fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Rákið – desember '09
Fyri 15. árið á rað bjóðar
Tivoli vælkomin í jóla
mánaðinum. Ljósið, niss
urnar og hugnaligu sølu
búðirnar hava gjørt
Tivolitúrin til ein fastan
jólasið hjá nógvum. Vit á
Rákinum fóru ein hugna
ligan túr í Tivoli við
børnunum
Tað er kalt og rátt við Høvuðsjarn
breytarstøðina í Keypmannahavn.
Sonurin hálar meg hart og ótolið í
hondina, tí hann hevur hoyrt so nógv
um jólanissurnar í Tivoli.
Og hann tímir ikki at bíða longur.
Ljósini frá Tivoli lýsa gráa vetrar
dagin upp. "140 kroner" sigur konan
í lúkuni tað er avgjørt ikki bíligt at
fara ein túr í Tivoli. Nú er spurningurin
bara, um vitjanin er pengarnar verd.
Flestu stóru ferðamál kunnu bara
droyma um tað, sum hevur eydnast
so væl hjá Tivoli í Keypmannahavn:
At leingja háárstíðina frá siðbundna
summarinum til amerikansku hátíðina
Halloween í oktober og so aftur allan
jólamánaðin.
Í Nissubýnum
Eg og sonurin er longu í Tivoli klokk
an 14. Enn er ljóst úti og tey 450.000
jólaljósini koma ikki til sín rætt. Vit
avgera í staðin at fara inn í Nissubýin,
har 136 mekaniskar nissur taka ímóti
okkum. Við stórum eygum gongur
sonurin runt og peikar á nissur sum
skoyta, klintra, hanga, eta og syngja.
Í ár er eitt nýtt nissutok, sum koyrir
runt inni í Nissubýnum.
Glitrandi jólatrø
Sonurin dregur aftur í meg og vit
koyra okkum ein túr í ellisakførunum,
og vit veittra til nissurnar, sum
standa framvið vegnum, og fegnast
um tey 1.100 jólatrøini, sum standa
runt í øllum Tivoli.
Tað tekur umleið tveir mánaðir at
lata Tivoli í jólabúna. Amerikanski
sniðgevin, John Loring, hevur ábyrgd
ina av øllum ljósunum. Hann er eisini
maðurin handan jólaljósunum á Park
Avenue í New York.
Øll trøini er upplýst út í evstu
grein. Á einum stórum træ hanga
hjørtu, og við inngongdina er stóra
vælkomutræið prýtt við vøkrum
skyggjandi elektriskum glerpípum.
Tað er vist, at her verða nógvar perur
og ljósketur nýttar. Bara pílatrøini við
Tivolisjógvin hava 15 kilometrar av
ljósketum.
Gløgg og eplaskivur
Tá tað fer at skýma koma alt fleiri
fólk í Tivoli. Ljósini lýsa bjartari og vit
seta okkum niður at njóta ein tallerk
av holukøkum og gløgg. Sonurin
hevur fingið ein stóran sleikisneis, og
ljósini glitra so bjørt í eygum hansara,
meðan hann tekur upp í saman: "Eg
elski hendan slikkipinnin".
Fleiri við okkum
Vit hitta eitt vinapar, sum eru farin í
Tivoli at eta romantiskan døgurða. Á
vegnum út møta vit fleiri, sum vit
kenna. Tey skulu hyggja eftir ljós
fram sýningini.
Tað ber illa til at lýsa Tivoli við
orðum. Tað er sonn uppliving at síggja
øll ljósini, saman við granntrøum,
nissum og so luktinum av brendum
mandlum, gløggi og jólakryddaríum.
Jú, sjálvandi er Tivoli ein penga
maskina. Og jú, alt er dýrt bæði at
koma inn og keypa inni á økinum.
Men ert tú í Keypmannahavn í
desember er ein túrur í Tivoli ein
sjálvfylgja. Jólahýrurin fer í topp,
børnini gleðast og tær 140 krónurnar
kennast ikki dýrar aftan á ein slíkan
seinnapart.
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Myndir: Tivoli
Jólahýrur í Tivoli
Vitjanartøl í Tivoli
4,5 milliónir á sumri
250.000 á Halloween
1 millión til jóla
Jól í Tivoli
Opið: 20. november til 30. desember
(stongt 24. og 25. desember)
Sunnudag hósdag 11.00 22.00
fríggjadag leygardag 11.00 23.00
Kostnaður: 95 kr. fyri vaksin og 45 kr. fyri børn (311 ár)