fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Rákið – desember '09
1 litur av mjólk
1½ dl av rísingríni
1 klovin vaniljustong
2½ dl av róma
2½ dl av súrróma 18%
1 spsk. av sukri
75 g av smátt skornum mandlum
Lat grýnini og vaniljustong í mjólkina og kóka við
jøvnum hita. Rør í grýtuni so, at mjólkin ikki
brennist í botninum. Tak grýtuna av hitanum, tá
ið grýnini eru vorðin til greyt og set at kólna.
Píska róma og sukur til skúm og blanda við
súrrómanum og greytinum. Koyr mandlur í.
Jarðber og rabarbusós:
250 g av jarðberum
Sitrónsaft og sukur
6 stelkar av rabarbum
2-2½ spsk. av vatni
8 spsk. av sukri
Jarðber og rabarbusós:
Sker jarðber í kvartar og stroy sitrón og sukur
omanyvir. Sker rabarburnar í 3-4 cm stórar bitar,
legg í eina grýtu og lat vatn og sukur í. Kóka við
lítlum hita, til bitarnir eru moyrir.
Blanda rabarbur og jarðber saman og hav sósina
til greytin.
2 dunnubringur, uml 300 g hvør
25 g av smøri
½ tsk. av grovum salti
Pipar
Rist nakrar skurðir í bringuskinnini og krydda við
pipari. Legg á heita pannu við smøri og steik við
lítlum hita, fyrst útsíðuna í uml. 12 minuttir, so
innsíðuna í uml. 15 minuttir, ella til gjøgnumstokt
er. Tak av og krydda við salti. Legg staniol útyvir
og lat standa í einar 10 minuttir..
Appilsinsós:
2 spsk. av soðnum frá pannuni
1 dl av nýpressaðari appilsinsaft
2 dl av róma
1 tsk. maizenamjøl
kalt vatn
¾ tsk. av grovum salti
Pipar
Appilsinsós:
Koyr 2 spsk. av soðnum frá pannuni í eina grýta
saman við appilsinsaft og róma. Fá upp á kók og
rør maizenamjøl út í kalt vatn og javnað sósina.
Kóka við lítlum hita í uml. 1 minutt. Smakka til við
salti og pipari.
Grøn waldorfsalat:
1 salathøvd, t.d. frisésalat ella blaðsalat
1 bakki av feldsalati ella rukola
4 stelkar av blaðsellarí
1 purra
2 súreplir
100 g av grønum ella bláum víndrúvum
50 g av valnøtukjarnum
Eitt sindur av sitrónsaft
Dressingur:
½ dl av olivenolju
1 spsk. av balsamicoediki
½ tsk. av havsalti
½ tsk. av dijonsinnopi
Grøn waldorfsalat:
Sker salatið í stór stykkir og blaðsellarí og purru í
tunnar flísar. Sker víndrúvurnar í helvt og súreplini
í puntar. Dyppa puntarnar í sitrón, so at teir ikki
verða brúnir. Blanda dressingina og koyr oman yvir
salatið. Blanda salatið væl og pynta við
valnøtukjarnum.
Dunnubringa við appilsinsós og waldorfsalati
(2 persónar)
Rís à la Oddvør
Oddvør fær einglarnir at syngja
Dunnubringa við appilsinsós og mandlurís a la Oddvør. Royn spennandi jólauppskriftirnar
úr nýggju kókibókini hjá Oddvør Skarðhamar. Vit á Rákinum hava longu verið í køkinum og
kunnu lova, at himmiríkið er nær – serliga fall appilsinsósin í góða jørð
Lagt til rættis: Rigmor Dam