fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Rákið – desember '09
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Myndir: Jens Kristian Vang
1. Frida Poulsen hevur myrkt,
slætt hár. Tak ein lokk fyri og
annan eftir..
2. … snara jarninum..
3. … bend upp og toga út..
4. … lofta purluni varliga við
hondini..
5. … og halt framm allan vegin
runt. Allar krúllurnar nýtast
ikki at venda sama veg.
6. Tað er lætt at seta krúllað hár
upp.
7. Tak ein lokk í senn og fest
við hárklemmum uppi á
høvdinum.
Lær at seta hárið sjálv. Kristin Bjørk Tungá, frisørur, vísir, hvussu vit lætt,
skótt og bíliga kunnu fiksa okkum sjálvar ella vinkonurnar upp. Hesaferð
lærir Kristin Bjørk okkum at krúlla hárið við slættijarninum, og síðan at
seta tað upp við hár klemmum.
Kristin Bjørg virkar sum frisørur hjá Kvilt á Áarvegnum og í Hósvík. Hon
nýtir eitt vanligt slættijarn, sum fæst til keyps allastaðni. Krúllurnar
halda betur um tú sprayar eitt sindur av lakki í lokkarnar áðrenn og
aftaná.
Frisørskúlin 2
Kristin Bjørk Tungá og Frida Poulsen
Kristin Bjørk Tungá er umboð fyri
hárvørurnar Tigi, sum hon brúkar í
greinini
4
1
2
3
5
6
7