Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 244 - 21. desember 2009 Andstøðan hevði vunnið Hevði fólkatingsval verið í Danmark nú, hevði andstøðan vunnið valið. Tað er í hvussu er niðurstøðan í einari meiningakanning, sum Catinét Research hevur gjørt fyri Ritzau-tíðindastovuna. Kanningin gevur Teimum Radikalu, Sosialdemokratunum, SF og Eindarlistanum 89 tinglimir, meðan Vinstri, Tey Konservativu og Danski Fólkaflokkurin fáa 86. Tað er serliga framgongdin hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum, sum gagnar andstøðuni. Eftir kanningini hevði SF fingið 31 umboð í Fólkatingið nú ella átta fleiri, enn flokkurin hevur. Illveður í Íslandi Tað vae ikki bara í Føroyum, at veðrið gjørdi um seg um vikuskiftið. Í Íslandi var eisini rættiligt illveður, og skaði var ymsastaðni. Á Eysturlandinum var stormur, og Morgunblaðið veit at siga, at á Seydisfirði og Fáskrúðsfirði var so harðført, at onkrar húsatekjur fóru. Harafturat vóru koyrilíkindini sera vánalig, og onkrir bilar fóru útav. Í Vestmannaoyggjunum var ódnarveður, og veðurstøðin har máldi upp um 40 metrar um sekundið í hvirlunum. Eitt fiskip, sum lá við bryggju, sleit endarnar har afturi, men tað eydnaðist at binda tað aftur, áðrenn nakar skaði hendi, skrivar Vísir. Faðir og sonur, sum fyri hálvum triðja ári síðan vórðu tiknir fyri at hava stolið gamalt jarn ymsa staðni í landinum, skuldu gjalda endurgjald, missa vinningin, og teir skulu eisini gjalda sakarmáls­ útreiðslurnar. Upphæddin fer upp um milliónina greinaheiti Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Teir báðir klaksvíksfeðgar- nir, sum fyri hálvum triðja ári vórðu handtiknir og varðhaldsfongslaðir, skuld- settir fyri umfatandi stuðul, verða neyvan bótaførir. Í dag fall dómurin, og teir vóru báðir funnir sekir. Son- urin varð dømdur eitt ára treytaða fonsulsrevsing við tvey ára royndartíð, og tann eldri varð dømdur eitt ár og tríggjar mánaða fongsuls- revsing, somuleiðis við tvey ára royndartíð. Men tann revsingin var ikki tann versta. Hald varð lagt á vinningin, sum teir hava havt av søkuni av gomlum jarni, 500.000 krónur. Harafrat skulu teir gjalda samanlagt góðar 400.000 krónur til Føroysku Radio- amatørarnar, United Sea- food og P/F Thor. Pápin skal haraftrat gjalda Norðtofta haga 552 krónur. Omaná hesar upphæddir kemur rnta. Menninir vírðu eisini dømdir at gjalda sakarmals- útreiðslurnar, tó ikki fyri rættarfundin seinasta fríggjadag. Á rættarfundinum fríggja- dagin helt ákærin, at menn- inir høvdu framt væl skipað- an og væl fyrireikaðan stuldur. Verjarnir søgdu, at menn- inir ongantíð høvdu brotið inn og bara høvdu tikið slíkt, sum teir hildu vera burturkast. Pápin hevur noktað seg sekan í øllum, sonurin hev- ur viðgingið tað mesta. Son- urin hevur tó sagt, at nøgdir- nar ikki vóru so stórar, sum ákæruvaldið segði. Alt byrjaði við, at pápin eitt skifti arbeiddi fyri ein annan mann, sum fekst við at selja gamalt jarn av land- inum. Góður prísur fekst fyri gamalt jarn tá, og mað- urin fekk tí hug at royna sjálvur. Hann fekk sonin at hjálpa sær. Teir vóru í Álakerði og á vestaru bryggju í Havn og tóku frystiplátur, sum Fiska- virking áttu. Pláturnar vóru so nógvar, at teir koyrdu tríggjar ferðir. Hetta hildu teir vera burturkast, søgdu teir í rættinum. Umboð fyri Fiskavirking hevur áður í rættinum greitt frá, at plát- urnar vórðu áður brúktar til russsarafisk. Tær høvdu ikki verið brúktar seinastu árini, men tær vóru settar til viks, tí tað kundi henda, at brúk fór at verða fyri teim- um aftur. Einaferð tóku teir tvær skipsskrúvur, sum lógu á Grótrætt í Klaksvík. Teir høvdu ikki klipt tær sundur, soleiðis sum teir høvdu gjørt við hitt jarnið, tí teir vistu ikki, hvør átti tær. Tá so umborðmaðurin hjá P/F Næraberg spurdi, um teir høvdu tikið skrúvurnar, fingu teir enn eina ferð hendur á einum lastbiili og løgdu skrúvurnar aftur. Teir vórðu kortini meldaðir. Teir vóru á Hulki og tóku ymist jarn og stál frá Fiska- virking, og ein dag vóru teir í Hósvík og tóku frysti- pannur hjá P/F Thor. Størsti skaðin var, tá ið teir vóru yviri við Strond og tóku koparplátur og kliptu leidningar sundur hjá radioamatørunum. Teir ivað- ust ikki í, at tað bara var skrambul, søgdu teir. Skað- in er gjørdur upp til 106.685 krónur, sum teir skulu rinda fyri aftur. Alt fór fram á alljósum degi, og einki innbrot varð gjørt. Politiið hevur funnið væl av reiðum peningi heima hjá monnunum, og hald varð eisini lagt á tað, sum teir høvdu standandi á bók. Í endurgjaldskravinum frá P/F Thor góðtók rætturin bara kravið um at endurrinda fyri frystipláturnar. Thor hevði eisini kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap hjá trolara teirra Ran, men tað kravið var ikki nóg væl und- irbygt, segði rætturin. Krav- ið varð ásett til 120.000 krónur. Endurgjaldskravið fyri tikna jarnið hjá United Sea- food er 180.000. Endurgjaldskrøvini eru roknað út frá nývirðinum av tí, sum tikið varð. Umframt hetta varð pápin ákærdur fyri at hava tikið eitt ókent tal av skipsskottum í einum hagaparti á Norð- toftum. Formaðurin í haga- stýrinum hevði spurt tann eldra ákærda, um hann hevði tikið skottini. Hann viðgekk og legði tey aftur. Men ikki øll komu aftur, segði hagastýrisformaðurin, tá ið hann vitnaði. Maðurin varð ákærdur fyri at hava tikið 40 skott, ið vóru verd 195 krónur hvørt. Grovur stuldur Ákærdin helt talan vera um so grovan stuldur, at hon kravdi fongsulsrevsing í tvey ár fyri tann eldra. Tann yngri átti at sleppa bíligari, tí hann hevði játtað og víst samstarvsvilja. Ákærin við- merkti, at linnandi umstøður vóru, at menninir høvdu sitið varðhaldsfongslaðir. Haraftrat var málið drigið nógv út, og tað skuldu teir ikki bøta fyri. Eina ferð var málið útsett, tí eitt vitni ikki kundi møta, og tvær ferðir varð málið útsett orsakað av illa útgreinaða kravinum hjá Thor. Seinkingin áttu eisini at hava við sær, at teir sluppu undan at gjalda fyri seinasta rættarfundin. Verjarnir vildu ikki hoyra um, at talan var um væl skipaðan stuldur, tí teir høvdu einki tikið í tí dulda, og teir hildu, at tað, teir tóku, var burturkast. Nógv høvdu teir eisini lagt aftur. Ákærin helt øvugt, at stuldurin varð væl lagdur til rættis, og hon nevndi aftur lummabókina, sum teir skriv- aðu í, hvat teir høvdu selt, og hvør vinningurin var. Ymiskar viðmerkingar Beint áðrenn málið varð tik- ið upp til dóms, fingu teir ákærdu orðið. Tann eldri greiddi frá, at hann byrjaði við at arbeiða fyri ein annan, men hann fekk ikki lønina útgoldna. Tí byrjaði hann sjálvur. Tá ið hann skuldi fara eft- ir skipsskrúvubløðunum, hevði hann lænt lastbilin frá manninum, hann framm- anundan hevði arbeitt fyri. Hann hevði ikki klipt skrúvubløðini sundur, tí hann vildi fyrst vita, hvør átti tey. Tá ið hann so fekk at vita tað, legði hann bløðini aftur, og so skuldi tað verið liðugt. Tann yngri var meira fáorðaður. - Eg eri harmur og angri tað, sum vit hava gjørt, segði hann. Jarnstuldurin kostaði teimum meira enn millión Eitt stað, sum feðgarnir vitjaðu og tóku jarn og kopar frá, var støðin hjá Føroysku Radioamatørunum Yviri við Strond. Teir ivaðust ikki í, at har bara lá skrambul, men støðin fekk skaða, ag radioamatørarnir hava reist endurgjald Mynd: Jens Kristian Vang