mánadagur 21. desember 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 21. desember 2009
19
Onnur bók í røðini um
sniffilin Nóa er nú komin
út.
Fyrra bókin varð sera væl
móttikin, og nógv hava
glett seg at lesa meir um
ævintýrverðina hjá Rakel
Helmsdal
Bókmentir
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Bøkurnar hava felagsheitið Úr
Mosakulluni. Fyrra bókin var
Várferðin til brúnna, og hendan
hevur heitið Veturin hjá Undu.
Mosakullan er holan hjá lítla
dýrinum Nóa, har hann helst vil
verða verandi, men noyðist ferð
eftir ferð út á ævintýr fyri at
hjálpa neyðstøddum.
– Eg fekk hugskotið til hesar
bøkurnar, tá eg spákaði til ar beið
is, greiðir Rakel Helmsdal frá.
Dalurin, har søgurnar fara
fram, er ein dalur sera líkur
dalinum, sum Rakel spákaði í,
nevnliga Ovari Hoydalur.
Søgurnar um ævintýrkendu
verurnar og dýrini eru íspunnar.
Høvuðspersónurin Nói er ein
sniffil. Sniffil merkir smádýr.
Vinirnir hjá Nóa eru sveim,
fugla líkir skapningar við menn
iskja kroppi, og ein ketta við
veingjum.
Lesa fyri børnunum
Í bókaklubbanum hjá Bókadeild
Føroya Lærarafelags, er málbólk
urin børn í aldrinum fimm til
sjey ár, men Rakel sjálv heldur,
at málbólkurin er nógv størri enn
so, og eins nógv er tey tvey til
ellivu ára gomlu.
– Hetta eru bøkur, sum for
eldrini skulu lesa fyri børnunum.
Soleiðis havi eg hugsað, tá eg
havi skrivað tær, sigur hon.
Edward Fuglø hevur myndprýtt
bøkurnar.
– Eg eri so heppin, at eg og
Edward hava sama myndamál í
høvdinum. Tí samstarva vit sera
væl, og hansara myndir av mín
u m verum eru júst so, sum eg
havi ímyndað mær tær, greiðir
Rakel frá.
Sniðið á bókunum er gamal
dags. Kapitlarnir byrja allir við
“Har ið ...”, skrifttypirnar eru í
gomlum sniði, og bókaband er í
seinnu bókini.
Ferðin hjá Nóa minnir ikki sørt
um bøkurnar hjá Tolkien og Tove
Jansson. Rakel sigur, at hon fær
nógvan íblástur frá øllum tí, hon
lesur.
Ætlanin er at skriva í hvussu so
er tvær bøkur aftrat um sniffilin
Nóa.
– Nú havi eg skrivað um ferðir
hansara á vári og vetri, so nú má
eg skriva um summarið og
heystið eisini, sigur Rakel.
Nakra tíðarætlan hevur hon tó
ikki. Tað veldst um, hvat hon
fæst við annars, og um stuðulin
er til staðar.
Sniffilin Nói á nýggjum ævintýrum
Rakel Helmsdal fekk íblástur til bøkurnar »Úr Mosakulluni 1 og 2« frá spákitúrum í Hoydølum
Mynd: Jens Kristian Vang
Í uppskoti til virðisløn
Fyrsta bókin um sniffilin Nóa, Várferðin til Brúnna, er nú í
uppskoti at vinna barnaog ungdómsbókavirðisløn
útnorðurráðsins.
Í grundgevingini fyri at tilnevna bókina verður millum annað
sagt:
»Bókin er ein sonn fragd fyri eygu og oyru, skrivað við einum
inniligum tóna, sum egnar seg væl til at lesa upp fyri smáum
børnum. Samstundis er søgan myndprýdd av einum av fremstu
listafólkum okkara, Edward Fuglø.
Sjálvt um persónarnir eri íspunnir, snýr bókin seg í størstan
mun um teg og meg. Um tað. at vera menniskja og um at vera
bangin fyri tí ókenda og fremmanda. At sjálvt um tú ert lítil og
bangin, kanst tú gott vera djarvur. Og at tað, tú ert bangin fyri
og heldur er vandamikið, ofta vísir seg at vera tað beint øvugta«
Hinar bøkurnar, ið eru í uppskoti, er íslendska Garðurinn,
eftir Gerður Kristný og grønlendska Sila eftir Lana Hansen.
Hetta er fimtu ferð, at barna og ungdómsbókavirðisløn
útnorðurráðsins á 60.000 krónur verður latin.
»Inspiratión er fyri dovin fólk«
Rakel Helmsdal
12 síður við bókaprátum,
um mæl um og umrøðum av skald
søgum, barna bókum, bókakjaki,
søgubókum og krimibókum