagt og gjørt! Tað snýr seg ofta um, hvat vit vilja síggja í eyguni, og hvat vit ikki vilja síggja í eyguni. Tá ein barnapsykolokur herfyri sat og evlaði í danska útvarpinum um, at ADHD ikki finst, og at foreldrini “bara” skulu taka seg saman, er tað í mínum eygum eitt gott dømi um, at hann letur eyguni aftur. Ikki tí - viðhvørt kann tað vera ein fyrimunur at siga: Hatta sá eg bara ikki! Til dømis tá tú av óvart kemur til at síggja grannan, sum tú kennir væl, danska í stovuni í leopardundirbuksum. Hesum er tað heilt einfalt ikki rúm fyri innaní: einum leopardundirbuksadansandi granna við ølvomb. Tó er tað 100 prosent vist, at tað poppar upp aftur, tá tú minst væntar tað. Knappliga, meðan døgurðin stendur á borðinum, sært tú grannan koma dansandi omaná fleskasteikini. Tí noyðist tú at siga tað hart, fyri at fáa myndina at hvørva. Tað kann vera eitt praktiskt “løtu-plástur” at tiga og at skúgva nakað til viks. Tað skapar ónøgd og strongd, tá vit ganga og brenna inni við onkrum yvir eitt langt tíðarskeið. Tað er ongin varandi loysn at feiða nakað undir gólvteppið - og tað er eisini avmarkað, hvussu nógv gólvteppir passað inn í eini hús. Ósøgd og søgd orð liggja í luftini sum ein dýna. Ofta hava fólk vant seg við tøgnina og at gera tingini á ein ávísan hátt, so ringt er at síggja, hvussu tey kunnu gerast á ein annan hátt. Hvør kennir ikki hetta við at vilja siga eitt lítið ting við onkran, men so veksur tað bara innan í sum ein hømilia uppá steroidir? Tá tað so endiliga er sagt, fyllir tað einki longur. Og man freistast til at hugsa, at tað einki hevði uppá seg, men tað HEVÐI tað. Áðrenn tað bleiv sagt. Við at siga tað vit hugsa, bjóða vit øðrum menniskjum innum. Og tá alt kemur til alt, so er tað moðið ikki at fáa gestir. Soooooo, best er at siga! Jensina Olsen jensina_olsen@hotmail.com Klumman Rákið – november '09 6